Jákimann kongur
C-I.
CCF 108-I C-I
TSB E 134
1 Jákimann kongur í Húnalandi
svør for gyltan eyð:
“Hann skal Artans systur festa,
antin hon vil ella ei.”
Fuglin í fjøruni,
við sítt nevið reyða,
mangt eitt dýr og høviskan fugl
hevur hann greitt frá deyða,
fuglin í fjøruni.
2 Jákimann kongur í Húnalondum
svór for gyltan vág:
“Hann skal Artans systur festa,
sjálv skal hon ikki ráða.
3 Svaraði ein sveinunum,
reyðargull bar á hond:
“Tú fært ikki Artans systur,
tí hon er biðlavond.”
4 Svaraði ein av sveinunum,
sum tænað hevði henni:
“Tú fært ikki Artans systur,
um enn eg jumfrú kenni.”
5 Svaraði reystur Jákimann kongur,
so tók hann upp á:
“Hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendur mær hugur á.
6 Hana skal eg streingja mínum
bønarorðum á,
at biðja vønu Artans systur,
tað stendur hvat av ið má.”
7 So letur reysti Jákimann kongur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
8 So letur reysti Jákimann kongur
búgva skipini sín,
bæði letur hann *á tey laða*
virtur og so vín.
9 So letur reysti Jákimann kongur
búgva skipini stór,
bæði letur hann *á tey laða*
virtur og so bjór.
10 Bæði letur hann *á tey laða*
virtur og so bjór,
tó hann siglir í fimtan vetrar,
fattast hann ikki fóður.
11 Bræddir reyðar brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leikaðu ringarnir
upp í miðalský.
12 Bræddir reyðar brandar,
skorin var hvør stokkur,
*stavnið og stýrið av reyðargulli,
so var seglið í toppi.
13 Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá ið knørr varð tikið úr neysti.
14 Vant hann upp síni silkisegl,
bæði gul og blá,
strykar ei á bunka niður
fyrr enn á Artans vág.
15 Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Jákimann kongur
sínum fótum á land.
16 Fyrstur steig hann Jákimann kongur
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.
17 Jákimann kongur í Húnalondum
honum er lokur læst,
hann er átjan alin høgur
upp frá saðil á hesti.
18 Eyguni eru sum tjarnir tvær,
og ennið hevur hann bratt,
átjan alin er ryggur hansara,
og hartil sigi eg satt.
19 Neglir eru sum bukkahorn
og alin fram av fingri,
skeggið er sum sótið svart,
tað hongur niður á bringu.
20 Skeggið er sum sótið svart,
tað hongur niður á belti,
eyguni eru sum tjarnir tvær,
og tenn sum [í] villini gelti.
21 Ógvuligur er kjaftur hansara,
favnir og fetjar breiður,
so eru tenn í heysi hans
sum størsta kvinnu skeið.
22 Jákimann kongur í Húnalondum,
sum søgur ganga frá,
høgrumegin svartur er,
vinstrumegin grá.
23 Høgrumegin svartur er,
og vinstrumegin grá,
ógvuligur er skortur hans
og kjafturin sum ein gjá.
24 Ógvuligur er skortur hansara,
og nasar hevur hann langar,
so langt er hans kjálkabein,
sum fjórðingur at ganga.
25 Tað var reysti Jákimann kongur,
gekk frá strondum niðan,
skundaði sær at Artans høll
við alt sítt valdra lið.
26 Allir veggir sviktaðu,
tá ið hann gekk á tún,
allar hurðar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.
27 Allir veggir sviktaðu,
tá ið hann stuttist við,
allir beinkir brotnaðu,
tá ið hann settist niður.
28 Allir beinkir brotnaðu,
tá hann gekk í sæti,
Artan hugsar við sjálvum sær:
“slíkt eru trøllalæti.”
29 Tað var væna Artans systir,
varð seg so illa við,
fyrst hon kongin við eygum sá,
hon fell í óvit niður.
30 “Artan, gift meg ei við hesum manni,
ger mær ei tann vanda,
kemur hondin at klappa mær,
tað kann ikki beinið halda!
31 Artan, gift meg ei við hesum manni,
ger mær ei tað valdið,
strýkur hann mær við sínari hond,
lív kann eg ikki halda!
32 Gift meg ei við hesum manni,
ger mær ei tað valdið,
strýkur hann mær við sínari hond,
lív kann eg ikki halda!
33 Kemur hondin at klappa mær,
tað kann ikki beinið halda,
send boð eftir Herint Ívintsson,
so er hans lív í vanda!”
34 Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var skrýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.
35 Út varð loystur gangarin,
ið sendisvein skuldi á ríða,
hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu.
36 Hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið sendisvein skuldi á ríða.
37 So reið hann sendisvein
yvir dalar og fjøll,
áðrenn dagur at kvøldi kom,
tá var hann á Herints høll.
38 Tað var ið hann sendisvein,
stedaðist hann for borð:
“Hoyr tað, Herint Ívintsson,
Artan hevur sent tær boð!
39 Hoyr tað, Herint Ívintsson,
lurta nú eftir mær,
her hevur tú tey brævini,
sum Artan sendi tær!”
40 So varð Herint Ívintsson,
glaður við tað orð,
hann klæddist í skjold og harniskju
so sítt bitra svørð.
41 Út varð loystur gangarin,
sum hann Herint skuldi á ríða,
hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu.
42 Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var skrýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.
43 Hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var tann saðilin,
sum Herint skuldi á ríða.
44 So reið Herint Ívintsson
yvir dalar og fjøll,
áðrenn dagur at kvøldi kom,
tá var hann á Artans høll.
45 Drukku teir í glasstovuborg
fullar mánar tvá,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Artans systur at sjá.
46 Drukku teir í glasstovuborg
fullar mánar tríggjar,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Artans systur at síggja.
47 Herint gongur at hallardurum
glaður í góðum minni:
“Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevji teg út á sinni?
48 Ert tú her inni Jákimann kongur?
eg krevji teg út at ríða,
í tann sama grøna vøll,
sum riddarar plaga at stríða.”
49 “Tú tarvt einki reiðrarungi,
bregða mær við elli,
bresti eg fingur í ennið á tær,
so liggur tú deyður á vølli.”
50 “Tú tarvt einki, Jákimann kong,
tóast tú ert vaksin,
oftum hevur so lítil túva,
velt so stórt eitt lass.”
51 Herint gongur at hallardurum,
glaður í góðum minni:
“Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevi teg á øðrum sinni?
52 Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg bjóði tær út at ríða
á tann sama grøna vøll,
sum riddarar plaga at stríða?”
53 “Tú tarvt einki, reiðrarungi,
bregða mær við elli,
bresti eg fingur í ennið á tær,
so liggur tú deyður á vølli.”
54 “Tú tarvt einki, Jákimann kongur,
tó at tú ert vaksin,
oftum hevur so lítil túva
velt so stórt eitt lass.”
55 Tú ert ungur og óstiltur,
hvar tú kemur í víggi,
tað er meg tað eiti mest,
tú vilt fyri ongum flýggja.”
56 Herint gongur at hallardurum
glaður í góðum minni:
“Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevi teg triðja sinni?
57 Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevi teg út at ríða
á tann sama grøna vøll,
sum riddarar plaga at stríða?”
58 “Tú tarvt einki, reiðrarungi,
bregða mær við elli,
bresti eg fingur í ennið á tær,
so liggur tú deyður á vølli.”
59 “Tú tarvt einki, Jákimann kongur,
tó at tú ert vaksin,
oftum hevur so lítil túva
velt so stórt eitt lass.”
60 “Tú ert ungur og óstiltur,
hvar tú kemur um víggja,
tað er meg tað eiti mest,
tú vilt fyri ongum flýggja.”
61 “Hoyr tú, reysti Jákimann kongur,
tú skalt ikki frúnna njóta,
eg skal hallina yvir tær
í hundrað partar bróta!”
62 Tað var reysti Jákimann kongur,
reisti út av høll,
møtti hann Herint Ívintsson,
hann kom á grønan vøll.
63 Lystiligt var at lýða á,
hvør mong var tungan snjøll,
løgdu sínum bardøgum
so skamt frá kongsins høll.
64 Tað var Herint Ívintsson,
hann kvistaði við sínum skildi,
hann høgdi kjaftin av Jákimann kongi,
hondin eg oyrað fylgdi.
65 Jákimann kongur á vøllin datt
av so miklum undur,
saman runnu lutirnir,
sum á honum vóru sundur.
66 Tað var Herint Ívintsson,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Jákimann kong
sundur í lutir tvá.
67 Herint hugsar við sjálvum sær:
“Nú er av tað versta,
nú skal fara til hallar heim
Artans systur at festa.”
68 Tað var hann Herint Ívintsson,
tók sær frúnna [at] festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla
og læt ikki longur fresta.
69 Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.
70 Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var *ei at tvørra,
átjan borgum boðið var,
og tólv hundrað á hvørji.
71 Drukkið varð teirra brúdleypið,
gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song,
Herint og hans vív.
72 Gingu so bæði í eina song,
Herint og hans vív,
síðan hvør sum boðin var,
haðan heim til sín.
73 Drukkið varð teirra brúdleypið,
bæði við gleði og gaman,
tríggjar synir áttu tey,
tey vóru ikki longur saman.
74 Nevndur var teirra fyrsti sonur,
'Olvuj' Fótur æt hann,
so hevði hann verið í hondum harður,
[hann] blóðgaði ikki mann.
75 Nevndur var teirra annar sonur,
Ívint eitur svá,
so hevði hann verið í hondum hagur
blóðgaði ikki ein ella tvá.
76 Eg kann ikki sannari
at siga tær ífrá,
nevndur var teirra triði sonur,
og hann Kvikilsprá.
Fuglin í fjøruni,
við sítt nevið reyða,
mangt eitt dýr og høviskan fugl
hevur hann greitt frá deyða,
fuglin í fjøruni.
CCF 108-I C-I
TSB E 134
Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók. AM Access. 4a, no. 48, s. 214.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 229
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 26. bind, s. 191.
Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.