Lær teg at stava 1 - page 51

51
Hvussu arbeiða vit við søgunum?
Arbeiðast má við tekstinum, áðrenn søgan verður skrivað sum fyrisøgn. Søgurnar verða
lisnar ígjøgnum, og prátað verður um orðini. Í teimum fyrstu søgunum eru bert orð við
einum stavilsi, men frá søgu fimm og úteftir skulu næmingarnir klappa orðini og býta longu
orðini í stavilsi (frágreiðing um at arbeiða við stavilsum er niðanfyri).
Næst verður arbeitt við uppgávunum til søgurnar. Tað hevur stóran týdning, at næmingarnir
sleppa at royna seg, og at uppgávurnar ikki verða skundaðar ígjøgnum.
At enda verður fyrisøgnin skrivað av, og lærari og næmingar venja staviorðini saman.
Staviorðini taka børnini heim við sær og læra seg til ein ávísan dag, tá fyrisøgnin verður
skrivað í skriviheftið í skúlanum. Um lærarin velur at hava bókina liggjandi í skúlanum, kann
hann fjølrita staviorðini og geva næmingunum tey heim við.
Tað ber til at næmingalaga fyrisagnirnar, soleiðis at summir næmingar hava trupul orð
framman fyri sær.
Staviorðini eru eisini á netinum:
At býta í stavilsi
Í hesi fyrstu stavsetingarbókini er dentur lagdur á at læra børnini at býta orð í smærri eindir,
stavilsi, soleiðis at orðini verða lættari at stava. Børnini læra, at tað er eitt sjálvljóð í hvørjum
stavilsi.
Sjálvt um tað bert eru løtt, ljóðrøtt orð í tekstinum, kann tað vera trupult hjá summum
børnum at fáa allar bókstavirnar við, tá ið tey skriva orðini. Tað kann tí vera ein hjálp at hugsa
í smærri eindum. Lærarin býtir orðini sundur í stavilsi (klapp) saman við næmingunum, og tá
ið næmingarnir skriva fyrisøgnina, verða tey biðin um at hugsa í klappum. Fyrst hugsa vit bert
um fyrsta stavilsi í orðinum, síðan annað, o.s.fr.
Vit býta orðini sundur í stavilsi, sum tey verða framborin:
gáva gá va músin mú sin húsini hú si ni
. .
. .
. . .
I...,41,42,43,44,45,46,47,48,49,50 52,53,54,55,56,57,58
Powered by FlippingBook