David Attenborough um veðurlagsbroytingar
Sir David Attenborough (f. 1926) er kendur bretskur sjónvarpsmaður, sum alt lívið hevur varpað ljós á djóralív og umhvørvi. Hann hevur verið programleiðari í BBC, hevur gjørt hópin av sendingum og filmum, fingið nógvar kendar virðislønir og fekk heiðurin at verða kallaður Sir í 1985. Sir David Attenborough er eisini við í filminum Grindahvalur, sum er eitt samstarv millum føroysk og útlendsk djóra- og umhvørvisverndarfólk. Filmurin er við í evninum Dýrið bløðir á Snar.
Á ST veðurlagsráðstevnuni, COP24, sum varð hildin í Katowice í Póllandi fyri jól í 2018, bar Sir David Attenborough fram røðu um størstu hóttan í fleiri túsund ár.
Her er røðan hjá Sir David Attenborough á skrift
Her er stuttfilmurin, The People’s Seat, sum Sir David Attenborough byggir røðuna á