Skip to main content

Hjartabørn í Kenja

Henda temasíða byggir á ein film um ein skúla í Nairobi í Kenja. Tað er føroyski felagsskapurin Mirjam, sum rekur skúlan saman við øðrum. Felagsskapurin leggur eisini dent á at stuðla gentum og kvinnum. Fjøruti kvinnur eru knýttar at skúlanum í Kenja. Í Liberia, har felagsskapurin eisini er virkin, eru hundrað kvinnur.

Felagsskapurin er diakonalur, sum merkir, at hann byggir á kirkjuligt grundarlag og at umsorgan eisini er ein táttur í skúlagongdini.

Hilda Viderø, sum er úr Klaksvík, stendur fyri Mirjam felagsskapinum. Í filminum hoyra vit hana siga, at tað er sum at vinna í lottarínum, sleppur tú í skúla.

Tvørgreinalig temasíða í hádeild

Henda temsíða er ætlað at brúka í hádeild í lærugreinunum landalæra, søgu, enskum og kristni. Skotið verður upp, at arbeitt verður við temasíðuni í eitt avmarka tíðarskeið, ikki meir enn tvær vikur, so ein dynamikkur kann verða í arbeiðnum, samstundis sum ein ávís dýpdarfatan fast av skúlagongd í Afrika. Byrjað verður við at síggja filmin í myrkalagdum rúmi, har gott er at sita. Umboð fyri filmin innleiður sýningina í fimm minuttir.

Heimildarfilmur

Saman við øðrum føroyingum vitjaðu Niels Jóhan Sigurðsson og Rakul Ró Steintórsdóttir kenjanska skúlan í februar 2024. Við sær høvdu tey eitt lætt myndatól, sum Niels Jóhan hevði undir hond, meðan Rakul Ró sigur frá og lesur tekstin frá ferðini sum voice over.

Filmurin byggir á heimildir frá fólkum tey møttu á ferðini og eisini lýsa í samrøðum. Tey eru føroyingar, íslendingar og afrikanarar. Filmurin varir 40 minuttir og málini vit hoyra, eru føroyskt og enskt.

Niðanfyri sært tú filmin. 

Orðið "hjartabarn"

Hjartabarn er gamalt føroyskt orð. Í seðlasavninum hjá Fróðskaparsetrinum verður víst til eina søgu hjá Sofíu Petersen, sum hevur heitið Meðan sólin rennur. Søgan stóð í Varðanum nummar 22, sum er frá 1942. Í hesi søgu kemur orðið hjartabarn fyri.

Finnið orðið á síðuni.

Finnið ein nýggjari týdning, sum orðið Hjartabarn hevur fingið. Greiðið frá, hví orðið hevur fingið nýggjan týdning og hvat tað umboðar. Kunnu orð hava ymsan týdning í ymsum høpi?

At vinna í lottarínum

Í filminum verður sagt, at sleppur tú í skúla, er tað sum at vinna í lottarínum. Heftið tykkum við henda setning og skifti orð um hann, bæði við støði í Føroyum og í Kenja, sum filmurin lýsir.

  • Hvønn týdning hevur skúlagongd fyri eitt samfelag?
  • Hvønn týdning kann tað fáa fyri eitt samfelag, um bara tey ríku sleppa í skúla?
  • Skulu vit rinda fyri skúlagongd í Føroyum? Og hvussu er í Kenja?

At ferðast út í heim

Filmurin er úrslit av eini ferð til Kenja saman við øðrum føroyingum. 

  • Hevur tú ella nakar annar í flokkinum skrivað ferðafrásøgn, tá tú hevur ferðast?
  • Hvønn týdning hevur tað fyri teg, um tú setur tær fyri at skriva, tá tú ferðast?
  • Ferðast vit annarleiðis, tá vit hugsa um grøna orkuskiftið og veðurlagsbroytingar?
  • Greið frá, hvat Safari er fyri nakað.

Hilda

Tíðliga í filminum verður Hilda nevnd.

  • Hvør er hon?
  • Hvussu leingi hevur hon arbeitt við Afrika?
  • Hilda sigur, at hon hevur fingið eitt kall. Hvat er tað, at fáa eitt kall?

Filmiskt frásøgukynstur

Í einum stuttum broti, har vit koyra í bili saman við Hildu, steðga vit meðan klæðini, sum hanga á snórinum, verða rullaði upp.

  • Hvat sigur henda sena? Hevði hon verðið líka góð, um hon varð skrivað í teksti, ella sum her, endurgivin í filmi? Eru summar senur, sum í eini ferðafrásøgn rigga best í filmi?

Anna Rúna

Í filminum hitta vit eisini Onnu Rúnu, sum er lærari.

  • Hvussu fatar hon skúlan?
  • Hvat sigur hon um genturnar og børn teirra?
  • Hvat heldur Anna Rúna um kynsbýtið?

Aðrar kvinnur í filminum

Vit hoyra og síggja eisini aðrar kvinnur í filminum. Susan greiðir frá hennara bakgrund, eins og Jean Krista.

  • Hvat heftir tú teg mest við, av tí, sum tær báðar siga?
  • Finnið minst eina kvinnu, sum gjøgnum søguna hevur virkað diakonalt við umsorgan á kristnum grundarlagi úti í heimi.

Byrða hvíta mansins

Rudyard Kipling, sum skrivaði søgurnar um Mowgli (The Jungle Book) í 1890’unum, skrivaði um somu tíð eina langa yrking um uppgávuna og byrðina hjá hvíta manninum. Yrkingin, sum hoyrir til eina aðra tíð, sigur, at hvíti maðurin, sum búi mitt í bretska heimsveldinum, skuldi fara út í heim og hjálpa teim, sum ikki vóru so hvít, sum í bretska kongshúsinum, og búðu í fjarastu londunum, har bretska krúnan ráddi. Í júst hesum føri hugsaði Kipling um Filipsoyggjar, sum vóru nýggjar í kongsveldinum. Fáið læraran í enskum at lesa yrkingina upp fyri tykkum og greiða frá, hvør meiningin mundi vera, tá Rudyard Kipling skrivaði hetta. Eftir upplesturin finna vit ein mann ella kvinnu, ið hevur virkað sum trúboðari í einum fjarum landi ella mentan. Vit spyrja trúboðaran um hann kennir yrkingina hjá Kipling, og hvat hann heldur um hana.

Teksturin til yrkingina er á wikipedia.

Heimsmálini

Vit arbeiða við Heimsmálunum. Hvør altjóða stovnur hevur samskipað tað, vit kalla Heimsmálini? Hvussu mong eru Heimsmálini? Hvat er endamálið við Heimsmálunum?

Gjøgnum heimildarfilmin síggja vit, hvussu umráðandi tað er, at hava atgongd til reint vatn. Vit síggja og hoyra eisini um javnstøðu millum kynini, rættin til útbúgving og rættin til sámuligan bústað.

Við støði í Heimsmálunum arbeiða vit við filminum og hefta okkum við hesi orð: vatn, javnstøða, útbúgving og bústaður.

  • Hvørja fatan fáa vit av støðuni í Kenja, tá filmurin lýsir hesi fýra orð?

Lúrandi vandamál

Gjøgnum filmin hoyra og síggja vit, at fleiri vandar eru í Kenja og Afrika. Millum stikkorðini, vit kunnu hefta okkum við, eru orð sum streetchildren, at verða umskorin, at liva í slumminum, at selja seg sjálvar, at verða einlig mamma, at liva í fátækaváða, at verða drop out, at fáa AIDS og at verða kravd eftir skúlagjaldi.

  • Skiftið orð um hesar vandar og takið støðu til, hvat kyn hesir vandar í mesta mun kunnu hugsast at raka.

Vitlíki, CoPilot og ChatGPT

Vit fara at arbeiða við vitlíki og velja eftir ráðum lærarans antin kjattbottin Copilot ella ChatGPT. Endamálið er at brúka kjattbottin sum samstarvsfelaga í einum kjaki um Afrika og livivánir har.

Tá vit hava loggað á, spyrja vit fyrst, hvat land í Afrika er tað besta at liva í. Endamálið er at finna fram til eitt svar, ið bendir á at vísa á tað land, sum í allar mátar er javnast og hevur besta aldursbýti. Er trupult at fáa svar á føroyskum kann skiftast til enskt. Tá kann verða spurt um diversity, best to live in og so framvegis.

Nú fara vit miðvíst fram í eini roynd at fáa ein kjakfelaga. Vit siga við kjatbottin:

Vit fara til Afrika.

Síðan spyrja vit:

  • Hvat er besta land í Afrika?
  • Um eg skal flyta til Afrika, hvar er so best at búgva?
  • Hvat land hevur hægsta livialdur?
  • Hvat land hevur lægsta livialdur?
  • Er Kenja eitt gott land at liva í?
  • Hava øll reint vatn í Kenja?
  • Hvussu leingi ganga gentur í skúla í Kenja?
  • Hvør er miðallivialdurin í Kenja?
  • Nær eiga gentur í Kenja fyrsta barnið?
  • Hava nógv AIDS í Kenja?
  • Duga øll at lesa í Kenja?

Seymimaskinur

  • Hvønn týdning fáa seymimaskinur í tí samfelag, sum vit í filminum síggja í Kenja?
  • Hevur tú sæð maskinur, sum eru meira modernaðar enn hesar?
  • Hvør tanki liggur aftanfyri at læra kvinnur at brúka eina seymimaskinu?

Hvat læra vit?

Tá vit eru komin til endan í filminum, sum øll hava sæð, skifta vit orð um, hvat vit hava lært av honum. Hugsið eisini um setningin ’Afrika er ikki bara fátækradømi’. Hvør sigur hann og hvat liggur í honum?

At enda grunda vit einsæris yvir spurningin ’Hvat hevur filmurin lært meg?’. Síðan taka vit í felag saman um filmin Hjartabørn í Kenja, og geva honum eitt grundað ummæli við egnum orðum, ein í senn.