Trettanda heimsmálið er um, at tálma veðurlagsbroytingum. Vit skulu verða betri før fyri at standa ímóti teimum broytingum, sum ikki slepst undan. Eisini skulu vit hjálpa menningarlondunum at minka um teirra útlát av CO2. Tað skal vera á ein hátt, sum varðveitir neyðuga búskaparvøksturin at røkka málinum um at basa ógvusligum fátækradømi.
Veðurlagsavtalan, sum varð gjørd í París í 2015, var eitt týdningarmikið stig á røttu leiðini. Men avtalan er í sjálvum sær ikki nóg mikið at loysa trupulleikan. Neyðugt er at minka munandi meira um útlátið av vakstrarhúsgassum, enn tað sum avtalað er, skulu vit sleppa undan ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum. Tí er ætlanin at bøta um avtaluna í stigum, soleiðis at alheims útlátið minkar í hvørjum. Hetta fer at krevja skjótari broytingar í heimsbúskapinum enn nakrantíð áður, og avbjóðingin er ómetaliga stór.
Hinvegin eru eisini ábendingar um, at broytingin er í gongd. Áður var Kina mett sum størsti trupulleikin, tá samráðst varð um umhvørvið, tí øll hildu at Kina fór ikki at steingja tey mongu kolorkuverkini. Í dag gera kinesarar størri íløgur í varandi orku enn nakað annað land í heiminum. Úr Kina hava tey boðað frá, at tey verja Parísavtaluna, sum amerikanska stjórnin vil taka seg úr.
Partur av orsøkini til, at kinesarar í størri mun enn onnur, eru farin at nýta grønar loysnir, er, at prísurin á sólsellum er minkaður við 80% síðani 2008. Hetta merkir at kinesarar leggja seg eftir at nýta ta orkuna, ið loysir seg best. Serliga tá hugsað verður um, at fleiri kinesiskir stórbýir eru um at kvalast av luftdálking frá kolorkuverkum og ferðslu. Fleiri onnur lond eru eisini við at leggja um til varandi orku, serliga tí at prísurin á sólorku nú er kappingarførur við kol og olju.
Vindorka er betri umtókt enn nakrantíð fyrr. Eftir bara einum ári er kolnýtslan í Stórabretlandi minkað við 52%. Trý kolorkuverk eru afturlatin og gamla ídnaðartjóðin nýtir nú meira vindorku enn kolorku.
Undranarspurningar
Hvat útlát dálkar sambært hesum tíðindum mest? Hvussu er viljin í landinum at tálma tí útláti, sum dálkar mest?
Grein á kvf.fo
Hvussu eru útlitini fyri at dálking og útlát verða minni í framtíðindi, sambært hesum tíðindum?
Undirmál
13.1 Styrkja mótstøðumegina og evnini at laga seg eftir váðum, sum elvdir eru av veðurlags- og náttúruvanlukkum í øllum londum
13.2 Flætta tiltøk í sambandi við veðurlagsbroytingar inn í landspolitikk, virkisskráir og virkisætlanir
13.3 Bøta um undirvísing, kunnleika og førleika hjá fólki og stovnum at mótvirka, laga seg eftir og avmarka skaða av veðurlagsbroytingum og í góðar tíð at ávara um verðulagsbroytingar
13.a Seta í verk tað, ið ídnaðarlond hava bundið seg til at fremja við ST-rammusáttmálanum um veðurlagsbroyting, sum hevur sum mál í felag at útvega $100 milliardir árliga fyri 2020 frá øllum keldum fyri at nøkta tann tørv, menningarlond hava, saman við týðandi atgerðum og gjøgnumskygni við at seta í verk og til fulnar fáa Grøna veðurlagsgrunnin at virka við fíggjargrundarlagi grunsins sum skjótast.
13.b Menna mekanismur, sum bøta um førleikan at skipa fyri virkisførum ætlanum og umsitingum, sum hava samband við veðurlagsbroytingar í teimum minst mentu londunum og smáoyggjum í menning, eisini við serligum denti á kvinnur, ungfólk og staðheft og lítilsgjørd samfeløg
Heimsins bestu tíðindi
Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting í 2018.
Hesar greinar umrøða Heimsmál 13: