Vit skriva - Súlan - page 63

Rím og bókstavarím, s. 24-25, 46-47
Næmingarnir skriva fyrst á fyriskrivaða gráa tekstin. Síðan skriva teir tekstin aftur á linjuna
niðriundir.
Hugskot:
Næmingarnir skriva síni egnu rím og bókstavarím. Hetta kann vera í eitt hefti
ella á eitt pappír. Tekning kann gerast til, og úrslitið heingjast á veggin. Eisini kunnu øll
úrslitini í flokkinum verða samlað í eitt hefti, sum allir næmingarnir fáa.
Tú kanst lesa meiri um rím og bókstavarím í lærarabókini til Súluna.
Fólkanøvn, s. 44-45
Næmingarnir venja at skriva stóru bókstavirnar, og at fólkanøvn verða skrivað við stórum.
Tvær tær niðastu reglurnar eru til teirra at finna uppá.
Smáar søgur, s. 48-57
Tað eru fimm smáar søgur aftast í skrivibókini. Hesar søgur eru fyrst og fremst ætlaðar
sum skrivivenjing. Lærari og næmingar lesa tekstin, tosa um orð og staviorð í kassanum.
Næmingurin skrivar fyrst á fyriskrivaða tekstin á høgru síðu og skrivar síðan sama tekstin
aftur niðriundir.
Fyrisøgn
Um næmingarnir hava skrivað nógv gjøgnum árið, kunnu smáu søgurnar nýtast sum fyrisøgn
móti endanum á 1. flokki.
Velur lærarin at skriva fyrisøgn, má arbeiðast við tekstinum, áðrenn skrivað verður.
Lærari og næmingar venja staviorðini. Tosað verður um sereyðkenni við summum orðum,
sum t.d. fitt, sum hevur stutt
i
-ljóð og tí hevur tvey
t
aftast.
Sjálvt um tað bert eru løtt ljóðrøtt orð í tekstinum, kann tað vera trupult hjá summum børnum
at fáa allar bókstavirnar við, tá ið tey skriva orðini. Tað kann tí vera ein hjálp at hugsa
í smærri eindum. Lærarin býtir orðini sundur í stavilsi (klapp) saman við næmingunum, og
tá ið næmingarnir skriva fyrisøgnina, verða tey biðin um at hugsa í klappum. Næmingarnir
kunnu møguliga venja hetta við at skriva orðini í stavilsum. Fyrst hugsa vit bert um fyrra part
av orðinum, síðan kemur seinni partur.
Vit býta orðini sundur, sum vit siga tey:
lítil lí til músin mú sin
Næmingarnir fáa staviorðini fyri at duga til ein ávísan dag. Í skúlanum verður fyrisøgnin
tá skrivað í eitt skrivihefti við hóskandi linjum. Tað ber til at næmingalaga fyrisagnirnar.
Lærarin fjølritar staviorðini, og tá ið skrivað verður, kunnu summir næmingar hava øll
staviorðini hjá sær, meðan aðrir bert hava ávís trupul orð. Summir næmingar kunnu hyggja
í bókina, meðan skrivað verður.
Lærarin má meta um, um flokkurin er búgvin at skriva tekstin sum eina fyrisøgn. Hetta
kann møguliga goymast til seinni, tí tað er týdningarmikið, at skriviuppgávan ikki kennist ov
torfør hjá næmingunum.
63
I...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66,67,68
Powered by FlippingBook