1 Basa fátækradømi
Hetta fyrsta heimsmálið snýr seg um at basa ógvusligum fátækradømi fyri ár 2030. Heimsbankin lýsir fólk við inntøku lægri enn $1.25 um dagin sum ógvusliga fátøk. Tað er ein stór avbjóðing at røkka málinum, men tað gongur rætta vegin.
Í 1990 vóru umleið 1,6 milliardir fólk ógvusliga fátøk. Í dag er talið fallið niður í eina helvt til 767 milliónir. Samstundis er heimsins íbúgvaratal hækkað munandi. Hetta merkir, at parturin av teimum ógvusliga fátøku er fallið frá umleið 35% til færri enn 11%, sambært tølum hjá Heimsbankanum í 2013. Runt roknað var sostatt triði hvør ógvusliga fátækur í 1990, og talið er síðani fallið til tíggjunda hvønn íbúgva.
Men tað er ikki nóg mikið einans at basa tí ógvusliga fátækradøminum. Eitt tilverugrundarlag uppá 20 ella 30 krónur um dagin røkkur ikki til góðan mat, og til at tryggja børnum grundleggjandi skúlagongd. Tí hava øll lond sett sær fyri, at minka um partin av fólkinum, sum livir undir fátækramarkinum, niður í eina helvt.
At minka um fátækradømi krevur bæði burðardyggan búskaparligan vøkstur, og at fleiri fáa lut í ágóðunum frá vøkstrinum. Teimum fátækastu tørvar ofta grundleggjandi rættindi og atgongd til útbúgving og tøkni, so tey kunnu leggja lunnar undir eitt virðiligt lív bæði fyri seg sjálvi og sínar eftirkomarar. Framburðurin má byggja á burðardyggan vøkstur og burðardygga nýtslu av tilfeingi, so komandi ættarlið fáa somu fortreytir at skipa seg í vælferðarsamfeløgum, sum vit hava havt.
Hetta er fyrsta heimsmálið.
Undranarspurningur
Hvussu nógv er $1.25 í okkara peningi? Hevði tú klárað at liva fyri hesa upphædd í ein dag, hvønn dag í árinum? Tel saman, hvussu nógvan pening tær tørvar, at liva fyri í ein dag.
Undirmál
1.1 Fyri 2030 at beina fyri allari ógvisligari fátækt hjá øllum fólkum allastaðni, í løtuni at rokna eftir fólkum, sum liva av minni enn $1.25 um dagin
1.2 Fyri 2030 at minka við einum helmingi tann partin av monnum, kvinnum og børnum í øllum aldri, sum liva í fátækt í øllum líki sambært altjóða allýsingum
1.3 Seta í verk hóskandi sosialar trygdarskipanir og tiltøk í øllum londum fyri øll á, eisini lágmørkini, og fyri 2030 at náa heilt stórum parti av teimum fátæku og teimum, sum eru illa fyri
1.4 Fyri 2030 at tryggja, at allir menn og allar kvinnur, serliga tey fátæku og tey, sum eru illa fyri, hava sama rætt til búskaparliga tilfeingið og atgongd til grundleggjandi tænastur, ognarrætt og ræði á landi og aðrari ogn, arvi, náttúrutilfeingi, hóskiliga nýggja tøkni og fíggjarligar tænastur, sum eisini umfata mikrofígging
1.5 Fyri 2030 at byggja upp treystið hjá teimum fátæku og teimum í veikari støðu og gera tey minni viðbrekin og ástødd fyri ógvisligum tilburðum og øðrum búskaparligum, sosialum og umhvørvisligum skelkum og vanlukkum, sum tongd eru at veðurlagi
1.a Tryggja, at nóg mikið av tilfeingi fæst til vega frá ymiskum keldum, eisini gjøgnum víðkað menningarsamstarv til tess at fáa til vega nóg góð og kend amboð til menningarlond, serstakliga tey lond, sum minst eru ment, til tess at seta í verk virkisskráir og politikk fyri at basa fátækt í øllum líki
1.b Skapa góðar rammur um politikk á lands-, økis- og altjóðastigi, grundað á menningarvirkisætlanir, sum serliga hava atlit at fátækt og eru javnrættindum, til tess at stimbra fleiri íløgur í tiltøk, ið skulu beina fyri fátækt
Heimsins bestu tíðindi
Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting í 2018.
Hesar greinar umrøða Heimsmál 1: