Skip to main content

Jólavísan

 

CCF 140* B

Einki TSB-nr.

 

1 Jesus var føddur á jólanátt

í tí heiliga húsi,

Jóhannis baptísta

hann tann Harran doypti,

flugu tvær dúgvur av himmali niður,

báðar settust niður á Harrans bróst,

tí hann var kongurin mikil.

 

2 Vísir menn teir ríða so land,

teir vilja sína ferð útinna,

teir ríða út í eystur, teir ríða út í vestur,

norð og pá suðursíðu,

gistu teir hjá Herodis nátt,

tí hann vildi vita teirra veg so brátt,

í hvart ið teir skuldu fara.

 

3 “Vær vilja finna tað vælsignaða barn,

sum hevur alla vørild í valdi.”

“Komið aftur og sigið frá,

vær vilja allir tann Harran sjá,

vær vilja honum offra allir.”

 

4 Vísir menn teir ríða sítt land,

teir vilja sínar ferðir útinna,

teir ríða út í eystur, teir ríða í vestur,

norð og pá suðursíðu,

stjøman vísir teim *rætta leið,

hon bað teir ríða í Betlaheim heim,

har munnu teir Harran [finna].

Stjørnan stendur alt yvir [tað hús],

hon vil ikki haðani líða.

 

5 Vísir menn teir siga so:

“Her skulu vær nú allir inngá,

her munnu vær Harran finna.”

Gingu teir inn við sannari grein,

hvørgin upp á annan klagar,

offra gull, roykilsi og myrru

alt for den dýra Harra.

Skeggið fell av kalli teim,

alt upp á tann yngsta svein,

tí Harrin vildi tað so hava.

 

6 “Nú gangi eg, mín broder fra dig,

og væl út í góða máta,

Herra Gud faðir av himmerig,

hann veri der . . . . . .           

Nú ganga vit med fryd og med lyst,

tí vær trúgva allir pá Jesum Krist,

vi[t] vilja honum offra allir.”

 

7 Herran sendir sín engel frá sær

og til de helliga tre kongar,

bað teir nú allar fara væl,

hvør heim til sína landa:

“Bið teir ikki til Herodis gá,

tí allar man hann svíkja tá,

hann hevur tað forðum grundað.”

 

8 Herodis líkar tað ikki væl,

hann fekk ikki teir vísu at finna,

hann reið seg í Betlaheim

og slær har barn og kvinde.

Ikki so kundi hann Jesus fá,

tí hann var alt hos síni móður hjá,

hann kundi ikki Jesum finna.

 

9 Tann sama vísa, vit hava nú hoyrt,

hon er nú komin til ein enda,

hana hevur sankta Jóhannis gjørt

og ned til jorderige sendi,

tí hvør, hana syngur og gevur eitt gott ljóð,

hans sjel skal finna í himmerige ro

og fryd for uden al ende.

 

CCF 140* B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), Schrøters Blandinger, Nr. 13.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 120.

2. Varðin 15. bind, 1935 s. 239.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 13.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági.