Skip to main content

Greivin av Jansalín

 

autocad 2010 test q a autocad drawing downloads autodesk utility design autodesk infrastructure design suite ultimate 2017CCF 130 C

TSB E 12

 

1 Tað var greivin av Gansalín,

hann talar til móður sín:

“Eg vil ríða meg upp á land,

at freista manndóm mín.”

 

Vol dig den alskov,

tro du mig,

bíða mær lítin stund,

vær stígum nú í dansin.

 

2 “Og vilt tú ríða teg upp á land,

sæli sonur mín,

eg skal geva tær hestin tann,

sum allur í plátum skín.

 

3 Men tú tarvt ei, mín sæli sonur,

taka tín hjálm uppá,

fyrr enn tú møtir harran tann,

teir kalla hann Ívar blá.

 

4 Men tú tarvt ei, mín sæli sonur,

binda títt hjálmaband,

fyrr enn tú møtir hertuganum,

teir kalla hann Valuvant.”

 

5 Árla var um morgunin,

ið dagurin var ljús,

tá var greivin av Gansalín

til síni klæði fús.

 

6 Út varð loystur gangarin,

ið Gansalín skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu.

 

7 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

ið Gansalín skuldi [á] ríða.

 

8 Gansalín leyp á gangara sín

yvir saðilringar,

so reið hann á markir út,

hann læt hann goystan springa.

 

9 Tað var greivin Gansalín,

hann helt undir grønar *líðir,

sá hann harran Ívar blá

ímóti sær at ríða.

 

10 Gansalín tók sín hjálm uppá,

so er greint fyri mær,

tað hoyrdi hertugin, faðir hans,

í seingini, sum hann var.

 

11 Svaraði hertugin grammleiti:

“Dreingir, leggjum í minni,

nú bant mín, hin sæli sonur,

sín hjálm í fyrsta sinni!”

 

12 Teir riðu saman á grønum vølli,

hvørgin vildi víkja,

høggini gera teir mong og tung,

tey taka í bein at níta.

 

13 Teir riðu saman á grønum vølli,

hvørgin vildi lúta,

gongur so eldur av svørðum teirra,

sum neistar av árni fúka.

 

14 Teir bardust fult í tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

15 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell harrin Ívar blá,

tann hin menski mann.

 

16 Tað var greivin av Gansalín,

sínum svørði brá,

hann kleyv harran Ívar blá,

sundur í lutir tvá.

 

17 Hann vá harran Ívar blá

á teirri somu stund,

snarliga læt hann ferðini skunda

fram fyri borgini í lund.

 

18 Hann vá harran Ívar blá

á teirri somu tíð,

snarliga læt hann ferðini skunda

fram fyri borgini í líð.

 

19 Tað var greivin av Gansalín,

hann spenti á dyrnar við skaft:

“Er her inni nøkur kempa,

sum torir at berjast av makt?

 

20 Ert tú her inni, Valuvant?

eg bjóði tær út at stríða

á tann sama grøna vøll,

sum riddarar plaga at ríða.”

 

21 Valuvant sprakk av hallini út,

hann hevði ikki fleiri orð,

frægir saðla hans fríða hest,

hann steig yvir kappaborð.

 

22 Tað var greivin av Gansalín,

tá ið [hann] á sær kendi,

ógvuliga við miklari reiði

aftur á skógvin rendi.

 

23 Tað var greivin av Gansalín,

hann helt undir grønar *líðir,

hann sá hertugan Valuvant

ímóti sær at ríða.

 

24 Tað var greivin av Gansalín,

hann bant sítt hjálmaband,

hoyrdi hertugin, faðir hans,

yvir tretivu tylftir land.

 

25 Tað var greivin av Gansalín,

hann bant síni hjálmabond,

hoyrdi hertugin, faðir hans,

yvir tretivu tylftir lond.

 

26 Hjálmurin skar so sára við,

fáir finnast slíkir,

hoyrdi hertugin, faðir hans,

yvir tretivu kongaríki.

 

27 Svaraði hertugin drambleiti:

“Dreingir, leggjum í minni!

Nú bant mín hin sæli sonur

sín hjálm í annað sinni.”

 

28 Teir riðu saman á grønum vølli,

ei var barnagaman,

eldur reyk av svørðunum,

tá ið eggjar bóru saman.

 

29 Teir bardust fult í tógva dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

30 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell hertugin Valuvant,

tann hin raski mann.

 

31 Tað var greivin av Gansalín,

sínum svørði brá,

hann kleyv hertugan Valuvant

sundur í lutir tvá.

 

32 Hann vá hertugan Valuvant

á teirri somu tíð,

snarliga læt hann ferðini skunda

og aftur for borgina í líð.

 

33 Gansalín gekk í hallina inn,

fellur upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Sólinita

til ekta festi sær.

 

34 Drukkið varð teirra brúdleyp,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

greivin og hans vív.

 

35 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var greivin av Gansalín

til síni klæði fús.

 

36 Tá var greivin av Gansalín

til síni klæði fús,

klæddist innan høgaloft

við eitt kertiljús.

 

37 Út varð loystur gangarin,

Gansalín skuldi á ríða,

hann var prýddur við skarlak

niður á miðal síðu.

 

38 Gansalín leyp á gangara sín,

so er greint fyri mær,

og hana frúnna Sólinita

hann lyfti til hest við sær.

 

39 Tað var greivin av Gansalín,

hann helt undir grønar *líðir,

hann sá hertugan, faðir sín,

við átjan hundrað ríða.

 

40 Svaraði hertugin drambleiti,

glógvar í gulli reyður:

“Tí kom eg at hevna tín,

eg væntaði, tú vart deyður.”

 

41 Ríða teir til hallar heim,

teir kendu við sær alvið,

settust so niður í hásætið,

næstum borgin skalv.

 

42 Vænir eru Ísins synir,

hvar ið teir sita á hesti,

av bar greivin av Gansalín,

hin avrekskappi reysti.

 

43 Vænir eru Ísins synir,

hvar teir beita brandi,

men av bar greivin av Gansalín,

komin av Bjarnalandi.

 

44 Vænir eru Ísins synir,

hvar teir halda knívi,

men av bar greivin av Gansalín,

komin av Bjarnalívi.

 

Vol dig den alskov,

tro du mig,

bíða mær lítin stund,

vær stígum nú í dansin.

 

CCF 130 C

TSB E 12

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser IV. Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig , s. 740.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 84.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 18.

 

Heimild: Úr Sandoy:  Ole Joensen, Óli í Kirkjugerði (1810-1899), Skálavík, 1847.