Skip to main content

Reyðkollur

Reyðkollur (lat. Carduelis flammer L; da. Gråsisk) er heldur minni enn steinstólpa. Á sumri er hann grásprøklutur á kápuni, hvítur við gráum strikum í neðra; veingirnir eru dimmir við hvítari rond; skallin er glitrandi reyður; steggin er eisini reyður á bringuni og drunninum. Um veturin er bøgan brúnlig, har sum hon var hvít, og oman á skallanum. Hann eigur í norðanlondum, eitt nú Íslandi og Noregi. Um veturin flytur hann seg suður, men summir verða eftir, og í kava leita teir at húsum eftir føði. Hann er sera spakur fuglur. Í Føroyum síggjast teir stundum, mest vár og heyst; hent seg hevur, at teir hava klakt og fingið ungar.

Ein maður hevði fangað ein og bar mær hann. Eg slepti honum í skúlastovuna. Skjótt var hann so spakur, at hann setti seg á hondina á skúlabørnunum. Og bæði eg og børnini vóru ofta bilsin við at síggja, hvussu væl hann ansaði eftir tí, ið viðurfórst inni, og hvussu væl hann dugdi at skyna á og vara seg, um vit nú og tá ætlaðu at lumpa hann. Okkum tykti, at hann var líka vitugur sum ein klókur hundur. Stuttligt kundi verið at skrivað nøkur dømir um vit hansara, men her er ikki rúm til tess.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.