Lær teg at stava 1 - page 52

52
Stavimynstur
Við stavimynstrum gerast børnini varug við, at tað eru fleiri
orð, sum hava sama rímpart. Dugir tú at finna rímpartin í
einum orði, kann tann vitanin flytast yvir á onnur orð. Tað
vil siga, at tú lærir at stava fleiri orð í einum.
Børnini lesa fyrst rímpartin
ál
, og síðani orðini niðureftir,
bál
,
kál
,
mál
og
nál
. Á tann hátt læra børnini frá byrjan at
leita eftir mynstrum í orðum. Í staðin fyri, at orðini eru goymd
í minninum eitt og eitt, kunnu tey vera goymd sum stavimynstur
og soleiðis vera lættari at minnast aftur. Tá børnini møta nýggjum orðum, hava tey longu í
fleiri førum stavimynstur, har nýggju orðini kunnu krøkjast uppá.
Við at arbeiða við stavimynstrum gerast børnini varug við øll ljóðini í orðunum. Tey gerast
tilvitað um ljóð og bókstavaraðfylgjur.
Í hesi fyrstu bókini eru stavimynstrini stutt, rímparturin er í øllum førum (uttan einum -
ita
)
bert tveir bókstavir.
Eitt gott hugskot er at lata børnini koma við fleiri hugskotum til stavimynstrini í bókini og
eisini at arbeiða við øðrum stavimynstrum. Til ber at heingja stavimynstrini upp í flokkinum í
stórari stødd, A4 ella A3 stødd, og at lata børnini skriva fleiri orð upp á listan.
Stavimynstrini eru eisini á netinum:
Hví skriva søguna av?
Mitt í 1. flokki eru nógv børn enn ótrygg í, hvussu bókstavirnir síggja út, tá ið tey skulu
endurgeva teir á skrift. Tað hevur stóran týdning, hvussu lættliga og flótandi børnini megna
at fáa røttu bókstavirnar fram, tá ið tey skulu brúka teir. Tey kenna kanska bókstavirnar, tá ið
tey síggja teir í teksti, men tað er verri at skula endurgeva bókstavin úr minninum. At skriva
bókstavirnar av eftir eini forskrift er tí ein sera góð venjing í at minnast teir.
Vit mugu eisini hugsa um, at børnini skulu ogna sær eina góða handskrift. Næmingarnir
mugu læra at skriva stavirnar rætt. Tað kann vera sera trupult at rætta skeivleikar, um ein
næmingur hevur tilognað sær ein skeivan skrivihátt.
Smáu søgurnar eru eitt gott høvi at venja skriftina. Í bókini er skrivað fyri við gráum, og
næmingarnir skriva tekstin av. Her læra teir bókstavasnið, skrivileið, og hvussu bókstavurin
stendur á grundlinjuni.
ál
bál
kál
mál
nál
ok
fok
lok
rok
tok
I...,42,43,44,45,46,47,48,49,50,51 53,54,55,56,57,58
Powered by FlippingBook