Skip to main content

Blikimans kvæði

 

CCF 117 B

TSB E 37

 

1 Eina veit eg rímuna,

eg kvøði, sum eg kann,

gjørd um kongin Blikimann,

tann ærlig borin mann.

 

Vítt um vegir gyltir hjálmar syngja,

stíga teir á sínar hestarnar, springa,

hoyrast mátti langan veg, sum teirra sporar ringja.

Vítt um vegir gyltir hjálmar syngja.

 

2 Kongurin vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.”

 

3 “Hoyr tú, kongurin Blikimaður,

tað hevur ongan vanda,

tað er frúgvin Vendilmjá,

hon dreymin ráða kann.”

 

4 Kongurin heitir á sveinarnar,

tógva ella tríggjar:

“Heintið mær frúnna Vendilmjá,

eg vil hana síggja.”

 

5 Frúgvin gekk í hallina inn,

rodnaði sum ein droyra:

“Heilur og sælur, Blikimaður,

lat meg dreymin hoyra!”

 

6 “Meg droymdi, á Ribbaldaheiði

har var kyndur eldur,

har kom Ulfran, kempan reyst,

við allar sínar frændur.

 

7 Meg droymdi, á Ribbaldaheiði

har var kynt eitt bál,

har kom Ulfran, kempan reyst,

við so mikið prál.

 

8 Har kom Virgar Valintsson,

kappin tann hin reysti,

ormar tveir á svørði hans

møttust á saðil og hesti.”

 

9 Svaraði frúgvin Vendilmjá,

uttan al angist og sút:

“Tað er Virgar Valintsson,

hann skilur títt høvur við búk.”

 

10 “Virgar var mín fosturson,

slíkur er eingin í heimi,

hvar ið eg verði í víggi staddur,

hann verður mær ikki at meini.”

 

11 “Virgar var tín fosturson,

hann reið for tínum tríggi,

fyrstur man hann í ráðum vera

at skilja títt høvur frá búki.”

 

12 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

13 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

kongurin skuldi á ríða.

 

14 Kongsins gangari hvítur var,

so er mær greint ífrá,

svartir vóru hógvarnir,

men oyruni vóru grá.

 

15 Tað var kongurin Blikimaður,

hann reið so glaður avstað:

“Ongan skal eg griðin geva,

hvør mær møtir í dag.”

 

16 Tað var kongurin Blikimaður,

hann reið fram yvir skóga,

hann sær undir eikini

so mangan riddaran stóran.

 

17 Svaraði hertugin Hósvík jall,

hann vildi ei undan herja:

“Lat meg síggja mítt skjold og svørð,

so skal eg við teg berjast!”

 

18 Tað var kongurin Blikimaður,

hevur ei orðin fleiri:

“Lovi eg tær skjold at skoða,

so er liðið meiri.”

 

19 “Hvørki havi eg skjold ei svørð,

skarlak havi eg klæði,

eg haldi tað einki roysni vera

nipin mann at vega.”

 

20 Hertugin vá upp eikina,

tað var so stórt eitt træ,

so sló hann til Blikimann,

at kongurin fell á knæ.

 

21 Tað var kongurin Blikimaður

sínum hesti ríður,

brá so upp sín bitra brand

og hertugan Hósvík klývur.

 

22 Tað var kongurin Blikimaður,

sínum svørði brá,

hann kleyv hertugan Hósvík

sundur í lutir tvá.

 

23 Tað søgdu allir, við honum vóru,

bæði hart og hvølt,

hevði hann havt sítt skjold og svørð,

so hevði hann kongin felt.

 

24 Aftur reið kongurin Blikimaður

við sítt blóðiga svørð,

úti stóð frúgvin Vendilmjá

og fagnar væl hans ferð.

 

25 Inn kom kongurin Blikimaður,

turkar sítt svørð í dúki:

“Nú havi eg vogið ein stoltsriddara

og skilt hans høvur frá búki.”

 

26 Tað er kongurin Blikimaður,

turkar sítt blóðiga svørð:

“Tað er nú ikki aftur at venda,

gerningin er gjørd.”

 

27 Ulfran gongur [for] Tíðrik kong,

góður er drongur til evna:

“Frændi mín, læna mær nakrar menn,

eg vil mín faðir hevna!”

 

28 Tá svaraði Tíðrikur kongur,

fyrsta orðið tá:

“Hvør var tann hin reysta kempa,

ið tín faðir vá?”

 

29 Svaraði Ulfran, kempan reyst,

heldur á hjørvarunni:

“Blikimann nevna teir kappan tann,

tað roysni hevur vunnið.”

 

30 Tí svaraði Tíðrikur kongur,

kann væl tungu skilja:

“Hvat vilja raskir rispala dreingir

frænda vára fylgja?”

 

31 Víðfer og hann Humlingur,

Hornir mikillátur,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

tveir raskir menn og kátir.

 

32 Víðfer og hann Humlingur,

kempur eru treystar,

triði er Olgar danski,

og fjórði er Ríkin reysti.

 

33 Víða havi eg formenn nevnt,

so kvøður um *brynju verkið,

Tíðrikur lænti frænda sínum

gull við vovin merki.

 

34 Víða havi eg formenn nevnt,

sigst í hesum kvæði,

Tíðrikur lænti frænda sínum

níggju hundrað ræði.

 

35 Svaraði Virgar Valintsson,

sló so upp í gaman:

“Tað tykir mær lystiligt,

um vit kundu komið saman.”

 

36 Svaraði Virgar Valintsson,

stóð har skamt ífrá:

“Tað tykir mær so lystiligt

sum drekka mjøð av skál.”

 

37 Svaraði Virgar Valintsson,

væl kann góðum gegna:

“Sendið fram eitt sendiboð,

og svíkið ei fólk í svøvni!”

 

38 Virgar átti ein skósvein,

klæddur var í skreyt,

eingin hestur er so flótur,

honum fylgdi á breyt.

 

39 Hann gekk seg í hallina inn,

so er greint ífrá:

“Sit væl, reystur Blikimann kongur,

alt tær trúgvið á!”

 

40 Svaraði kongurin Blikimaður,

kann væl tungu skilja:

“Hvat eru tíni ørindi,

hvat tykist tú vilja? “

 

41 “Tú vá hertugan út av Berin,

tú tarvt ei eftir fregna,

komin er Ulfran, sonur hans,

frægur vil faðir sín hevna.”

 

42 “Betri er honum heimi at sita

og drekka tann mjøðin fríða,

flestøll ‘forædl Sporedl’ stóð,

han[s] faðir komst ikki víða.

 

43 Tú tarvt ikki, reiðraungi,

firra meg við elli,

spretti eg fingur í enni á tær,

so liggur tú deyður á vølli.

 

44 Hoyr tú, ungi Hamarin grá,

hvat eg spyrji teg,

er Virgar staddur í hesi ferð,

so dyl tað ei for meg!”

 

45 Svaraði ungi Hamarin grá,

leit seg um so víða:

“Virgar liggur í høgaloft sjúkur,

sín hest kann hann ei ríða.”

 

46 Svaraði ungi Hamarin grá,

av so tungum ekka:

“Hoyr tú, kongurin Blikimaður,

gev mær nakað at drekka!”

 

47 Tey bóru fram sjey lestir øl,

tað drakk hann í ein drykk,

hann sló tær tunnur for kongsins

føtur, tær gingu í túsund stykki.

 

48 “Tað tykir mær undarligt,

at tú ert vorðin ein drongur,

er Virgar staddur í hesi ferð,

so dyl tað ikki longur!”

 

49 Tað var ungi Hamarin grá,

hann leit seg um so víða:

“Virgar liggur í høgaloft sjúkur,

sín hest kann hann ei ríða.”

 

50 “Ein gang var eg pá Dovrafjall,

hvar kempur drukku inni,

Virgar dreiv eitt dáraverk,

tað gongst mær ei av minni.

 

51 Fimmti kempur høgg hann í ring

og gjørdi tað við ein leik,

hvør sum á tann leikin sá,

hann gjørdist í kinnum bleik.”

 

52 Svaraði ein av kongsins monnum,

fyrsta orðið tá:

“Virgar er ein kolbrandsson,

vit munnu honum væl bestá.”

 

53 Svaraði annar av kongsins monnum,

har hann studdist við:

“Hvat man Virgar Valintsson,

hans faðir var ein smiður?”

 

54 Tað var ungi Hamarin grá,

vreiður við tað orð,

hann sló høvur av kempum tveim,

teir fullu for kongsins borð.

 

55 Svaraði kongurin Blikimaður:

“Slíkt var mær ímót,

hví sló tú mínar bestu kempur

niður for mín fót?”

 

56 Svaraði ungi Hamarin grá,

bæði av ilsku og vreiði:

“Fullvæl vildi eg hevnt tað spott,

um teir vóru fleiri.”

 

57 Kongurin letur sveinarnar

seta saman í ring:

“Heinta skal unga Hamaran grá

at halda feigðarting!”

 

58 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

fimtan vóru sveinarnir,

ið riðu á grønan vøll.

 

59 Fimtan vóru sveinarnir,

buðu seg út at ríða,

og hann riddarin Rósinval,

so vanur í víggi at stríða.

 

60 Svaraði ungi Hamarin grá,

tungu ber so snjalla:

“Væri her Ulfran, kempan reyst,

vit feldu niður allar.”

 

61 Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir,

tað var honum eingin vandi,

fimtan feldi hann kongsins menn,

so frægur av Berinar landi.

 

62 Fimtan feldi hann kongsins menn,

teir lógu á grønari jørð,

møtti honum riddarin Rósinval,

tá yptist ein onnur ferð.

 

63 Riðu saman á grønum vølli,

hvørgum mundi bella,

hoyrast mátti langan veg,

sum svørð á brynjum gella.

 

64 Riðu saman á grønum vølli,

hvørgin vildi lúta,

gongur so eldur av svørðum teirra,

sum neistar av árni fúka.

 

65 “Tað var kongurin, harri tín,

reið á skógvin fram,

hann vá hertugan út av Berin,

tann vælborin mann.

 

66 Hann vá hertugan út av Berin,

skarlak hevði hann klæði,

tað var einki roysnisverk,

 nipin mann at vega.”

 

67 Tað er riddarin Rósinval,

aftur svarar honum:

“Tú skalt ikki boðini bera

aftur til Valints son.”

 

68 Teir settu skaft mót saðilbogum,

lótu hestar renna,

hvørgin seggur úr saðli gekk,

teir lótu gott alvið kenna.

 

69 Teir settu skaft mót saðilbogum,

lótu hestar springa,

hoyrast mundi langan veg,

sum teirra skjoldar ringja.

 

70 Teir settu skaft mót saðilbogum,

so er greint ífrá,

tað var ungi Hamarin grá,

hann opin á vølli lá.

 

71 Teir settu skaft mót saðilbogum

av so góðum treysti,

tað var ungi Hamarin grá,

hann fell av sínum hesti.

 

72 So var ungi Hamarin grá

rappur til síni bein,

so sprakk hann á foldina fast,

hann var til fóta ei sein.

 

73 Tað var ungi Hamarin grá,

hann kvittar á Birtingsheiði,

eingin hestur er so flótur,

honum fylgir í skeiði.

 

74 Tað var Ulfran, kempan reyst,

honum ímóti gekk:

“Hvat segði kongurin Blikimaður,

tá hann boðini fekk?”

 

75 “Hann segði, at Virgar Valintsson

ein smiðins son man vera,

at hamra stengur og brenna kol,

tað besta hann kundi gera.

 

76 Fimtan havi eg kempur vigið,

honum fullu for føtur,

men kom hann fyri Virgar sterka,

valla beið hann bøtur.”

 

77 Kongurin situr í hásæti,

frá man frættast víða:

“Nú lystir meg á Birtingsskóg,

sum aðrir riddarar ríða.”

 

78 Kongurin heitir á sveinarnar,

tógva ella tríggjar:

“Heintið mær mína planetubók,

latið meg hana síggja!

 

79 So sigst í fornum bókum vítt,

bæði til tinga og stevna,

so skal sigur í stríði fangast,

sonur skal faðir hevna.

 

80 Tú møtir í morgin í óttuskær,

tú sært teir brandar bjartar,

bjargamál svíður tær í bróst,

hav ikki kálvahjarta!

 

81 Tú møtir í morgin í óttuskær,

tú sært teir beita brandar,

Ulfran ungi og Tíðrikur kongur,

slíkir eru eingir í landi.

 

82 Tú møtir í morgin í óttuskær,

tú fært teir brandar at síggja,

Víðfer og hann Humlingur,

tveir raskir menn til víggja.”

 

83 Árla var um morgunin,

teir riðu á grønan skóg,

sóu kongsins brynju loga,

áðrenn upp rann sól.

 

84 Teir riðu fram í djúpan dal,

um blek og bleytar mýrar,

sóu fult eitt átjan hundrað

stíga til saðla dýra.

 

85 Úlvar tóku at ýla hátt,

tað gellir í grønari lund,

bardust saman á Ribbaldaheiði,

tá stóð stríð um stund.

 

86 Blikimann kongur og Valints son

møttu hvør øðrum ímóti,

búkar fullu til jarðar niður,

sum tey varpa grót.

 

87 Blikimann kongur og Valints son,

møttust teir í stríði,

bardust so um nakrar stundir,

hvørgin øðrum lívdi.

 

88 Úlvar tóku at ýla hátt,

ørnin hyggi læsti,

hundrað heilt og hartil hálvt,

tað fell í fyrsta kasti.

 

89 Svaraði kongurin Blikimaður:

“Felt havi eg úr liði,

gerið sum sigst í ævintýrum,

gevið nú ongan grið!”

 

90 Úlvar tóku at ýla hátt,

tað gellur í grønari lund,

bardust saman á Ribbaldaheiði,

tá stóð stríð um stund.

 

91 Blikimann kongur og Valints son,

møttu hvør øðrum ímóti,

búkar fullu til jarðar niður,

sum tey varpa grót.

 

92 Svaraði kongurin Blikimaður:

“Felt havi eg úr liði,

gerið sum sigst í ævintýrum,

gevið nú ongum grið!”

 

93 Svaraði Virgar Valintsson:

“Eg skal leikin lyfta,

ungir menn *skulu býti fá,

vit skulu tað heimi skifta.”

 

94 Hann høgg niður í Blikimann kong,

hond og høgra oyra:

“Rámi eg so eitt annað sinni,

tá torir tú beiskari hoyra.”

 

95 Virgar gav so vænt eitt høgg,

av so góðum treysti,

drekin fell so rásareystur,

deyður fell kongur av hesti.

 

96 “Kongurin gav os gull og silvur,

mangar ringar reyðar,

standið nú so manniliga,

hevnið væl hans deyða!”

 

97 Svaraði Humlingur Stútason,

vildi ei undan flýggja:

“Eg tók skonk av harra mín,

eg skal á hans brósti liggja,”

 

98 Víðfer so til orða tók:

“Ei skal snúgva til bóta,

snúgvist tú til hilmars høvur,

snarast eg til fóta.”

 

99 Svaraði Ulfran, kempan reyst:

“Ei skal snúgva til gagna,

hvíldi hann pá mítt faðirs bróst,

so síðla eti hann ravnar.”

 

100 Virgar var so orðahagur,

hann hetta frøði gerði,

so gongur tað um allan heim,

teir kalla tað Blikimans kvæði.

 

Vítt um vegir gyltir hjálmar syngja,

stíga teir á sínar hestarnar, springa,

hoyrast mátti langan veg, sum teirra sporar ringja.

Vítt um vegir gyltir hjálmar syngja.

 

CCF 117 B

TSB E 37

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access 4).

 

Útgávur: 

1. Danmarks gamle folkeviser IV s. 693.

2. Dimmalætting 06.12-1884.

3. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 15.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 27. bind, s. 134.

 

Heimild: Úr Sandoy: Jóannes Clemensen (1794-1869), Sandi, 1851.