Skip to main content

Lykketoft um heimsmálini

Danski politikarin, Mogens Lykketoft, var formaður á ST-aðalfundinum, sum samtykti Tey Seytjan Heimsmálinido children do homework sims 3 how to write a phd cv mla research paper thesis um burðardygd. Hann var í Føroyum og greiddi frá um ta hugsjón, sum lá til grund fyri ST-sáttmálanum á ráðstevnu, sum fólkatingslimurin Magni Arge skipaði fyri í Norðurlandahúsinum 23. februar í 2018.

Í sambandi við verkætlan um burðardygd á Skúlanum við Løgmannabreyt hevur Jón Kragesteen, varaskúlastjóri, umsett røðuna hjá Mogens Lykketoft. Niðanfyri kann framløgan hjá Mogens Lykketoft lesast á føroyskum:

Framløga hjá Mogens Lykketoft á Ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 23/2 2018 um Heimsmálini hjá ST

Mogens Lykketoft
Jón Kragesteen týddi

Takk fyri innbjóðingina og høvi at koma her at tosa um tað, sum upptekur meg allarmest síðan árið hjá mær sum formaður fyri ST aðalfundinum.

Eg fari at byrja við at siga eitt sindur um bakgrundina til avgerðina hjá ST at fara undir tey 17 heimsmálini - og í tilknýti til tað, um eitt av málunum, ið er tað, sum hevur allarmest skund, sum heimsins lond í desember 2015 í Paris vórðu samd um - nevniliga at gera eina enn meira bindandi avtalu um at verja umhvørvið. 

Tað hevur ofta verið sagt, at ST fór ikki at megna at liva upp til sítt endamál. Í veruleikanum er sannleikin allan vegin tey seinastu 72 árini, har vit hava havt ST, at tað hevur verið sagt: Ja, tað er gott, at vit hava ein felagsskap, sum rúmar øll stýri í heiminum, og sum noyðir tey at tosa saman. Men tað er eisini rætt, at ST megnar ikki alt. Og viðvíkjandi friðarspurningum er avmarkingin tað, sum tey stóru londini í trygdarráðnum kunnu ganga við til. Av tí at trygdarráðið ikki hevur gjørt nakað, hava vit ov nógvar ósemjur nú.

Hinvegin hevur ST 120.000 fólk kring heimin undir ST flagginum. Uttan tey høvdu enn fleiri kríggj og ósemjur verið.

ST hevur, í tey 72 árini tað hevur verið til, havt nógv virksemi. 50 ymiskar stórar ætlanir eru í gongd kring heimin í ymiskum økjum. ST hevur tí megnað at verið avgerðandi og megnað at seta dagsskránna, og verið við til at leiða gongdina rætta vegin. M.a. hevur tað eydnast at basa nógvum sjúkum, sum hava dripið nógv fólk. Í miðal liva fólk tí eini 20 ár longri enn tey gjørdu áðrenn. Tað er eisini so, at Túsundára Málini, sum vóru samtykt í 2000, har vit settu okkum fyri, at næstu 15 árini skuldi talið av ógvusliga fátøkum niður í eina helvt, er farið frá 1,5 milliard til 0,76 milliard. Tað málið rukku vit. Ikki bara orsakað av ST, men eisini orsakað av ST. Hetta arbeiðið er so grundarlagið fyri, at tey 17 málini, sum nú eru ásett at skula røkka næstu 15 árini, vóru sett.

Heimsmálini er eitt úttrykk ella eitt forstáilsi fyri, at sjálvandi skulu vit ganga leiðina víðari at útrudda ógvusligt fátækradømi, vit skulu helst sleppa undan, at tað í 2030 eru fólk, sum skulu klára seg fyri minni enn tveir dollarar um dagin.

Men vit mugu viðurkenna, at mátin, vit eru komin fram til tað, sum vit eru komin fram til, ikki er burðardyggur og ikki rætta leiðin longur fram.

Besti mátin at lýsa hetta er at vísa á, at tey flestu, sum komu úr fátækradømi hesi 15 árini vóru kinesarar. Hví tað? Kina er eitt spennandi projekt og hevur seinastu 40 árini 30-faldað sín tjóðarbúðskap, og er tí tað stað í heiminum, har flest fólk eru fingin úr ógvusligum fátækradømi. Men ógvusliga ferðin hjá Kina at fara sama vegin, sum vit her um leiðir hava nýtt 300 ár um, er samstundis besta lýsingin um, at hesin vegur er ikki gongdur longur.

Vit noyðast at finna nýggjar leiðir. Tí um hildið verður fram á tí leiðini, sum Kina hevur broytt sín búskap upp á, so vil landið sjálvt vera kvalt av hesum. Og tað hava tey skilt í Kina. Og tað var ein av orsøkunum til, at tað hevur borið til at koma ásamt um hesa nýggju dagsskránna: Tey 17 Heimsmálini.

Tað er ikki longur nóg mikið at seta sær fyri, at tað ikki skulu vera fólk, sum skulu klára seg við minni enn 2 dollarum um dagin. Vit eru noydd til at taka ábyrgdina av, at tað, at menniskju eru til her á jørðini, ávirkar jørðina soleiðis, at umstøðurnar gerast nógv meira óstøðugar, enn tað. sum vit kenna til í dag - um vit ikki broyta atferð.

Og tað merkir, at vit mugu býta tað tilfeingið, sum vit hava, nógv meira javnt, um vit skulu megna at basa fátækradømi. Tí er boðskapurin í teimum 17 Heimsmálinum, at vit skulu basa fátækradømi og hungri og arbeiða fyri atgongd til útbúgving hjá allari mannaættini. Men tað kann bara henda, um vit fáa forstáilsi fyri at býta møguleikar og ágóðar betri.

Og mál 10 snýr seg um javnstøðu millum kynini. Um vit góvu gentum og dreingum kring allan heim somu møguleikar, vildi tað uppá eingang gjørt heimin 25% ríkari. Meiri javnrættindi millum lond og í londunum sjálvum er ein avbjóðing í einum heimi, har menningin partvís hevur verið, at færri eru ógvusliga fátøk, men samstundis eru nøkur fá vórðin nógv ríkari, so samlaði munurin er øktur. Í USA hevur 1% av fólkinum hamstra sær allan framburðin, sum er hendur í landinum tey seinastu 40 árini. Við øðrum orðum er vandi fyri, at eitt sera stórt umhvørvið verður óstøðugt orsakað av, at ágóðarnir eru so ójavnt býttir.

Vit sum liva báðumegin Norðuratlantshav hava nógv tað stórstu ávirkanina á umhvørvið og nýtsluna av jarðarinnar tilfeingi. Tí snúgva tey 17 heimsmálini seg ikki bara um viðurskiftini hjá fátøkum fólkum í fátøkum londum - sum man kann siga, at Túsundára Menningar Málini snúðu seg um. Tey snúgva seg um øll fólk í øllum londum. Tey 17 Heimsmálini seta stór krøv til okkara at umstilla okkara máta at liva, okkara máta at framleiða og at forbrúka. Tí sannleikin er jú, at um 2 milliardir í Asia, við kinesarum á odda, stíla ímóti at liva upp á sama máta sum vit, so vita vit tvey ting við vissu: Tey kunnu ikki fáa tað, og vit kunnu ikki varðveita tað, sum vit hava. Og tað hevur eina einfalda frágreiðing: Síðani tann dagi í januar í 1946, tá ið eg varð føddur, eru vit blivin tríggjar ferðir fleiri fólk á jørðini, gott og væl, og vit hava eitt forbrúk, eitt avtrykk, eitt fótaspor, sum kanska er 8 ferð so stórt, sum tað var í 1946. Tað eru bara outsidarar, sum Donald Trump og Bjørn Lomborg, ið kunnu finna upp á at bagatellisera avleiðingarnar av hesum. Tey allarflestu, tað haldi eg, at Katrin fer at greiða meira frá um, vilja siga, at hetta er ein trupulleiki, sum vit noyðast at taka okkum av rættiliga skjótt. Tað snýr seg um øll málini og allar innanhýsis samanhangirnir millum tey, sum eru eins týdningarmikil.

Men tað er eitt mál, sum hevur meira skund enn øll onnur og tað er veðurlagið. Vit eru noydd til at steðga globalu upphitingina, áðrenn so nógv ferð kemur á hana, at tann verðin, har okkara børn ella barnabørn skulu liva í, er ein verð, har vatnstøðan í havinum er hækkað, oyðimerkurnar hava spjatt seg og jøklarnir, sum í dag veita feskt vatn til milliardir av fólki kring heimin, eru bráðnaðir og horvnir endaliga. Tað er neyðugt at vit skilja, at um vit ikki gera okkurt í móti teirri heimsumfatandi upphitingini og veðurlagsbroytingunum, so vilja vit seta í gongd ósjálvbodnar fólkaflytingar og ósemjur, sum gera tey tingini, sum vit longu í dag ikki megna at handfara nóg væl, nógv verri at handfara. Tí tilveran hjá ovurhonds nógvum menniskjum fer at verða skrødd sundur, livikorini vera grundleggjandi broytt, og fólk verða noydd at flyta til okkurt annað stað, orsakað av broytingunum í veðurlagnum.

Tí hevur tað so stóran skund, at gera nakað við at forða veðurlagsbroytingunum, og tí var tað so umráðandi, at londini í ST í desember í 2015 í París kundu semjast um eina meiri bindandi avtalu. Og tit minnast jú øll somul, at roynt varð eisini í Keypmannahavn í 2009. Tað gekk ikki so væl. Tað kunnu tað vera nógvar orsøkir til. Men týdningarmesta orsøkin var helst, at tá var tað ikki gingið upp fyri leiðarunum í USA og Kina, at hetta eisini var sera týdningarmikið fyri teirra land. Men í 2015 var tað gingið upp fyri teimum. Parísavtalan um veðurlagið varð rokkin, tí at hetta var løtan í nýggjari heimssøgu, har tær báðar størstu búskaparligu eindirnar í heiminum, USA og Kina, høvdu leiðarar, sum skiltu, at tað tænti teirra egnu endamálum, at henda heimsumfatandi dagsskrá varð gjørd, og sum var bindandi fyri allan heimin.

Tá ið eg var í París sum formaður fyri aðalfundin, og prátaði við tey, sum samráddust, spurdi eg um vónirnar vóru at semjast, eftir tað, sum hendi í Keypmannahavn í 2009, og nevndi, hvat við londum sum Venezuela og Saudi Arabia, hvat fara tey at siga? Svarið eg fekk var, at annaðhvørt taka amerikanarnarnar ella kinesararnir sær av teimum londunum og fáa tey upp á pláss. Og tað var tað sum hendi.

Nú kunnu vit siga, at tað er ikki so gott, at vit hava fingið Trump. Og rætt er tað, tað er ikki so gott. Men hvat, ikki er nógv annað at siga, enn at tað vónandi gongur skjótt yvir. Tað, sum til ber at gleða seg um er, at býttleikin hjá Trump at melda USA úr Parísavtaluni - veðurlagsavtaluni - hevur útloyst størri positivitet kring heimin, og eisini í USA, enn vit høvdu torað at vónað. Vit síggja m.a. at kinesararnir hava bundið seg enn meira til sjálvir at gera nakað, og nógv onnur lond eru eisini við í fullari ferð. Danmark kundi saktans sett ferðina upp, hóast vit allýsa okkum sjálvi sum undangonguland. Men vit hava eisini sæð í USA, at stórir býir sum New York, stórir statir sum California, og stórar fyritøkur, hava lagt seg á odda og sagt, at hetta gera vit, tí at hetta er neyðugt at gera fyri mannaættina. Og tær stóru fyritøkurnar hava lagt afturat, at tær gera tað, tí tær duga at síggja, at pengar eru í tí.

Og Danmark hevur eina blómandi røð av fyritøkum, sum saktans kunnu gera seg galdandi at taka sær av tøkni til framleiðslurnar, sum skulu bera heimin fram at loysa hesar ómetaliga torføru líkningar, sum tey 17 Heimsmálini seta upp.  

Tað eru ikki stundir til at fara í smálutir í øllum.

Um eg nú fari stutt í gjøgnum tey málini, sum eg ikki havi nevnt, so vil eg vísa á, at tað eru nógv mál, sum á ein ella annan hátt snúgva seg um vatn. Mál 6 er eitt av teimum. Eitt annað er mál 16, havið, sum snýr seg um at verja atgongdina til vatn sum heild, og ikki minst atgongdina til reint drekkivatn til øll, sum er fullkomiliga fundamental fyri burðardygga menning í heiminum.

Í Danmark og Føroyum halda vit, at reint vatn nærum er ein banalur spurningur. Men trotið á reinum vatni er stórsti dreparin, sum er eftir í heiminum í dag, eftir at vit hava bast øllum teimum stóru umfarssóttunum - ella í øllum førum hava bart tær langt niður.

Vantandi atgongd til ves, til sanitet hjá 2 milliardum av fólkum er ein av teimum stóru heilsutrupulleikunum. Tá ið vit so tosa um veðurlagið - og harvið eisini í veruleikanum um spurningin, hvussu vit kunnu varðveita vatntilfeingið í stórum vavi - ja so vita vit øll somul, at tað snýr seg fyrst og fremst um at avmarka vakstrarhúsgassini, har CO2 er nummar 1. Tað, tað snýr seg um, er nakað so ógvusligt og dramatiskt sum at taka avgerð um seinast í 2050 at steðga at brúka olju, gass og kol.

Er tað gjørligt? Er tað hugsandi? Fer tað at henda?

Ja, tað er møguligt, ja tað er hugsandi, ja tað kann henda, tí tað eru ein øgiliga skjót menning í tøknini at nýta varðandi orkukeldur. Og prísurin á tilfarinum til varðandi orku fellur skjótt, ein sólsella kostar í dag bara 20% av tí, sum hon kostaði fyri 6 árum síðan. Tað er gjørligt og tað er neyðugt. Men, tað vil krevja eina ógvusliga broyting í okkara máta at veita orku, og hvussu vit framleiða sum heild, um hetta skal eydnast. Onkur vil spyrja: Ber tað yvirhøvur til at sameina hetta við búskaparligan vøkstur?

Mál 8. Ja tað verður ein annar búskaparligur vøkstur, har vit eru komin burtur frá fossilu brennievnunum. Og tað verður ein búskaparligur vøkstur, har vit taka nógv meira atlit til at endurnýta tilfeingið. Har vit premiera, at framleiddir lutir halda longri, verða ódýrari at umvæla osfr.

Nakrar sera umfatandi atferðarbroytingar, sum mál 9 miðar í móti, skulu stuðlast av eini tøkniligari menning. Ein sera stórur partur av svarinum upp á, hvussu vit kunnu røkka einari burðardyggari menning er alt tað, sum ikki er uppfunnið enn. Alt tað, sum skal uppfinnast í morgin, um tvey ár, um fimm ár, um tíggju ár. Og sum vil verða uppfunnið. Um vit sum natiónir, stýri, syrgja fyri samstarvi við vinnulívið og menna tey svar, menna fyritøkur, sum kunnu geva hesi svar.

Tað snýr seg um infrastruktur, sum skal broytast, tað snýr seg um stórar íløgur, sum skulu gerast í ein annan infrastruktur viðvíkjandi orku. Í teimum stóru býunum snýr tað seg um ein annan infrastruktur til ferðsluna, býarplanlegging, skiljing av burturkasti, alt tað vit kalla sirkulerur búskapur. Og tí verða tað eisini lokalsamfeløgini, býirnir, kommunurnar, økini, sum skulu koma við teimum broytingum í kørmunum rundan um okkara lív, sum skal rudda slóðina fram.

Tí er tað gott og frálíkt og umráðandi, at teir størstu býirnir í heiminum hava engagerað seg og ganga á odda í orðaskiftinum um burðardyggu menningina. Men tað snýr seg eisini um, hvussu vit framleiða og hvussu vit eru sum brúkarar. Tað snýr seg um, at hvør einstakur, ið hevur ábyrgd sum borgari, sum brúkari, sum eigari í fyritøku, og leiðari ella sum íleggjari, pensjónskassi, kapitalgrunnur osfr. draga menningina móti burðardygd. Og tí snýr tað seg eisini um, at vit, sum eru í fólkatinginum, vit sum hava lóggevandi vald, skulu seta karmar, sum gera tað innlýsandi fyri brúkaran, fyri eigaran av fyritøkuni, fyri íleggjaran, at burðardygga menningin eisini er tann, sum loysir seg best - eisini peningaliga. Vit skulu við orðunum hjá Conny Hedegaard gera atferðina, sum ikki er burðardygg, dýrari og atferðina, sum er burðardygg ódýrari. Vit skulu gera karmar rundan um marknaðin, tað snýr seg ikki um sovjettiskam planøkonomi, bara rólig!

Men allir marknaðir hava havt karmar. Nú skulu karmarnir bara skipast soleiðis, at tað er innlýsandi greitt, at tað, sum er burðardygt og neyðugt fyri mannaættina, eisini er besti handilin fyri teg og meg. Eisini ein stór broyting, men týdningarmikil. Og tað er týdningarmikið, hvussu vit sjálvi handfara hetta sum brúkarar. Hugsa bara um stóra spillið, sum er av mati í heiminum, ovurnýtslan av kjøti, sum í øllum førum okkara partur av heiminum hevur, sum annars eisini viðvirkar til upphitingina av heiminum.

Hetta er jú ein dagsskrá, sum á ein ella annan hátt hongur fult og heilt saman við teimum 17 Heimsmálunum. Í veruleikanum er tað frásøgnin um sínamillum samanhangin millum øll viðurskifti, sum verða nevnd í teimum 17 heimsmálunum. Og tað er umráðandi at síggja hetta sum eina pedagogiska talvu, sum undirstrikar sínamillum samanhangin millum øll heimsins viðurskiftii.

Ikki sum ein talva, har man sigur: Hatta dámar mær væl, hatta dámar mær minni væl, tað lati eg liggja. Nei alt hoyrir saman. Um tú hugsar hetta ígjøgnum og lesur tað aftur og aftur, so sært tú eisini, at framstig á einum av málunum vil geva framstig í 1-2-3-4-5-8 øðrum málum. Og tað er hesin samanhangurin, sum er týdningarmikil. Og vit, sum eru her í dag, skulu gera okkara fyri, at hesin samanhangurin verður skiltur allastaðni. Og ikki minst ein samanhangur, ið eigur at verða breiddur út alla staðni, har børn og ung savnast. Í barnagørðum, skúlum, á øllum útbúgvingarstovnum. Sum tað verður sagt: “Frá ABC til PHD”. Har skal málsetningurin fyri burðardygga menning verða partur av útbúgvingini. Og vit síggja nú í Danmark, at undangonguútbúgvingar, sum arkitektútbúgvingin og designaraútbúgvingin í Keypmannahavn, hava gjørt av, at endaligar uppgávur ikki kunnu latast inn uttan at tær relatera seg til tey 17 Heimsmálini. Tað er ein rættiliga góður máti. Tá ið eg hugsi um mítt egna ættarlið, sum hava atkvøtt so vanlukkuligani skeivt bæði í USA og í Stóra Bretlandi í nýggjari tíð, so mugu vit nokk innsíggja, at tær størstu broytingarnar, djúptgangandi innlit og broytingar í hugsunarhátti sum hetta krevur, mugu fyrst og fremst koma frá yngri ættarliðum, sum skulu eftirútbúgva okkum eldru. Tí er tað so umráðandi, at hetta seyrar í gjøgnum allar útbúgvingar.

Og tað snýr seg sjálvandi um umhvørvistrupulleikar í breiðari merking. Og tað er greitt, at tit í Føroyum koma at hava eitt nógv størri fokus á mál 14, um høvini. Trokanin hjá mannaættini á landi, burturtrokanin av øðrum sløgum av lívandi verum, burturmáðanin av skógi, eru eisini ein stórur umhvørvistrupulleiki. Kanska er tað tað, sum er tað mest umráðandi á landi, at vit skulu planta fleiri trø enn vit fella - tí tað fremur verðurlagsloysnina.

Eg skal enda, og eg fari at enda við at siga, at mál 16 og mál 17 snúgva seg um, hvussu hetta kann vera globalt. Vit fáa jú bara bast ógvusligum fátækradømi, um vit eisini fáa frið í heiminum, vit fáa bara allan heimin við, um vit eisini megna at hjálpa fátækasta partinum av heiminum. Kanska hjálpa vit teimum best við at útrudda korruptión og upparbeiða evnini til at innkrevja skatt, tí at tey missa 4 ferðir so nógv í skattainntøkum, sum tey fáa í menningarhjálp júst nú. Tí at multinationalar fyritøkur flyta til skattaskjól. 

Altjóða samstarv má gerast betri og meira málrættað, og eisini taka sær av skattaundandrátti. Neyðugt er, at øll lond eru við í hesum átaki.

Men tað er úti í teimum einstøku samfeløgunum lokalt, nationalt og regionalt, at tað skal eydnast at gera reglur, lógir og atferðarreglur, sum skulu gera tað møguligt at fáa gongd á hetta. 

Tað allarsíðsta eg vil siga er, at hetta snýr seg ikki bara um okkara privata keypspolitikk. Tað snýr seg um at leggja fram ein boðskap fyri okkara politikkarum, sum er nakað soljóðandi: “Hoyr nú her, um tit skulu vinna næsta val, so gevist við at síggja ein mótsetning millum tað, ið er neyðugt hjá næsta ættarliðið og tað, sum er neyðugt at vinna næsta val. Vit eru so nógv, sum skilja, at man bara fær loyvi at vinna næsta val, um atlit verður sýnt næsta ættarliði”.

Tað er tað, sum tey 17 Heimsmálini snúgva seg um.

Jón Kragesteen týddi røðuna hjá Mogens Lykketoft. Røðan varð hildin uttan handrit á ráðstevnu, sum Magni Arge skipaði fyri í Norðurlandahúsinum 23. februar í 2018. Ráðstevnan var fyrsta átak í Føroyum at gera vart við Tey 17 Heimsmálini hjá ST.