Skip to main content

Lívið í havinum hevur størri týdning, enn tey flestu geva sær far um. Eitt nú stavar umleið helvtin av súrevninum í luftini frá taranum í sjónum. Hartil veitir havið fisk, skeljadjór og lívsneyðugar proteinir til áleið tríggjar milliardir fólk.

Tí skal eisini havið farast um við varsemi. Í dag eru umleið 40% av heimsins høvum ovbyrðað av dálking, ovurfiskiskapi og oyðing av korallrivum, har fiskur og onnur djór í havinum halda til.

Burðardyggur fiskiskapur, størri búskaparligir fyrimunir og minni dálking

Fjúrtanda heimsmálið snýr seg millum annað um, at áðrenn 2020 skulu vit umsita og skipa fiskiveiðu á ein burðardyggan hátt, og áðrenn 2030 skulu vit økja um búskaparligu fyrimunirnar við at gagnnýta havtilfeingið fyri smá oyggjasamfeløg í menning. Harafturat skulu vit minka munandi um dálking, serliga frá plastikki. 

Hóast høvini í dag eru undir stórum trýsti, eru eisini ábendingar um, at heimsins lond nærka seg eini burðardyggari kós. Víddin á vardum havøkjum er tvífaldað síðan 1990. Munandi færri oljulekar eru frá tangaskipum enn í sjeytiárunum, hóast meira olja verður flutt sjóvegis nú enn áður. Fleiri lond gera eisini átøk móti dálking frá plastikki, sum serliga rakar høvini. Londini leggja avgjøld á ella banna plastikkposar, til tess at eggja fólki frá at nýta plastikkposar. Í 2016 skrivaðu 57 lond undir ST-sáttmálan »Port States Measures Agreement«, sum hevur til endamál at steðga ólógligum, ófráboðaðum og óskipaðum fiskiskapi. Við miðvísum arbeiði í mong ár eru fleiri sløg av hóttum fiskasløgum og havsúgdjórum bjargað undan oyðing.

Minka um útlát av CO2

Heimshøvini taka stóran part av mannaskapta CO2 útlátinum, og tálma tí veðurlagsbroytingum. Djúpu og køldu høvini taka eisini ein stóran part av orkuni úr vaksandi hitanum í heiminum. Hesum kunnu høvini ikki halda áfram við uttan avleiðingar. Heitari høvini verða og meira orka er í teimum, ógvusligari verða stormarnir. Heita vatnið við hægri innihaldi av CO2 er eisini skaðiligt fyri korallriv og skeljadjór. Allastaðni verða royndir gjørdar fyri at bjarga korallrivum, men tað munar mest, um vit skerja útlátið av CO2 munandi.

 

Undranarspurningur

Í hesi grein frá Kringvarpinum verður sagt, hvar Føroyar eru í havstreyminum

Finnið Føroyar á heimskortinum og fylgið teim havstreymum, sum raka okkum. Hvat burturkast er tað, sum havstreymar kunnu føra til okkara? Hvør er avleiðingin av júst hesum burturkasti? 

Streymkort úr "Atlasi til heim og skúla"

Hyggið í streymkortið yvir allan heimin. Hvar eru Føroyar? Hvør havstreymur rakar okkum? Hvønn týdning hava streymarnir fyri okkum og tað lív, sum er í havinum á okkara leiðum?

 

Undirmál

14.1 Fyri 2025 skal bann verða sett fyri allari havdálking, hon skal minkast munandi, serliga dálking frá virksemi á landi, ið fer á sjógv, og dálking frá taðevnum

14.2 Fyri 2020 skulu vistskipanir í høvum og fram við strendur verða vardar og umsitast á burðardyggan hátt fyri at sleppa undan skaðiligari ávirkan millum annað við at styrkja teirra mótstøðuføri og við at fáa tær endurskaptar til tess at fáa sunn og fruktagóð høv.

14.3 Havsúrgan skal minkast og lagt verður eftir ávirkanini frá súrgan, millum annað við meiri vísindaligum samstarvi á øllum stigum

14.4 Fyri 2020 skal fiskiskapur verða stýrdur við harðari hond og endi verða gjørdur á ovurfiskiskapi, ólógligari og ófráboðaðari fiskiveiðu og oyðandi veiðiháttum. Settar verða í verk vísindaliga grundaðar umsitingarskipanir til tess at fáa fiskastovnar at koma fyri seg aftur skjótast gjørligt, og í minsta lagi upp til stovnar, ið kunnu ala av sær burðardygga veiðu, mett eftir teirra lívfrøðiligu serkennum

14.5 Fyri 2020 skulu í minsta lagi 10 prosent av øllum stranda- og havleiðum verða vardar í samsvari við lands- og altjóða lóg og grundað á bestu vísindaligu kunning, ið er til fals

14.6 Fyri 2020 skal ávísur stuðul til fiskivinnuna, sum ger sítt til at eggja til ovurorku og ovurfisking, verða bannaður, og beint verður fyri studningsskipanum, sum eggja til ólógligan, ófráboðaðan og óskipaðan fiskiskap. Givist verður við at koma við nýggjum stuðli av slíkum slag, viðurkennandi, at hóskandi og munadygg, serstøk og ymisk viðgerð fyri menningarlond og tey minst mentu londini skal vera ein samskipaður táttur í Fiskivinnustuðulssamráðingum hjá Heimshandilsfelagsskapinum 16

Vit atliti at Heimshandils samráðingarnar, Doha menningarskránni og Hong Kong ráðharraheimildini

14.7 Fyri 2020 skulu búskaparligu fyrimunirnir til smáoyggja menningarlond og tey minst mentu londini við burðardyggari nýtslu av havfeingi økjast, eisini ígjøgnum burðardygga umsiting av alivinnu og ferðafólkavinnu

14.a Økja vísindaliga kunnleikan, menna granskingarførleikar og flyta øðrum havtøknifrøði við atliti at Millumstjórnaligu havfrøðiligu nevndarkriteriunum og leiðreglunum um flutning av havtøkni til tess at bøta um heilsustøðuna í høvunum og at fáa meira burtur úr havsins margfeldi til at stimbra menningarlondini, serstakliga smáoyggjar í menning og tey minst mentu londini

14.b Sleppa smáútróðri fram at havfeingi og marknaðum

14.c Økja verju og burðardygga nýtslu av høvunum og teirra tilfeingi við at seta í verk altjóða lóg, sum hon sæst í ST-havrættarsáttmálanum, sum setur lógarkarmin um at varðveita og nýta høvini og teirra tilfeingi á burðardyggan hátt, sum nevnt í grein 158 í “Framtíðini, vit vilja hava”

Heimsins bestu tíðindi

Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting í 2018. 

Hesar greinar umrøða Heimsmál 14: