Skip to main content

Skulu vit taka veruliga stór tøk, at tryggja eina burðardygga framtíð, noyðast vit at broyta okkara framleiðslu og nýtslu. Mannaættin nýtir ómetaliga nógv tilfeingi. Stórur partur av hesi nýtslu er óneyðugur.

Bara í Bretlandi verða hvønn dag burturbeindar 1,4 milliónir bananir. Hetta eru búnar bananir, sum eru vaksnar langt burturi. Tær eru oftast sproytaðar við vakstrarevnum, og fluttar túsundtals kilometrar. So enda tær í bretskum ruskbingjum, tí alt kemur ikki til sættis. Sambært tølum frá ensku stjórnini, viðgongur triði hvør breti, at hann tveitir bananina í skrell, um bara ein plettur ella eitt merki eru á henni. Tíggjundi hvør tveitir enntá bananir burtur, um partur av bananskalinum enn er grønt.

Minni matoyðsl

Hesin trupulleiki snýr seg ikki bara um bananir. Umleið triðingurin av øllum heimsins matvørum enda sum rusk. Hetta merkis eisini, at her er ein stórur møguleiki. Broyta vit hugsunarhátt, kunnu vit síggja spiltan mat sum tilfeingi, ið vit betri kunnu nýta. Tólvta heimsmálið snýr seg millum annað um at minka matoyslið í heiminum við eini helvt innan 2030.

Skynsama nýtslu og framleiðslu

Umframt matvørur framleiða vit eisini eina ørgrynnu av lutum, ið vit kanska ikki hava tørv á. Kann eisini henda, at hesir lutir ikki verða framleiddir undir virðiligum korum. Hetta førur við sær eina ovurhondsstóra nýtslu av heimsins tilfeingi. Framleiðslan og flutningurin av vørunum eru við til at oyða umhvørvið, bæði lokalt og globalt. Í nógvum førum kann framleiðslan broytast, so skaðilig evni verða býtt um við minni skaðilig evni, og at hesi ikki verða latin beint út í umhvørvið. Áðrenn 2020 skulu vit handfara øll dálkandi evni og spillevni á ein umhvørvisliga skynsaman og tryggan hátt.

 

Undranarspurningar

Tá komið verður eftir ruskinum, er tað tá helt vist, at alt sum vit koyra burtur, veruliga er spilt?

Vend aftur til undranarspurningarnar í grein 11, og tosið aftur um matoyðsl, og hvat tað er sambært bóklinginum Leiðin til minni rusk. Eru øll samdu um, hvat er matoyðsl?

Kunnu vit minka um nøgdina av ruski?

Hvussu nógv man matur fylla av øllum tí ruski, sum eitt vanligt húsarhald koyrir burtur?

 

Undirmál

12.1 Seta í verk 10 ára Rammusáttmálan um virkisskráir fyri burðardygga nýtslu og framleiðslumynstur. Øll lond fara til verka við ídnaðarlondunum á odda við fyriliti fyri menning og møguleikum í menningarlondunum

12.2 Fyri 2030 skal burðardygg stýring og munadygg nýtsla av náttúrutilfeingi fáast at virka

12.3 Fyri 2030 skal matoyðsl minka við eini helvt fyri hvønn íbúgva um allan heim á smáhandils- og brúkarastigi, og matmissur í framleiðslu- og veitingarketunum skal eisini minka, millum annað tá ið heystað verður

12.4 Fyri 2020 skal fáast í lag umhvørvisliga haldgóð stýring av kemiskum evnum og øllum spillevnum alla lívsringrásina hjá evnunum í samsvari við altjóða rammusáttmálar, sum semja er um, og útlátið út í luft, vatn og jørð skal minka í stórum fyri at minka skaðiligu ávirkan teirra á mannheilsu og umhvørvi

12.5 Fyri 2030 skal alt burturkast, ið framleitt verður, skerjast í stórum við fyribyrging, skerjingum og endurnýtslu

12.6 Eggjað verður feløgum, serliga stórum og tvørlandafeløgum, til at taka í nýtslu burðardyggar mannagongdir og at flætta kunning um burðardygd inn í fráboðanarringrásirnar

12.7 Virkað verður fyri almennum útveganarmannagongdum, sum eru byrðardyggar í samsvari við politikk og raðfestingar hjá londunum

12.8 Fyri 2030 verður tryggjað, at fólk allastaðni hava viðkomandi kunning um og ans fyri burðardyggari menning og lívsstíli í samljóði við náttúruna

12.a Stuðla menningarlondum í at bøta vísindaligu og tøknifrøðiligu førleikarnar og flyta seg nærri burðardyggari nýtslumynstrum og framleiðslu

12.b Menna og seta í verk amboð at hava eftirlit við tí árini, sum burðardygg menning hevur á burðardyggan ferðafólkaídnað, sum skapar arbeiði og varpar ljós á mentan og vøru í landinum

12.c Stuðul til ineffektivt steinrunnið brennievni, sum eggjar til oyðsl, verður skerdur við at taka burtur marknaðaravlagingar, alt eftir landsins umstøðum, eisini við at umskipa skattareglur og at avtaka skaðiligar stuðulsskipanir fyri at endurspegla ta árin, tey hava á umhvørvið. Hetta verður alt gjørt við fyriliti fyri tí serliga tørvi og teimum umstøðum, menningarlondini hava, og fyri at minka ta skaðiligu ávirkan, tað kann hava á teirra menning á ein hátt, ið verjir tey fátæku og tey samfeløgini, ið verða ávirkað

 

Barnaútvarpi um heimsmál nr 12

Tey í skúlanum í Hvalvík hava havt evnisviku um heimsmálini - og tey hava havt um heimsmál nr. 12.

Lurta eftir sendingini her

 

Heimsins bestu tíðindi

Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting í 2018. 

Hesar greinar umrøða Heimsmál 12: