S eks spurningar
um at vera til
Millumtekstasambond
- Tá vit síggja tebryggjaran, kunnu vit bera saman við høvuðspersónin í klassisku søguni ”Alice in Wonderland” (Lewis Carroll 1865), sum er eitt barn, ið drekkur te, og dettur niður í eitt hol í jørðini.
- Tá vit síggja løgreglumannin, kunnu vit knýta til Peter Sellers sum inspector Clouseau í “The Pink Panter” (Blake Edwards 1963 ff).
- Litaval, lutir og rúm kunnu eisini knýtast til leikstjóran Wes Anderson og stiliseraðar filmar sum ”The French Dispatch” (2021).
- Hvíta andlitsmálingin hjá Tebryggjaranum, sum er ein gomul siðvjena í sjónleiki, sæst í "Les Enfants de Paradis" (Marcel Carné 1945).
- Teknaðu bøkurnar hjá Bárði Oskarsson, serliga ”Flata kaninin” (2011), kunnu eisini verða bornar saman við søgugongdina og staklutir í hesum parti, har talan er um tað ítøkiliga at doyggja og verða jarðaður, og hugsanina um at reisa upp aftur. Flata kaninin, sum er yvirkoyrd, verður í bókini hjá Bárði gjørd til ein dreka, sum kann fáast at flúgva.
- Arbeiðsspurningurin er, um hesi millumtekstasambond kunnu víðka um okkara fatan av filminum, ella bara gera upplivingina stuttligari, tí tey gera ein eyka karm um hendingarnar, alt eftir, hvussu aktivt vit hyggja, tá vit síggja film?
- Kunnu vit velja, um vit hyggja aktivt ella passivt?
- Finnið YouTube-klipp úr nevndu filmunum og føroysku teknibókina. Skiftið orð um tað funktión, sum alment liggur ella kann liggja í millumtekstasambondum.