Álvur kongur
CCF 14 E
TSB E 58
1 Gevið ljóð og lýðið á,
meðan eg gangi í dans,
tað vóru ikki frægari saman
enn Álvur og rekkar hans.
Gyltan spora við mín fót eg spenni,
so temji eg mín gangara góð og lati renna.
2 Álvur kongur og rekkar hans
hoyrt havi eg gitið tess,
teir vóru ikki færri saman
enn níggju sinni seks.
3 Draga teir sínar sjódrekar
oman úr tøttum neysti,
tá stóð fast í knarrar hæli,
men tá gekk fram og goysti.
4 Draga teir sínar sjódrekarnar
oman á salta hav,
maður kom av bergi oman:
“Kongur veit mær far.”
5 “Hoyr tað, tú ungi maður,
farið skalt tú fá,
vilt tú standa í allan dag
og stýra ta bylgju blá.
6 Hoyr tað, tú ungi maður,
farið veiti eg tær,
vilt tú standa í allan dag
og stýra sjó fyri meg?”
7 Hildu so í havið út,
sum ei var tá at fíra,
so mundi hann Ustin jallur
sjálvur ganga at stýra.
8 So var veður á sjónum hart,
at ódnum mátti líta,
so stýrdi hann Ustin jallur,
at frá dreiv mjøllin hvíta.
9 So var veður á sjónum hart,
ódnin mátti kalla,
meðan stýrdi hann Ustin jallur
at hvørgum borði at halla.
10 So var veður á sjónum hart,
ógvuligt á at líta,
so stýrdi hann Ustin jallur,
at beinur knørrur flýtur.
11 Til svaraði Álvur kongur
av so miklum vanda:
“Hvat er hetta fyri hestarið,
sum eftir havi ganga?”
12 “Tað eru eingi hestarið,
ei heldur onnur ross,
tað eru ramar illgerðir,
reistar eftir oss.
13 So var veður á sjónum hart,
ódnin eftir stóð,
so stýrdi hann Ustin jallur,
úr skjúrtu vant hann blóð.
14 So stýrdi hann Ustin jallur,
úr skjúrtu vant hann blóð:
“Tað kenni eg á sjálvum mær,
ei verður ferðin góð.”
15 So var veður á sjónum hart,
aldan reisist frá grunni,
voldi tað óndi Ásmundur kongur,
ið illgerningar kundi.
16 Átta dagar Álvur kongur
í eysturmála stendur,
so stýrdi hann Ustin jallur,
í blóði vant hann hendur.
17 Átta dagar Álvur kongur
í eysturmála stóð,
so stýrdi hann Ustin jallur,
úr skjúrtu vant hann blóð.
18 So var veður á sjónum hart,
snekkjan fleyt í streymi:
“Hoyrið oss allir mínir menn,
sigið mær tykkara dreymar!”
19 Svaraði reysti Ustin jallur,
fyrstur var hann á orðum:
“Fyrstur man eg mínar dreymar siga,
fátt má feigum forða.
20 Tað var mín hin fyrsti dreymur,
tá ið eg heiman fór,
eldur leikaði á øllum teim,
við Álvi kongi vóru.
21 Tað var mín hin annar dreymur,
tá ið eg heiman sigldi,
eldur leikaði á øllum teim,
ið Álvi kongi fylgdu.
22 Tað var mín hin triði dreymur,
tá ið eg heima var,
allir stoyttust á drekans borð
og duttu so niður í kav.”
23 So var veður á sjónum hart,
snekkjan fleyt í droyra:
“Hoyrið oss allir mínir menn,
meg lystir ei dreymar at hoyra.”
24 Hegar ið teirra snekkja
kendi fagurt land,
kastaði akkeri sínum
á so hvítan sand.
25 Kastaði síni akkeri
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Álvur kongur
sínum fótum á land.
26 Fyrstur steig hann Álvur kongur
sínum fótum á land,
tað var hin illi Ásmundur,
ríður niður til strand.
27 “Ver vælkomin Álvur kongur
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín.
28 “Ver vælkomin Álvur kongur
vilt tú mær tað trúgva,
lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg læt veitslu búgva.
29 Í grasgarði stendur ein stova,
tøkt við marmorsteini,
har skal tú Álvur inni hvíla
við øllum tínum sveinum
30 Har stendur ein borg í grasgarði
tøkt við marmori dýra
har skalt tú Álvur inni hvíla
við allar rekkar tínar
31 Tí svarað Álvur kongur:
“Má eg ráða sjálvur,
mær skal fylgja frá strondum
ein rekka sveigurin hálvur.
32 Ganga teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørrur var drigin í neystið.
33 Uppi í miðjum grasgarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í stórar borgir inn.
34 Allar setti hann sínar menn
fram á hyggjubekk,
síðstur Álvur kongur
inn í hásætið gekk.
35 So skeinkir hann falsarin
mjøðin út í vín,
fyrstur sovnaði Álvur kongur
fram úr sessi sínum.
36 So skeinkir hann falsarin
mjøðin inn í høll,
fyrstur sovnaði Álvur kongur,
síðan hirðin øll.
37 Falsarin gongur fyri kongin:
“Nú er liðið sovnað.”
Kongurin talar til falsaran:
“Tú lat ikki mjøðin dovna!”
38 Enntá mintist Ásmundur kongur,
hvat verið hevði fyrr:
“Laðið eld í báðar galvar,
og stokkar fyri dyr!
39 Laðið eld í báðar galvar
og stokkar fyri dyr,
brennið so inni Álv kong
alt hans valda lið!”
40 Vaknaði fyrstur av rekkum Álvs,
tá tók eldur at loga:
“Her er roykur um henda heyk,”
hann legði seg søtt at sova.
41 Vaknaði annar av rekkum Álvs,
tá tók eldur at brenna:
“Mín er skjúrtan av sveitta storkin,
til hita má eg kenna.”
42 Vaknaði triði av rekkum Álvs,
tá var økt til dags:
“So taka várir hjálmar at renna
rætt sum skyggið vaks.”
43 Síðstur vaknaði Ustin jallur:
“Tykkum er kyndur eldur,”
vekið sjálvan kongin upp,
“Tað má tykkur fýsa heldur”.
44 “Vak upp, vak upp, Álvur kongur,
sveinar eru komnir í vanda,
eldur er lagdur í báðar galvar,
og stokkar fyri durum standa.”
45 Tí svaraði Álvur kongur
verið hevði í leikum:
“Tøkum vára breiðu skildir,
berum borg av neipum!”
46 Tí svaraði Álvur kongur
braka tók í høll:
“Mundu ikki neipir staðið við,
hevði inni verið Bjørn.”
47 Sveinar gingu í borgarkálva,
øllum tóktist undur,
borgir brustu í tógva lutir,
neipir gingu sundur.
48 Stokkur var hvør av stáli gjørdur
við harðum greiptar knút,
rekkar Álvs vóru inni byrgdir,
náddu nú allir út.
49 Stokkar var hvør av stáli gjørdur
greiptur við hørðum greppar,
rekkar Álvs sótu inni byrgdir
náddu nú út at sleppa.
50 Reystur var sagdur Álvur kongur,
væl má á honum skína,
hann kom út á víðan vøll
við øllum rekkum sínum.
51 Og so ríður hann Álvur kongur,
so reystiliga fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann.
52 Klývur hvønn um tvørar herðar,
ímóti honum rann,
eftir stóð tá Ásmundur kongur
við sín triðja mann.
53 Ásmundur gekk í grasagarð
hann vindur skjúrtu í sveita,
hann sá sær ikki svinri ráð
enn á Óðin at heita.
54 Ásmundur gongur í grasagarði
víða gongur av sagn,
tríggjar ferðir í luga blæsur,
hann heitir á dýra Óðins navn.
55 “Hoyr tú Óðin æsagrá,,
dugna veit tú mær,
tólv merkur í reyðargulli
vil eg geva tær.”
56 Tá kom maður á leikvøll fram,
hann vá við eggjateini,
eygað hevði hann eitt í heysi,
knept var brók at beini.
57 Tá kom maður á leikvøll fram,
eingin av teim kendi,
eygað hevði hann eitt í heysi,
knept var brók at lendi.
58 Og so ríður Álvur kongur,
reystuliga fram
klývur hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann.
59 Klývur hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann,
eftir stóð hann Óðin kongur
við sín triðja mann.
60 Óðin stoyttist í jørðina niður
undan brynju blá,
hann kom aftur á bakið hans,
gav honum banasár.
61 Óðin hvarv úr sessi burtur
undir brynju belti,
hann kom upp á bakið hans,
Álv kong hann feldi.
62 Ganga teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørrur var drigin í neystið.
63 Ganga teir frá strondum niðan,
Rókur og Ringur prúði,
Steffan á so mangan hátt,
Hálvdan blæs í lúður.
64 Ganga teir frá strondum niðan,
grimt var teim í huga,
ríva upp eikikelvi stór,
tykja ei vápnini duga.
65 “Kongurin gav oss gull og silvur
mangar ringar bjartar,
standið nú so manniliga
hevnið vár harras hjarta!
66 Kongurin gav oss gull og silvur
mangar ringar reyðar,
standið nú so manniliga
hevnið vár harras deyða.”
67 Og so ríður Rókurin svarti
reystuliga fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann.
68 Klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann,
eftir stóð hann Óðin kongur
við sín triðja mann.
69 Tað var reysti Óðin kongur
stoyttist í jørðina niður:
“Tær gevi eg nú Rókurin svarti
lív og fagran sigur.”
70 Tí svaraði Rókurin svarti,
helt undir grønari líð:
“Tí gavst tú mær lív og frið,
tú tordi ei mín at bíða.”
71 So ríður hann Rókurin svarti
ígjøgnum grøna lund,
einki gól tá eftir honum
heykur ella hund.
72 Eg kann ikki kvøða meir,
enn kvøðið er for meg,
Rókurin svarti hevndi Álv
í níggjunda liði.
Gyltan spora veri mítt fótaspenni,
so temji eg mín gangara góða, lati renna.
CCF 14 E
TSB E 58
Uppruni: V.U. Hammershaimb: Færøiske kvæder II, 1855
Útgávur:
1. V.U. Hammershaimb: Færøiske kvæder II, 1855 s. 3
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 391.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 77
Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), 1855