Føroyar og heimsmálini
Í Føroyum kundu vit sagt, at vit eru ikki limir í Sameindu Tjóðum (ST). Tí raka teirra átøk ikki okkum, og nýtast ikki at verða tikin upp í skúlum, miðlum og aðrastaðni í almenna rúminum.
Hinvegin hevur netverkssamfelagið og almenni vælstandurin elvt til, at vit meir enn nakrantíð áður kenna okkum sum ein part av heiminum uppá gott og ilt, serliga tá umræður havið.
Føroyar hava í mong ár havt avtalur við grannalond um tilfeingið, sum er í havinum. Tær lívfrøðiligu broytingar, ið eru á hesum øki, síggjast tí skjótt aftur í einum stórum øki, sum minnir okkum á, at viðurskiftini eru markleys og ikki bara hjá okkum.
Heimsmálini hjá ST vísa á 17 mál, sum fyri ár 2030 kunnu skapa ein betri heim. Altjóða átakið, sum byrjaði í 2015, verður kallað Heimsmál fyri burðardyggari menning. Heimsmálini eru evnið á hesum undirvísingarsíðum hjá Snar.
Heimsmálini hanga saman
Átakið hjá ST byggir á Millenium Development Goals, sum byrjaði í árinum 2000. Høvuðsmálið var tá at beina burtur ógvusligt fátækadømi.
Hóast heimsmálini nú eru 17, hanga tey saman. Roynt verður at skapa eina javnvág millum búskaparliga menning, sosiala menning og umhvørvisliga menning. Vit kunnu siga, at átakið byggir á eitt holistiskt lívssýni, tað er at síggja øll lívsins viðurskifti í eini heild.
Hugsjónin hjá ST er, at øll heimsins lond skulu medvirka í strembanini at røkka hesum 17 málum í 2030.
Heimsmálini koma til Føroya
Eftir uppskoti frá Miðflokkinum samtyki løgtingið í 2017 at heita á landsstýrið, at arbeiða fyri at fremja málini í ST-samtyktini 2030 Agenda for Sustainable Development.
Fólkatingslimurin, Magni Arge, og Uttanríkis-, Vinnu- og Mentamálaráðið hava umsett tekstin um heimsmálini til føroyskt. Tað, sum er skrivað á Snar um heimsmálini, tekur støði í hesum týðingum. Høvuðsteksturin er frá Magna, men undirmálini eru frá Uttanríkis-, Vinnu- og Mentamálaráðnum.
Blaðgreinarnar um heimsmálini Heimsins bestu tíðindi eru ætlaðar sum kveikjandi keldur til undirvísingina. Greinarnar hava verið á prenti í Dimmalætting, og eru brúktar við loyvi.
Undir hvørjum av teim 17 heimsmálunum eru stuttir undranarspurningar.
Drúgvari undirvísingargongdir fyri fólkaskúla og miðnám eru settar fyri seg.
Fotomyndirnar hevur Snartoymið tikið, ella eru tær av heimasíðuni hjá ST og Wikipedia. Myndina til grein 4 tók Ingi Sørensen.
Undirvísingarportalurin Snar
Snar er ein talgildur undirvísingarportalur, sum vendir sær til øll stig í føroyska skúlanum. Víðfevndu heimsmálini hjá ST fyri eini burðardyggari menning skulu tí í hesum føri síggjast í einum breiðum undirvísingarligum høpi. Oftast eru evnini tvørgreinalig, men í onkrum føri kann hugsast, at evnini eru tættari knýtt at samfelagsfrøði ella lívfrøði enn øðrum lærugreinum.
Eru spurningar, er ritstjórnin á Snar altíð til reiðar at svara og vegleiða.