42
Frágreiðing:
Lýsingarorð verða eisini stigbend
!
Grundstig
: Vit lýsa okkurt, men bera ikki saman. – Petur er
stórur
.
Miðstig
: Vit bera saman við okkurt annað. – Hanus er
størri
enn Petur.
Hástig
: Vit bera saman, men nú stendur lýsingarorðið á hægsta stigi – Janus er
størstur
av teimum øllum.
Minst til, at lýsingarorð, sum knýta seg aftur at einum kallkynsorði, enda við -ur í hástigi.
Stigbend hesi lýsingarorðini!
Gev gætur,
hvørjum kyni
lýsingarorðið stendur í!
grundstig
miðstig
hástig
vøkur
fittur
lættur
brúnt
Frágreiðing:
Talorð:
Tá ið vit telja ella siga frá eini nøgd, nýta vit
grundtølini
. Tey eru:
Ein, tveir, tríggir, fýra…(kallkyn)
Ein, tvær, tríggjar, fýra…(kvennkyn)
Eitt, tvey, trý, fýra…(hvørkikyn)
Tá ið vit siga frá, hvat nummar onkur er í raðnum, nýta vit
raðtølini
. Tey eru:
Fyrsti, annar, triði, fjórði…(kallkyn)
Fyrsta, onnur, triðja, fjórða…(kvennkyn)
Fyrsta, annað, triðja, fjórða…(hvørkikyn)
Vit nýta
skiftitøl,
tá ið vit skifta orð um okkurt, sum hoyrir saman, t.d. skógvar, vøttir,
tvíburar, buksur (brøkur), sokkar og hosur. Skiftitølini ganga bara upp í trý. Tey eru:
Einir, tvinnir, trinnir …(kallkyn)
Einar, tvinnar, trinnar…(kvennkyn)
Eini, tvinni, trinni…(hvørkikyn)