Skip to main content

Heiti

 

dissertation on bibliometric analysis a reflective essayCCF 220 B

Einki TSB-nr.

 

1 Hægstur heilagur andi,

himnakongurin sterki,

so ljódliga lýð tú á meg,

signaður á sjó og landi,

sannur í vilja og verki,

hoyr nú, eg heiti á teg!

Forða tú mær vándans pínu og díki,

hóttur av øllum kvølum frá mær víki,

mær veit tú tað, Mariu sonurin ríki,

mæla kundi nakað, so tær líki.

 

2 Í dagar seks tann dýri

drottin mín hann skapti

allan heimin her,

sum mjúkliga Mósis skýrdi

við miklum dygdarkraftum,

og so er greint fyri mær.

Skírdi hann loft og skapti hann allar kinnar,

so vegliga mundi hvør frá øðrumrinna,

síðan skapti hann tunglið, sól og vindar,

so tíguliga hann alt kundi loysa og binda.

 

3 Ádóm faðir vár fyrsta

tá hann skapti av foldum,

rætt sum hvør maður veit,

hann læt so hartil lysta

at lívga teim á foldum

við síni sólargrein.

Nú vil eg beggja teirra navn útinna,

sum hann vildi ljósins faðir inna,

Ádómur æt og Eva, hans listarkvinna,

valla máttu vænari tvey hjún finnast.

 

4 Teim var lagt við ‘Leji’,

at liva við alskyns gleði

so frítt í páradis,

sum veitir á tann væna

so vítt yvir allar kinnar,

og teim var sælan vís.

Forðaði hann teim at bíta epliskjarna,

blessað mundi teim einki annað varna,

tað birtist av tann hægsta sólarstjarna,

hon bar børn í heim, ‘o ljæli’ Ádómi varna.

 

5 Fjandin av øvunds hati

í ormalíki seg skapar,

í páradis hann var,

við ilskum brøgdum sneiddi,

og Evu hann tá leiddi

í syndafall við sær.

Ádómur át tað eplið reyða,

sær og øllum sínum kyni til deyða,

drottin hjálpti osum tó av neyða,

son sín læt hann líða harðan deyða.

 

6 Dýra jomfrú Maria,

drottin mín henni sendi

ein av einglum sín,

sagdi hann henni av sonnum,

so er orðum ‘unnun’:

“Nú roynist halgan tín.”

Níggju vikur og tólv at greina,

hartil seks og umframt eina,

tað gekk Maria við byrðini síni reina,

Guds miskunn yvir os at beina.

 

7 Níggju mánar í hægsta,

rætt sum spámenn søgdu

os við halgum frið,

hon bar sína byrði hægstu,

sum Gud sjálvur átti,

av sínum halgum kvið.

Drottin var, hon læt á básin synja,

stjørnan bjarta yvir teim man dynja,

himnasongur, einglar ljósið inna,

drottin vár til æru vildi vinna.

 

8 Ríkir menn úr eystri

sóu stjømu í vestri,

blonk og bjørt at sjá,

hon teim vegin leiddi,

á Gýðingaland teir sneiddu,

so er sagt ífrá.

Ein æt Balsar, offraði gull við hondum,

annar æt Melkir, drottin hjálp úr vándum,

Jaspur hann bar roykilsi í hondum,

eystan komu kongar tríggir av londum.

 

9 Guds syni var trongt fyri hendi,

tornakrónan bagdi,

svik og trællmans snið,

drottin mót honum vendi,

følnaði liturin fagri,

og dundi droyri við.

Tú varð bardur og sligin við hørðum gatri,

harðliga happaður av øllum við hatri,

fyri tað góða tær gerið mær ímóti,

sundur stungu teir síðu tína við spjóti.

 

10 Nón um dags í hægsta,

sum skapti himin og landa,

hann læt sítt lív á kross,

við ramari rødd hin skæra,

so ríki gav upp sín anda,

so frægur at hjálpa os.

Flest alt mundi hann faðirs síns útinna,

himmiríki skulum vær við hann inna,

so hermiliga má lýða og leggjast í minni,

heimurin allur tapti birting síni.

 

11 Tá kom ‘oprun’ ótti

út av gýðingamonnum,

tá hvør vildi líva sær,

flutti alt í flokki

fólkið, hvør sum kundi,

blessaður, burt frá tær.

Nevnd Maria og sankta Jóannis bæði,

so mikil var teirra sorg og hjartans møði,

tey óttaðust hvørki ódnir ella bræði,

undir krossi tóku tey fastnastaðir.

 

12 Tá drottin gav út sín anda

og loysti osum av kvíðu

og osara syndir bar,

tá sortnaði sólin bjarta,

verøldin tók at skelva,

í jørð hann lagdur varð.

Triðja dag av deyða stóð so baldur,

hjá Gudi sjálvum situr allan aldur,

fyri várar syndir bleiv hann feldur,

yvir verøld víðu hann nú valdir.

 

13 Tá kom ‘opru’ ótti,

illi vándin kvíddi,

hann sá tann halga kross,

síðan vándan søkti,

sjálvur Gud hann stýrdi,

hann náði allar os.

Lokurnar brustu, loysti hann allan vanda,

bøtti hann Evu gerning ranga,

alt helvitið at opna tók, hitt langa,

enn ræð Jesus við valdi sínum at ganga.

 

14 Rætt sum sigst í versi,

alt helvitið hann oyddi,

tó Jesus Kristus var ein,

og so snart hann sneiddi

mjúkliga við helsótt síni

alt eftir Evu ein.

Tað man frættast bæði á sjógv og londum,

bant hann fjendan við sínum blessaðu hondum,

fjøtrini liggja á fótum hans og hondum,

skrottin brennur sjálvur í teim vándum.

 

15 So er nú vára minni,

eg kann tað ikki dylja,

sum kristnum kunnigt er.

Hann eyðmjúki vára sinni,

íðuliga biðið,

o Gud, fyrigev tú mær!

Djarvliga hevur tú ognast os orðið við teitum,

stórliga frelst frá vándans pínu og sneitum,

tá tú gavst út títt halga blóð tað reyða,

Jesus Kristus, lat os njóta tín deyða!

 

16 Sum hann í salinum situr,

sæli kongurin frami,

við gleði og allari makt,

hann kemur vist at vitja

og várar sálir døma,

og tað hevur Dávur sagt.

Tá kemur eldur av vándans pínu og lastum,

eldurin brennur á salaplássi hægsta,

mílir teljast meiri enn túsunda rastir,

tá man jørðin búkar úr sær kasta.

 

CCF 220 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a-b: Kvæðasavnið hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn); a: II (1842), s. 97, nr. 63; b: III (1851), s. 45, nr. 95. Prentað í Aarbøger for nord. Oldkyndighed og Historie 1869, s. 316-33.

 

Útgávur:

1. Aarbøger for nordisk Oldkyndighed og Historie 1869, s. 316.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 440.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 78.

 

Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877) Tórshavn, 1842, 1851.