Skip to main content

Samsons kvæði

 

CCF 113 C

TSB E 136

 

1 Eina veit eg rímuna,

gjørd um Samson sterka,

hann var sær bæði vænur og vitur

til alla roysnisverka.

 

Treðið lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komið er hægst um summarið.

 

2 Risin býr í havi út,

hvat ger hann tær á trá:

“Hvar veitst tú so væna jomfrú,

sum mær er sámi at fá?”

 

3 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala,

uttan Petur lítli,

hann metst ikki við at svara.

 

4 “Hoyr tú, mín hin veldigi søti!

Hví spyrja tit so?

Dalita í borgini

væn er hon at sjá.”

 

5 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg heiti mítt,

hana skal eg fá.

 

6 Nú skal taka upp fyrstu tvey,

skriva út til enda,

síðan skalt tú, Petur lítli,

til Dalitu venda.”

 

7 Petur lítli loypur á

sín góða gangara hest,

so reið hann til Dalitu borg,

sum føtur bera best.

 

8 Tað var enntá Petur lítli,

hann heim í garðin fór,

úti frúgvin Dalita

fyri honum stóð.

 

9 “Tú ver vælkomin, Petur lítli,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

10 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvvæl minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

11 Hoyr tú, frúgvin Dalita

trúgva mást tú mær,

nú eru brøvini sunnan komin,

ið risin sendi tær!”

 

12 Svaraði frúgvin Dalita,

tá hon tey brøvini sá:

“Ikki svíki eg harra mín,

so leingi eg liva má.”

 

13 Tað var frúgvin Dalita,

snarliga hon sær vendi,

kastaði hon tey í heita bál,

í reyðum loga brendi.

 

14 Petur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

reið so aftur til risans borg,

sum føtur bera best.

 

15 Tað var enntá Petur lítli,

heim í garðin fór,

úti sjálvur risin

fyri honum stóð.

 

16 “Tú ver vælkomin, Petur lítli,

higar nú til mín!

Hvussu tók hon Dalita

móti bønarorðum tín?”

 

17 “Svaraði frúgvin Dalita,

tá hon tey brøvini sá,

at ikki sveik hon harra sín,

so leingi hon liva má.”

 

18 “Nú skal taka upp øðru tvey,

skriva út til enda,”

reyðan ring av hendi dregur,

hann skal frúnni senda.

 

19 Hann fór eftir tí bókini,

ið gullsprungur lógu á,

har var í tey svikini,

ið hann skuldi frúnni fá.

 

20 Petur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

reið so aftur til Dalitu borg,

sum føtur bóru best.

 

21 Tað var enntá Petur lítli,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Dalita

fyri honum stóð.

 

22 “Tú ver vælkomin, Petur lítli,

higar nú til mín,

drekk nú hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

23 “Hoyr tú, frúgvin Dalita,

trúgva mást tú mær,

enn eru brøvini sunnan komin,

sum risin sendir tær!”

 

24 Tað var frúgvin Dalita,

tá hon tann ringin sá,

allir hennara fagru litir

úr kinnini brá.

 

25 Pætur lítli loypur á

sín góða gangarahest,

reið so aftur til risans borg,

sum føtur bera best.

 

26 “Tú bið hann búgva seg betur væl,

spenna sín hest við gjørð,

um enn hann hevur eitt átjan hundrað,

tílíka reikar hann ferð.

 

27 Tú bið hann búgva seg betur væl,

spenna sín hest við geira,

um enn hann hevur eitt átjan hundrað,

trinni og hartil fleiri.”

 

28 Samson liggur í síni song,

hann hoyrir hestadun,

.......

........

 

29 Risin hoyrdi hon blása,

skamm kom hann til lands,

Dalita liggur í síni song,

hon kennir so miklan tvang.

 

30 Samson liggur í síni song,

hann følir so miklan bruna:

“Hoyr tú, frúgvin Dalita,

eg hoyri hestar duna!”

 

31 Svaraði frúgvin Dalita,

hon tungu ber so snjalla:

“Hatta er okkara mikla fæ,

ið kemur heim til halla.”

 

32 Tað var mitt á midnáttstíð,

herurin trongdi inn,

Benadit gongur for hallardyr,

hann vekur upp harra sín.

 

33 Tað var mitt á midnáttstíð,

herurin var á ferð:

“Tú statt upp, frúgvin Dalita,

og tak mær búgvið svørð!”

 

34 Nú er her, sum ofta er,

at køld eru kvinnusinni,

tey leitaðu bæði undir og á,

tey kundu ei svørðið finna.

 

35 Tað var Benadit, skósvein hans,

hann var sínum harra ker,

bjartan mæka av slíðrum dró,

og sínum harra fer.

 

36 Út reið kongurin Samson

eina morgunstund,

feldi meiri enn átjan hundrað

glaður í grønari lund.

 

37 Inn kom kongurin Samson,

Gud mundi honum hjálpa:

“Eg havi vigið eitt átjan hundrað

við einum asinkjálka.”

 

38 Svaraði frúgvin Dalita,

sum herur sat í spekt:

“Tú lova mær at skeinkja vín

for teg og tínar menn!”

 

39 “Hoyr tú, mín hin veldiga søta,

gott skal slíkum kanna,

hví skalt tú ikki skeinkja vín

fyri meg og mína manna?”

 

40 So skeinkir hon Dalita

mjøðin inn í høll,

fyrstur sovnaði Samson

og síðan hirðin øll.

 

41 Hon tók upp ein lindarsaks

og klipti av kongi hár,

moyggjar hildu á ljósinum,

tí tað var ‘alles’ ráð.

 

42 Hon stakk út hans eygun tvá,

svøpti í ein dúk,

kastaði tey í heita bál,

hon gekk av hallini út.

 

43 Samson liggur í síni song,

hann kennir so miklan tvang:

“Hvat man valda, Benadit,

at náttin gerst so lang?”

 

44 Samson liggur í síni song,

hann storkin var í sveita,

horvin er frúgvin Dalita,

men vant er eftir at leita.

 

45 “Hoyr tú, kongurin, harri mín,

tygur er vunnið háð,

út eru tygara eygun stungin

og klipt er av tygum hár!”

 

46 “Hon er komin á landið tað,

ið einki kann hon sær,

fyri teir gulu lokkarnar,

ið hon sveik burtur av mær.

 

47 Tað søgdu mær mangir menn,

tá ið eg í leikum var,

alt var megi í hári mínum,

tað ið Gud mær gav.”

 

48 Inni lá hann um vinturin,

inni lá hann í tvá,

inntil tann hin triðja,

honum tók at vaksa hár.

 

49 “Eystan undir míni borg

har stendur ein stein,

har gekk eg at skemta mær,

helst tá ið eg var ein.

 

50 Eystan undir míni borg

har stendur ein steinur tungur,

har gekk eg at skemta mær,

helst tá ið eg var ungur.

 

51 Hoyr tú, Benadit, skósvein mín,

hvat eg sigi tær,

at tann sama steininum

har skalt tú leiða meg!”

 

52 Benadit tók í kongsins hand,

hann leiddi at steini fram,

tá hevði hann ikki meiri makt,

enn annar menskur mann.

 

53 Inni lá hann tann vinturin,

inni lá hann í tvá,

inntil tann hin triðja,

honum tók at vaksa hár.

 

54 “Tað søgdu mær mangir menn,

tá ið eg í leikum var,

alt var megi í hári mínum,

ið sjálvur Gud mær gav.

 

55 Eystan undir míni borg

har stendur ein steinur tungur,

har gekk eg at skemta mær,

helst tá ið eg var ungur.

 

56 Hoyr tú, Benadit, skósvein mín,

hvat eg sigi tær,

at tann sama steininum

har skalt tú leiða meg!”

 

57 Leiddi hann hann at steini fram,

sum fimtan kundu ei lyft,

við aðrari síni hondini,

tað syfti hann hann á rygg.

 

58 “Megi havi eg aftur fingið,

tað ið Gud mær gav,

eyguni fái eg ikki aftur

fyrr enn á dómadag.

 

59 Megi havi eg aftur fingið,

tað ið Gud mær sendi,

men eyguni fái eg ikki aftur,

tungt er stríð for hendi.

 

60 Nú skal geva frú Kristinu

ríkið fyri at ráða,

vit skulu vappa villini stíg,

men elva os ongan váða.

 

61 Nú skal geva frú Kristinu

ríkið fyri at standa,

vit skulu vappa villini stíg,

og kanna ókunn lond.

 

62 Tríggjar eru tær ódnirnar,

tú skalt meg út ei leiða,

eldurin og tann djúpi sjógvur,

vatnið tað hitt breiða.

 

63 Tríggjar eru tær ódnirnar,

tú leið meg ei útá,

hoyr tú, Benadit, skósvein mín,

vit óttast einki tá!”

 

64 Tá ið teir komu í skógvin burt,

honum tykti so mikið øpa:

“Her síggi eg ein *ódnaljón,

hann vil os báðar gløpa,”

 

65 “Hoyr tú, Benadit, skósvein mín,

tú ber harfyri ei vanda,

eg við mínum báðum hondum

skal hans faksi fanga.”

 

66 Samson sprakk á ljónins bak,

alvæl sum hann kundi,

hann hevði einki annað boksl

uttan fingrar tveir í munni.

 

67 Kykan reiv hann ljónin sundur,

dýrið tað hitt sterka,

tí man ofta gitið vera

Samsons roysniverk.

 

68 Tí man ofta gitið vera

Samsons roysniverk,

hvar ið hann kemur í skógvin fram,

sær hann sítt endamerki.

 

69 Tá ið teir koma í skógvin fram,

hann tyktist vera í vanda:

“Høgar síggi eg risans borgir

á pílunum standa.”

 

70 “Høgar sært tú risans borgir

á pílunum stá,

vóru tær allar undan kiptar,

tað stóð til vána tá.”

 

71 Tað var kongurin Samson,

hugsar hann so við sær:

“Gevi Gud faðir í himmiríki

at Dalita var nú her.

 

72 Hoyr tú, Benadit, skósvein mín,

tú gakk tær burtur frá,

vita um tú kanst hana Dalitu

út úr borgini fá!”

 

73 Benadit gekk í hellið inn,

eingin ið hann kendi,

uttan frúgvin Dalita,

sum reyðargull bar á hendi.

 

74 “Hoyr tú Benadit, skósvein mín,

siga skalt tú mær!

Hvussu livir hann Samson

í borgini sær?”

 

75 “Tú minn meg ei á Samson,

ei á hansara neyð,

hann liggur sjúkur í síni song,

eg vænti, at hann er deyð.”

 

76 Sára græt frúgvin Dalita,

skikkjan fleyt í droyra,

Benadit gekk av hallini út,

hann lystir ei á at hoyra.

 

77 Samson liggur í skógnum burtur,

leingi tykist honum at bíða,

nú hoyrir hann sín sendisvein

aftur til sín ríða.

 

78 “Hoyr tú, Benadit, skósvein mín,

tú sig mær av tí sanna!

Hvussu er borgin inni skipað

við raska risans manna?”

 

79 “Risin situr í hásæti,

Dalita honum hjá,

Væl fimm hundrað blámonnum

[tað] sita har skamt í frá.

 

80 Risin og frúgvin Dalita

sita undir silkitjaldri,

drotning er hon enn sum fyrr,

tó havir hon minni veldi.”

 

81 “Hoyr tú, Benadit, skósvein mín,

hvat eg sigi tær,

eystan undir kirkjuni

har skalt tú grava meg!

 

82 Eystan undan kirkjuni

har hvílir mín móðir,

og hann Málakur, faðir mín,

men ongan átti eg bróður.

 

83 Hoyr tú Benadit, skósvein mín,

tú gakk tær burtur frá,

meðni eg kippi pílurnar,

ið borgin stendur á!”

 

84 Samson kipti pílurnar,

tekur á so fast,

skelkur kom í risans bróst,

tá borgin sundur brast.

 

85 Niður fell kongurin Samson,

sum undir borgini stóð,

Benadit fell í óvit niður,

hann sá sítt harris blóð.

 

86 Tók hann kongin Samson,

skjønt virkið var ei lætt,

tá møtti honum ein erkibisp

skamt frá kirkjustætt.

 

87 “Grav tú ikki handa mann

innan kirkjustætt,

hann man hava gjørtso ilt,

sum Gudi tykir ei rætt!”

 

88 Tók hann kongin Samson,

hann legði sær íhjá,

meðni hann høvdið av erkibispin

frá hans herðum vá.

 

89 Eystan undan kirkjuni

sum dreingir eyka fold,

gróv hann tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

90 Benadit reið frá kirkju heim,

ikki mælti orð,

mangan gleddi hann fátækan

eftir við kongsins borð.

 

91 Benadit reið frá kirkju heim,

elvir sær ongan vanda,

hann festi systur Samsonar,

ríki fyri at standa.

 

92 Hann festi systur Samsonar

av so góðum mátti,

settist aftur í stólin tann,

ið frægi Samson átti.

 

Treðið lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komið er hægst um summarð.

 

CCF 113 C

TSB E 136

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens. Føroya Landsbókasavn  JJ B III [1]

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 326

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 110.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Samuel Jacob Hans-Jacobsen, seinni Kjærbo, á Keltugørðum

(1836-1911), Sumba, 1904 .