62
Til læraran
Nógvar fortreytir og fyrireikingar skulu til, um allir næmingar skulu koma væl í gongd
við at skriva og ogna sær eina góða handskrift. Ymiskt er, hvussu næmingar í 1. flokki
eru rørsluliga fyri, og atlit má takast til hvønn einstakan næming.
Í bókini
Betri handskrift - Lærarahandbók, Ástøði
er ein nágreinilig frágreiðing um øll
viðurskifti, sum hava týdning fyri skriving, og vit mæla til at lesa ta bókina.
Tað hevur stóran týdning, at næmingarnir læra at skriva stavirnar rætt frá byrjan, tí tað
kann vera sera trupult at rætta skeivleikar, um næmingurin fyrst hevur tilognað sær ein
skeivan skrivihátt.
Dømi um, hvussu arbeiðast kann við venjingum og skrivispølum, áðrenn skrivað verður
í skrivibókina:
Næmingarnir kunnu venja bókstavin á bókstavaørkunum, sum eru til Súluna. Tað ber
•
til at plasta ørkini, og næmingarnir fylgja skrivirætninginum við fremstafingri ella
skriva á ørkini við
whiteboard-
penni.
Bókstavurin kann verða teknaður á sandpappír, og næmingarnir merkja skapið og fylgja
•
skrivirætninginum á pappírinum.
Næmingarnir kunnu skriva bókstavin út í luftina við fremstafingri.
•
Teir kunnu skriva bókstavin á ryggin á hvørjum øðrum.
•
Teir kunnu skriva bókstavin á stórt pappír, á talvu, í sand o.s.fr.
•
Bókstavirnir kunnu eisini evnast til í modelervoksi, leiri ella fimoleiri.
•
Dømi um hetta er í lærarabókini til Súluna.
Gjøgnumgongd av bókstavasíðunum, s. 4-11, 14-21, 26-33, 36-40
Lærarin skrivar bókstavin á talvuna í stórari stødd og vísir, hvar byrjað verður at skriva
og hvønn veg, ið skrivað verður. Hann greiðir somuleiðis frá serligum eyðkennum við
bókstavinum. Prátað verður um tekningina og ljóðið, sum bókstavurin umboðar.
Áðrenn farið verður at skriva í bókina, gera næmingarnir onkra fyrireikandi venjing,
sí uppskot omanfyri. Arbeitt verður við einføldu grundformunum, sniði, skrivirætningi
og hæddarlutfalli bókstavanna millum. Næmingarnir læra eisini hóskandi fjarstøðu millum
bókstavir, orð og reglu.
Tosað verður um, hvar í húsinum teir ymsu bókstavirnir búgva. Summir búgva bara
í miðhæddini, meðan aðrir búgva í miðhæddini og á loftinum ella í kjallaranum.
Einstakir bókstavir búgva í øllum hæddum.
Í bókini er skrivað fyri við gráum, og hugsanin er, at næmingarnir skriva á fyriskrivaða
gráa tekstin, áðrenn teir sjálvir royna seg. Her læra næmingarnir bókstavasnið,
skrivileið, og hvussu bókstavurin stendur á grundlinjuni. Hetta er galdandi fyri allar
síðurnar í bókini.
Fyrst verða einstøku bókstavirnir skrivaðir, síðani verður bókstavurin settur saman við
øðrum bókstavum til løtt, ljóðrøtt orð og setningar.