Vit skriva - Súlan - page 64

Staviorð
At lesa og at stava kunnu sigast at vera tvær síður av somu søk, og at arbeiða við stavseting
ger næmingarnar tilvitaðar um ljóð og bókstavafylgjur. Hetta stuðlar lesiinnlæringini.
Eitt gott hugskot er, at næmingarnir hava smáar eskjur við nøkrum staviorðum í. Hetta
kunnu vera orð, sum lærarin hevur valt, ella orð, ið næmingurin hevur stavað skeivt í smáu
søgunum ella øðrum teksti, ið næmingurin hevur skrivað.
Tað skal vera avbjóðandi, men samstundis stuttligt at arbeiða við staviorðum. Staviorðini
skulu ikki vera ov nógv, tað skulu vera løtt ljóðrøtt orð, og næmingurin skal alla tíðina síggja
framstig. Tá ið næmingurin hevur dugað staviorðið tríggjar ferðir, eigur hann orðið, og tað
kann leggjast til síðis saman við hinum orðunum, sum næmingurin hevur ognað sær.
Saman við skriving kann slíkt ljóðarbeiði gera næmingarnar tilvitaðar um stavseting og
bókstavafylgjur longu frá byrjan.
Klaffurin aftast í bókini
Aftast í bókini er ein klaffur, sum næmingurin kann taka fram, tá ið hann skrivar. Á
klaffinum eru allir bókstavirnir við vegleiðing um, hvussu teir verða skrivaðir. Á einari
síðu eru smáu bókstavirnir, á hinari eru teir stóru.
Klaffurin kann eisini klippast úr skrivibókini og plastast.
64
I...,54,55,56,57,58,59,60,61,62,63 65,66,67,68
Powered by FlippingBook