Skip to main content

Ikki illa meint - stuttfilmur (Andrias Høgenni 2019)

Arbeiðsuppgávur

Føroysku vinkonurnar Marita og Elinborg møtast í einum donskum handli. Tær búgva báðar á Oyrasunds kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Vit skilja, at tær kennast væl, men nú er nakað fráliðið síðan tær hittust.

Marita og Elinborg royna at práta vinarliga, men greitt er, at okkurt er hent á Facebook, ið hevur órógvað vinarlagið, nú tær møtast í veruleikanum. 

1) Flokkurin viðger evnið Facebook í føroyskum høpi. Til ber at fara í stuttsøgusavnið Virus (2019) hjá Sámal Soll og finna evnið Facebook. Skiftið orð um evnið Holocaust og onnur fólkadráp, og hvussu fólk vórðu fyribeind av ymsum ávum. Haldið hesa søguligu ræðugerð upp móti tí gerandisliga at sletta ein vin á Facebook. Hvat hendir, tá tú møtir slettaða vininum?

2) Filmurin Ikki illa meint hevur eina liniéra tíðargond, tað vil siga at hann byrjar í fortíðini, so eru vit í nútíðini og endin, eitt ervi, er tríggjar mánar aftaná at vinkonurnar møttust í danska handlinum. Greið frá tíðargongdini í søguni. Hvussu nógvar partar kann søgan býtast sundir í? Er alt veruleiki? Skriva stikkorð um hvønn partin í søguni.

3) Hvussu lýsir filmurin danska handilin?

Er lætt at fáa yvirlit millum hillarnar og ber til at krógva seg í handlinum?

Ber saman við, hvussu filmurin lýsir ervið í endanum.

Hvørjar avleiðingar eru við at myndastøddirnar broytast ígjøgnum filmin?

4) Filmurin nemur við fleiri kenslur og hugløg.

Í einum lívssyklusi ber til at siga, at svart umboðar sorg, at grønt ímyndar lív og vøkstur, men sami litur kann eisini verða ein ímynd av sviki og at verða avvístur. Vanligt er eisini at siga, at blái liturin umboðar blues og melankoli.

Tak nú støðu til, hvønn leiklut ymsu litirnar fáa í filmisku søgugongdini.

Hygg at øllum filminum og skriva niður teir sjónligastu litirnar, sum tú sært.

5) Greitt er, at filmurin fer fram millum føroyingar í Danmark.

Tak støðu til, um tað hevði borið til at flutt somu søgu til Føroya og fortalt hana her.

Hevði filmurin tá verið ørðvísi, ella er søgan universell og leys av tíð og stað og einum isoleraðum minniluta, sum til dømis føroyingum í Danmark?