50
Til lærarar og foreldur
Gransking vísir, at tá ið børnini eru komin í gongd við lesingina, er hóskandi at byrja eina
skipaða og miðvísa undirvísing í stavseting. Lærarin má meta um, nær flokkurin er búgvin
at skriva fyrisagnir. Hetta er vanliga um várið í 1. flokki, men kann eisini vera fyrst í øðrum
flokki. Tað er týdningarmikið, at skriviuppgávan ikki kennist ov torfør hjá næmingunum,
men hon má heldur ikki vera ov løtt.
Hvussu er tilfarið skipað?
Best er, um lesing og stavseting ganga hond í hond, og undirvísing í stavseting kann skipast
soleiðis, at hon gevur børnunum grundleggjandi vitan, sum stuðlar fyrstu lesingini.
Tilfarið er sett saman av eini arbeiðsbók og einum skrivihefti. Í arbeiðsbókini eru fimtan
smáar søgur (fyrisagnir), og til hvørja søgu er ein listi við staviorðum, sum børnini skulu læra
seg. Aftur at søgunum eru arbeiðsuppgávur, sum eins og søgurnar miðja ímóti at venja nakrar
arbeiðshættir, sum kunnu hjálpa børnunum at stava rætt.
Í ljóðrættum teksti verða børnini gjørd varug við, hvussu orð og setningar eru uppbygd. Tey
læra um sjálvljóð og hjáljóð, stavilsir, rímpartar og stavimynstur, setningsbygnað o.s.fr.
Tað, sum hevur størst týdning fyri bæði lesing og staving, er, at børnini eru ljóðliga ansin,
at
tey duga at hugsa í smæstu eindunum í málinum
. Tá ið børnini skulu endurgeva eitt orð,
mugu tey duga at skilja sundur ljóðini í orðinum fyri at kunna skriva orðið. Orðið mús hevur
trý ljóð: /
m
/ /
ú
/ /
s
/. At arbeiða við smæstu ljóðligu eindunum í málinum hevur tí sera stóran
týdning.
Dentur er lagdur á, at børnini læra sjálvljóðini væl, tí tey skulu brúka sjálvljóðini í teirra
arbeiði við orðum og pørtum av orðum. Sjálvljóðini hoyrast væl og eru kjarnin í stavilsunum.
Smáar søgur
Søga 1-5:
Orð við einum stavilsi - tveir, tríggir bókstavir, t.d.
er
,
sól
.
Søga 6-10:
Orð við einum ella tveimum stavilsum - tveir til fýra bókstavir.
Ein ella tveir bókstavir í hvørjum stavilsi, t.d.
eru
,
sita
.
Søga 11-12: Eitt til tvey stavilsi, stavilsini kunnu vera upp í tríggjar bókstavir,
t.d.
oman
,
kanin
.
Søga 13-15: Eitt til trý stavilsi, ein ella tveir bókstavir í hvørjum stavilsi,
t.d.
gásina
,
músina
.
Í seinnu fyrisagnunum eru nøkur fá orð við dupultum hjáljóði. Hetta er, fyri at næmingarnir
so líðandi kunnu byrja at arbeiða við stuttu sjálvljóðunum. Tosað verður t.d. um, at orðið
ost
hevur stutt
o
-ljóð, av tí at tvey hjáljóð koma beint aftaná.