Lokka táttur
CCF 13 C
TSB E 114
1 Risin og bóndin leiktu leik,
risin vann og bóndin veik.
Hvat skal mær harpan undir mína hond
vil ikki frægur fylgja mær á annað land
2 “Eg havi lúkað treytin mín,
nú vil eg fá sonin tín.
3 Eg vil hava sonin frá tær,
uttan tú goymir hann fyri mær.”
4 Bóndin heitir á sveinar tvá:
“Tit biðið Óðan fyri meg inngá!
5 Heita á Óðin, Æsa kong,
tá man goymslan gerast long.
6 Eg vildi mín Óðin væri til,
vita hvussu goymslan ganga vil.”
7 Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Óðin inn fyri borð.
8 “Hoyr tú Óðin, eg tali til tín,
tú skalt goyma sonin mín”
9 Óðin fór við sveini út,
brúður og bóndin bóru sút.
10 Óðin biður vaksa brátt
akurin upp á einari nátt.
11 Óðin biður nú vera svein
mitt í akri aksið eitt.
12 Mitt í akri aksið eitt
mitt í aksi byggkorn eitt.
13 “Ver harí við onga pínu,
tá ið eg kalli, kom til mín!
14 Ver harí við onga sút
tá ið eg kalli kom harút!”
15 Skrímslið hevur hjarta hart sum horn,
ripar í fangið fult við korn.
16 Ripar nú korn í fangið á sær,
bitra brand í hendi bar.
17 Og bitra brand í hendi bar,
hann ætlar at høgga sveinin har.
18 Tá var sveinin komið til sút,
byggkorn kreyp úr neva út.
19 Tá var sveinin komin til pínu,
Óðin kallar hann til sín
20 Óðin fór við sveini heim,
brúður og bóndi fagna teim.
21 “Har er hin ungi alvi tín,
nú er uppi goymsla mín”
22 Bóndin heitir á sveinar tvá:
“Tit [biðið] Hønir fyri meg inn gá.
23 Eg vildi mín Hønir væri til,
vita hvussu goymslan ganga vil.”
24 Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Hønir inn fyri borð.
25 “Hoyr tú Hønir eg tali til tín,
tú skalt goyma sonin mín!”
26 Hønir fór við sveini út,
brúður og bóndi bóru sút.
27 Hønir gongur á grønari grund,
svanir sjey teir flugu um sund.
28 Fyri eystan flugu svanir tveir,
niður hjá Hønir settust teir.
29 Hønir biður nú vera svein
mitt í knokki fjøður ein.
30 “Ver harí við onga pínu,
tá ið eg kalli, kom til mín!
31 Ver harí við onga sút,
tá ið eg kalli, kom harút!”
32 Skrímslið loypur á grønari grund,
svanir sjey teir flugu um sund.
33 Risin feil á 'sínari' knæ,
tann fremsta svanin fekk hann tá sær.
34 Tann fremsta svanin av beit,
hálsin niður í herðar sleit.
35 Tá var sveinin komið til sút,
fyrr enn smeyg úr kjafti út.
36 Tá var sveinin komið til pínu,
Hønir kallaði hann til sín
37 Hønir fór við sveini heim,
brúður og bóndi fagna teim.
38 “Har er hin ungi alvi tín,
nú er uppi goymsla mín”
39 Bóndin heitir á sveinar tvá:
“Tit biðið Lokka fyri meg inngá!
40 Eg vildi mín Lokki væri til,
vita hvussu goymslan ganga vil.”
41 Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Lokki inn fyri borð.
42 “Tú veitst einki av mínari neyð,
Skrímslið ætlar míns sonar deyð.
43 Hoyr tú Lokki, eg tali til tín,
tú skal goyma sonin mín.
44 Goym hann væl, so sum tú kann,
lat ikki Skrímslið fáa hann!”
45 “Skal eg goyma sonin tín,
tá manst tú lúka treytir mín
46 Tú skal lata neystið gera,
meðan eg man burtur vera.
47 Víðan gluggan skert tú á,
jarnkelvi tá legg har hjá!”
48 Lokki fór við sveini út,
brúður og bóndi bóru sút.
49 Lokki gongur eftir sandi,
sum skútan fleyt for landi.
50 Lokki rør nú á ytsta klakk,
so er í fornum frøði sagt.
51 Lokki hevur ei fleiri orð,
ongul og stein hann varpar for borð.
52 Ongul og stein við grunnið vóð,
snarliga hyggin hann flundru dró.
53 Dregur hann eina, og dregur hann tvá,
tann triðja hon var svørt at sjá.
54 Lokki biður nú vera svein
mitt í rognakorni ein.
55 Lokki biður nú vera heitt
mitt í rognakorni eitt.
56 “Ver harí við onga pínu,
tá ið eg kalli kom til mín!
57 Ver harí við onga sút,
tá ið eg kalli kom harút!”
58 Lokki rør nú aftur til land,
risin stár for honum á sand.
59 Risin mælti so orðum brátt:
“Lokki hvar hevur tá verið í nátt?”
60 “Lítla man eg hava ró,
flakkað og farið um allan sjó.
61 Flakkað og farið um allan sjó,
tí er fingið alt sum ‘nó’.
62 Risin oman sín jarnnakka skjýtur,
Lokki rópar, at hann brýtur.
63 Lokki talar so fyri sær:
“Risin lat meg fylgja tær.”
64 Risin tók sær stýri í hand,
Lokki rør nú út frá land.
65 Lokki rør við langa leið,
ikki vil jarnnakkin ganga úr greið.
66 Lokki rør ein langan dag,
ikki vil jarnnakkin ganga úr stað.
67 Lokki svør um sína trá:
“Eg kann betur at stýra enn tá.”
68 Risin fekk til árar at ró,
jarnnakkin fleyt um allan sjó.
69 Risin rør við langan favn
næstum Lokki aftur um stavn.
70 Risin rør nú á ytsta klakk,
so er í fornum frøði sagt.
71 Risin hevur ei fleiri orð,
ongul og stein hann varpar for borð.
72 Ongul og stein við grunnið veður,
snarliga hyggin hann flundru dregur.
73 Dregur hann eina, og dregur hann tvá,
tann triðja hon var svørt at sjá.
74 Lokki svør á sínari list:
“Risin gev mær henda fisk.”
75 Risin svaraði og segði nei:
“Mín Lokki, tú fært hann ei.”
76 Hann setti tann fisk millum kníggja á sær,
taldi hvørt [korn] í rogni var.
77 Taldi hvørt korn í rogni var,
hann ætlaði at fanga sveinin har.
78 Tá var sveinin komin til sút,
kornið kreyp úr neva út.
79 Tá var Lokki komin til pínu,
Lokki kallar hann til sín.
80 “Setist niður fyri aftan meg:
lat ikki risan síggja teg!
81 Tú manst leypa so lættur á land
ikki merkja spor í sand.”
82 Risin rør nú aftur til land
beint imóti hvítan sand.
83 Risin rør til landið tá,
Lokki snýr jarnnakka frá.
84 Risin skjýtur afturstavni á sand,
sveinurin loypur so lættur á land.
85 Risin sær seg upp á land,
sveinurin stendur fyri honum á sand.
86 Sveinin leyp so lættur á land,
ikki merkti spor í sand.
87 Risin leyp so tungur á land
upp til kníggja niður í sand.
88 Sveinin leyp, sum hann kundi best,
leyp ígjøgnum faðirs neyst.
89 Hann leyp ígjøgnum faðirs neyst,
risin aftur við fullgott treyst.
90 Risin stóð í glugga fastur,
jarnkelvið í glugga brast.
91 Lokki var tá ikki sein,
hjó av risan tað eina bein.
92 Risin heldur at tí gaman,
sárið grøddi snart til saman.
93 Lokki var tá ikki sein,
hjó av risan tað annað bein.
94 Hjó av honum tað annað bein
kastaði millum stokk og stein.
95 Sveinin hyggur á við gaman,
hvussu risin leyp bæði sundur og saman.
96 Lokki fór við sveini heim,
brúður og bóndi fagna teim.
97 “Her er hin ungi alvi tín,
nú er uppi goymslan tín.
98 Nú er uppi goymslan mín,
eg havi lúkað treytin tín.
99 Eg havi hildið trú fyri vist,
nú hevur risin lívið mist.
100 Eg havi hildið trú fyri bádi,
nú hevur risin livið látið.”
Hvat skal mær harpan undir mína hond,
vil ikki frægur fylgja mær á annað land?
CCF 13 C
TSB E 114
Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854). AM Access. 4a, nr. 87, s. 363.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 370.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 22
Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.