Skip to main content

Eitt aktiv í undirvísingini

 

Sámal Matras Kristiansen, sum er samfelagsfrøðingur og ritstjóri í Námi, heldur, at tey seytjan heimsmálini hjá ST kunnu í fyrstu syftu tykjast fremmand og óviðkomandi.

- Men kava vit niður í rúgvusmiklu undirmálini, sæst, at tað eru nógv øki, har Føroyar mugu standa til svars, heldur Sámal.

- Hóast Føroyar eru eitt sera ríkt land, eru framvegis nógv øki, ið hava fingið lága raðfesting av myndugleikum, granskarum og undirvísingarverkinum, metir Sámal, sum sigur, at dygdin við heimsmálunum er, at tey lýsa upp nakrar samfelagsligar blindvinklar, ið vit eiga at seta meiri fokus á.

- Burðardygd eigur ikki at síggjast sum eitt fagnaðarorð, men sum ein øðrvísi eygleiðingarháttur, ið gevur undirvísingini øðrvísi innlit.

Úr rúgvuni nevnir Sámal umhvørvisvernd, lendisskipanir, endurnýtslu og ferðavinnu.

- Men eisini eru heimsmál, ið nærum eru fullkomiliga rokkin, til dømis at basa avgjørdum fátækadømi. Hóast hetta eru framvegis nøkur undirmál, ið eru svikalig, m.a. viðvíkjandi bústaðar- og fíggingarmøguleikum til øll, sigur Sámal.