Skip to main content

Keldur og tilfar

 

Løgmaður um heimsmálini hjá ST: ”Sum ein ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum eiga Føroyar, á sama hátt sum onnur lond, at taka menningarmálini hjá ST til sín og eftir førimuni royna at røkka teimum. Og tað hava vit í landsstýrinum eisini valt at gera.”

Henda boðskap hevði løgmaður Aksel V. Johannesen í røðu, sum hann helt um heimsmálini á ráðstevnu, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum 23. februar.

Øll røðan kann lesast her

 


 

Barnaútvarpi um heimsmál nr 12

Tey í skúlanum í Hvalvík hava havt evnisviku um heimsmálini - og tey hava havt um heimsmál nr. 12.

Lurta eftir sendingini her

 


 

Plakat um heimsmálini: Landsstýrið hevur sett sær fyri at gera eina støðulýsing sum grundarlag undir eini komandi ætlan fyri at røkka heimsmálunum í landsins politikki. Tað hoyra 169 undirmál til tey yvirskipaðu heimsmálini fyri burðardyggari menning. Nøkur av hesum síggjast undir hvørjum av teim 17 málunum. Landstýrið hevur sett sær fyri at týða øll tey 169 undirmálini. 

Tey 17 heimsmálini eru sett á eina litfagra plakat, sum kan takast niður her

 


 

Heimsmálini - okkara størsta loysn og avbjóðing (Steen Hildebrandt 2017, Christa Reynheim týddi, Nám 2018). Gávubók í Námi til læraradagar um burðardygd.

 

_____________________________________________________________________________________

 

Enska heimasíðan hjá Sameindu Tjóðum (ST) um Sustainable Development Goals, tað er heimsmálini á føroyskum, er her

 


 

UN CITY: Eingin føroysk ST skrivstova er, men í Keypmannahavn eru risastórir stjørnuskapaðir bygningar, ið verða kallaðir UN City, ella FN byen.

Teirra tilfar um heimsmálini hjá ST er tøkt her

 


 

Upprunaútgávan: Rúgvusmikla upprunaútgávan við teimum 17 heimsmálunum og øll undirmálunum er tøk á enskum her

 


 

Norðurlandaráðið, har Føroyar í mong ár hava roynt at fáa limaskap, arbeiðir miðvíst við heimsmálunum hjá ST undir heitinum Generation 2030.

Sí tilfar her

 


 

Verdens bedste nyheder: danski miðilin Verdens Bedste Nyheder er á fleiri talgildum pallum, Facebook, twitter og Instagram. Miðilin sæst eisini í Dimmalætting og á Roskilde Festivalinum. Einaferð um árið koma Verdens Bedste Nyheder út sum prentað pappírsavís á móðurmálinum í øllum ES limalondunum. Miðilin, sum er á tremur við uppskotum um undirvísing og tilfar, er óheftur og skrivar við støði í heimsmálunum hjá ST.

Sí her

 


 

Human (Yann Arthus-Bertrand, Frakland 2015, 190 min): Drúgvur heimildarfilmur, sum er gjørdur í sambandi við heimsmálini hjá ST. Í trý ár eru 2000 fólk sloppin at siga frá. So er alt sett saman í stutt brot við enskum teksti. Her er fyrri partur Human I har frásagnirnar var í 83 minuttir:

Hygg at filminum her