Ólavur hin heilagi
CCF 80 B
Einki TSB-nr.
1 Ólavur tann heilagi
alt Noregi hann átti,
alt tað fólk hann kristnaði,
sum honum søma mátti.
Glymur dansur í høll,
sláið ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
til hildarting.
2 Ólavur tann heilagi,
kongurin tann sæli,
alt tað fólk hann kristnaði
eystur í Gudbrandsdali.
3 Gudbrandur í Gudbrandsdali
hann var eftir eina,
hvussu hann fekk kristnað hann,
eg frá tí vil greina.
4 Kongur sendi sendiboð,
tað mundi frættast víða,
antin at lata kristna seg
ella mót kongi at stríðast.
5 Kongurin sendi sendiboð
við tí boði sæla:
“Biðið hann unga Gudbrands son
sjálvan við meg at tala.”
6 Inn kom ungi Gudbrands son,
ræður fyri kong á kníggjum:
“Tí eri eg komin higar í dag,
eg vildi hann sjálvan síggja.”
7 “Hoyr tú tað, tú ungi maður,
gakk nú mær til handa,
trúgv nú tú á sannan Gud,
tú sleppur úr stórum vanda!”
8 Tað var ungi Gudbrands sonur
fellur upp á síni knæ:
“Eg skal trúgva á sannan Gud
í henda sama dag.”
9 Kristnaði hann tann unga mann
har í sama sinni,
kongurin gav honum gull og fæ,
hann takkaði Gudi ei minni.
10 Aftur reið tá Gudbrand ungi
hagar til faðir sín.
“Vælkomin aftur úr stríðnum,
sæli sonur mín!”
11 “Sitið tykkum heil og sæl,
bæði faðir og móðir,
eg havi verið hjá Ólavi kongi,
hann er ein maður góður!
12 Eg havi tikið við kristnari trúgv
og kastað tann gud hin henda,
ger tú líka, faðir mín,
so væl tað tær skal ganga!”
13 “Hevur tú, svarti úlvarungi,
kastað mín gud tann Tóra,
hevur tú lurtað eftir Ólavi kongi,
hvat hann hevur fyri tær bjórað?
14 Hevur tú tikið við kristnari trúgv
og kastað tann gudin henda,
illa gjørdi tú, sonur mín,
tú mást brátt frá tí venda.”
15 Gudbrand situr í gyltum stóli,
heldur á reyða ringi:
“Eg skal lata kongin kalla
inn á Dalatingið.
16 Eg skal lata fólkið samla,
alt her býr umkring,
bera skulu teir Tóra gud
sjálvan inn á ting.
17 Kongurin má tá ógvast sikkurt
fyri tann gudin stóra,
hann man smelta av bangheit niður,
tá ið hann sær Tóra.”
18 Kongur kemur á tingið inn
bæði vænur og vitur,
sær hann, hvar ið Gudbrandur
í hásætinum situr.
19 Bílætið kom á tingið inn,
borið av fimtan monnum,
stóra sleggju í hondum bar,
og hamarin stóð mót tonnum.
20 Gudbrand reistist úr hásæti
uppi við hallarveggi:
“Nú meini eg, at Ólavur kongur
lútar við sínum skeggi.”
21 “Dárliga tú talar nú,
tú tín heidni hundur,
bangheit býr í tínum hjarta,
tað er einki undur.
22 Vilt tú skoða sannan Gud,
skoða tú hans verkið,
hygg tú teg mót eystur upp,
har kemur hin 'Blamær’ sterki!”
23 Sólin stóð í eystri upp,
hon tók so fagurt at skína,
Gudbrand vendir sær móti henni
við øllum monnum sínum.
24 Kolbjørn sipar á Tóra kropp,
gott var í honum alvi,
raplaði hann í smildur sundur
rætt sum kavaskalvur.
25 Rottur lupu úr viðargudi,
hartil stórir ormar,
har var rumbul á tingi inni,
tá ið alt av durum stormar.
26 Kongurin stendur á tingi upp
við sínum gylta stavi:
“Her liggur nú tann sterki gud,
sum tú hevur rósað av.”
27 Leingi sat hann Gudbrandur,
rann honum mangt í huga:
“Ódjór vóru í Tóra búki,
lítið man hann duga.
28 Kongurin, tú skalt kristna meg,
eg taki við Gudin tann eina,
doyp tú meg í Harrans navn
við mínar menn og sveinar!
29 Eg skal lata kirkju gera
har í Gudbrandsdali,”
tá ið hann alt Noregi kristnaði
tann hin kongurin sæli.
Glymur dansur í høll,
sláið ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
til hildarting.
CCF 80 B
Einki TSB-nr.
Handrit: Savn Hammershaimbs. AM Access. 4
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band III, Teil 2, s. 247.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 127
Heimild: Úr Mykinesi: Rasmus Johannessen (1808-1849), Mykinesi, 1847