Skip to main content

Arngríms synir

 

autocad 2000 autocad library purchase discounted oem autodesk autocad lt 2010 online autocad software buy autocad drafting plans training autocad revit architecture suite price autocad lite and autocad free autocad 2006 iec symbolsCCF 16 D

TSB E 53 (ør. 1 - 56)

TSB E 90 (ør. 57 - 111)

 

1 Arngrímur eigur eina borg, 

hon stendur á høgum fjalli, 

ellivu eigur hann synir sær, 

og tólvti er riddarin snjalli. 

 

Nú fellur ríman 

yvir tann breiða fjørð, 

og har liggur ein bóndi 

deyður í døkkari jørð. 

 

2 Ellivu eigur hann synir sær, 

teir kunnu væl beita brandi, 

Angantýr er ein avrekskappi, 

komin av Bjarna landi. 

 

3 Ellivu eigur hann synir sær, 

eikjum undir býr, 

ein er kappin undir teim, 

hann eitur Angantýr. 

 

4 Arngrímur og hon jalsins frú, 

børn eiga tey so mæt, 

Hervík eitur dóttir teirra 

til góðs og landa at gæta. 

 

5 Hervík eitur dóttir teirra, 

vil eg fyri øllum greina, 

hon er sær á leikvøllum 

burtur við øðrum sveinum. 

 

6 Hon er sær á leikvøllum 

burtur hjá øðrum sveinum, 

hvørja stund teir reiðir vóru, 

stóð eitt stríð av meini. 

 

7 Niður setast sveinarnir, 

reiðir ið teir vóru: 

"Líkari var tær faðir at hevna, 

enn berja okkur so stórum." 

 

8 Hon kastar vatn á herklæði, 

hon lystir ei longur at leika, 

so gekk hon fyri sína móður 

við reyðar kinnar og bleikar. 

 

9 "Hoyr tað, mín hin sæla móðir, 

sig mær satt ífrá: 

var mín faðir við vápnum vigin, 

ella doyði hann á strá?" 

 

10 "Eg kann ikki sannari siga tær, 

mítt inniliga sprund, 

hann fell fyri Ørvaroddi 

suður í Ísans lund. 

 

11 Eg kann ikki sannari siga tær, 

mítt inniliga vív, 

hann fell fyri Ørvaroddi 

suður í Ísans líð." 

 

12 Hon gekk fram at kistuni, 

nógv hevði gull og fæ, 

hon tók upp ta skjúrtuna, 

hon kastar henni á knæ. 

 

13 Hon tók upp ta skjúrtuna, 

sum øll var í blóði drivin: 

"Her man tú síggja tey herklæði, 

sum tín var faðir í vigin." 

 

14 So letur Hervík, jalsins dóttir, 

síni skipini búgva, 

allar letur hon streingirnar 

av reyðargulli snúgva. 

 

15 So letur Hervík, jalsins dóttir, 

byggja skipin sín, 

letur nú laða í bæði borð 

virtur og so vín. 

 

16 Bræddir vóru brandar, 

borðini vóru blá, 

bari toppur av reyðargull, 

har skein sólin á. 

 

17 Bræddir vóru brandar, 

borðini vóru ný, 

gyltir leika veðurringar 

upp í miðjan ský. 

 

18 Bræddir vóru brandar, 

skorin var hvør stokkur, 

stavnur og stýri av reyðargulli, 

so var segl í toppi. 

 

19 Millum teirra borðanna 

skín so fagur litur, 

sum hon Hervík, jalsins dóttir, 

í lyftingini situr. 

 

20 Vindur upp síni silkisegl, 

gull við reyðan brand, 

strikar ei á bunkan niður 

fyrr enn við Ísans land. 

 

21 Vindur upp síni silkisegl, 

fáir finnast slíkir, 

strikar ei á bunkan niður, 

fyrr enn í Ísans ríki. 

 

22 Tá ið hennar snekkja 

kendi fagurt land, 

kastar síni akkerini 

á so hvítan sand. 

 

23 Kastar síni akkerini 

á so hvítan sand, 

fyrst steig Hervík, jalsins dóttir, 

sínum fótum á land. 

 

24 Fyrst steig Hervík, jalsins dóttir, 

sínum fótum á land, 

og so Hjálmar bróðir hennar 

undir hennar høgru hand. 

 

25 Møtti henni ein jagarsvein, 

sum jagað hevði fæ: 

"Hví ert tú so møðilig 

sum trøll høvdu jagað teg?" 

 

26 Tað var Hervík, jalsins dóttir, 

sínum svørði brá, 

hon kleyv henda jagarsvein 

sundur í lutir tvá. 

 

27 Tríggjar vóru gøturnar, 

ein víkur ífrá, 

Hervík er gingin á heygin fram, 

sum hennara faðir lá. 

 

28 Hervík er gingin á heygin fram, 

sum hennar lá faðir í mold. 

Fátt var tá til ráða at taka, 

kyk gekk hon á fold. 

 

29 Tí svaraði Arngrímur 

fyrsta orðið tá: 

"Hvar eru mínir ellivu synir, 

døtur ganga á?" 

 

30 "Lítið er mær um ellivu brøður, 

hvar ið teir skifta fæ, 

Hjálmar er av góðum gripi, 

higar eg hevði við mær. 

 

31 Vilt tú ikki, mín sæli faðir, 

brandin senda mær, 

eg skal eld í heygin leggja, 

brenna yvir tær." 

 

32 Ikki vildi Arngrímur 

heygin lata bróta, 

báðar hendur um Tyrving treiv, 

hann bað sína dóttur njóta. 

 

33 Hann fekk henni svørðið tað, 

mikið var tað vert, 

tað var átjan alin langt, 

í eitri var tað hert. 

 

34 Hann fekk henni svørðið tað, 

nú er um tað at kvøða, 

hvør sum skein av tí fekk, 

eingin man tað grøða. 

 

35 Uppi í miðjum grasgarði 

akslar hon sítt skinn, 

og so búgvin gongur hon 

í høgar hallir inn. 

 

36 Og so búgvin gongur hon 

í høgar hallir inn, 

sum Ørvaroddur á borði sat 

við mann og hundrað fimm. 

 

37 "Ver vælkomin Hervík 

higar nú til mín, 

drekk nú hvat tær betur líkar 

mjøðin ella vín." 

 

38 "Lítið er mær um mjøðin tín, 

alvæl minni um vín, 

onnur havi eg ørindini 

higar í dag til tín. 

 

39 Lítið er mær um mjøðin tín, 

alvæl minni um bjór, 

onnur havi eg ørindini, 

tá ið eg heiman fór. 

 

40 Tí kom eg av Upplondum, 

býðst tær ei við frið, 

statt upp reystur Ørvaroddur, 

brynja út alt títt lið." 

 

41 Tað var árla um morgunin, 

roðaði fyri sól, 

tá hevði reystur Ørvaroddur 

brynjað út hundrað tólv. 

 

42 Tá hevði reystur Ørvaroddur 

brynjað út hundrað tólv, 

tað var Hervík, jalsins dóttir, 

reið teim ein ímót. 

 

43 Tað var Hervík, jalsins dóttir, 

í víggi tá hon stendur, 

sparir hon ei sín gylta lúður, 

hon vegur á báðar hendur. 

 

44 Ríður Hervík, jalsins dóttir, 

lystuliga fram, 

klývur hvønn um tvørar herðar, 

móti henni rann. 

 

45 Klývur hvønn um tvørar herðar, 

móti henni rann, 

eftir stendur Ørvaroddur 

við sín triðja mann. 

 

46 Kongurin er kropin 

undir borgarlið: 

"Mín kæra Hervík, 

gev mær grið." 

 

47 "Slíkan skalt tú griðin 

av mær fá, 

sum tú læt mín sæla faðir 

við sínum lívi ná. 

 

48 Slíkan skalt tú griðin 

av mær tíggja, 

sum tú læt mín sæla faðir 

við sínum lívi byggja." 

 

49 Tað var Hervík, jalsins dóttir, 

sínum svørði brá, 

hon kleyv reystan Ørvarodd 

sundur í lutir tvá. 

 

50 Hon kleyv reystan Ørvarodd 

sundur í lutir tvá, 

allar hansar herkempur 

tær legði hon omaná. 

 

51 So ríður Hervík, jalsins dóttir, 

innan grøna lund, 

hvørki gól har eftir henni 

heykur ella hund. 

 

52 Vindur upp síni silkisegl, 

gull við reyðan brand, 

strikar ei á bunka niður 

fyrr enn við Uppland. 

 

53 Tá ið hennar snekkja 

kendi fagurt land, 

kastar síni akkerini 

á so hvítan sand. 

 

54 Kastar síni akkerini 

á so hvítan sand, 

tá var Angantýr, bróðir hennar, 

riðin niður til strand. 

 

55 Hon fekk honum svørðið tað, 

mikið var tað vert, 

tað var átjan alin langt, 

í eitri var tað hert. 

 

56 Hon fekk honum svørðið tað, 

nú er um tað at kvøða, 

hvør sum skein av tí fekk, 

eingin kann hann grøða. 

 

57 Angantýr situr í hásæti 

talar við sínar dreingir: 

"Hvar vitið tær mín javnlíka, 

tað havi eg hugsað leingi?" 

 

58 Allir drýptu høvdið niður, 

eingin tordi tala, 

uttan Hjálmar, bróðir hans, 

ið betur hevði tagað. 

 

59 "Eg kann ikki sannari 

siga tær ífrá, 

hoyrt eg havi, at Uppsalands kongur 

væna dóttur ár. 

 

60 Uppsalands kongur dóttur eigur, 

væn er hon sum sól, 

so er at líta á jomfrú lit, 

sum droyrin drýpur í snjó. 

 

61 Uppsalands kongur dóttur eigur, 

hana hava menn við orði, 

hennar er stólur av gulli gjørdur 

frammanfor kongsins borði." 

 

62 "Er hon seg so eigilig, 

sum tú sigur ífrá, 

hagar streingi eg heiti mítt, 

standist hvat av ið má. 

 

63 Tað man vera so long ein leið, 

yvir boðar og bylgjur, 

hoyr tað Hjálmar, bróðir mín, 

til Uppsalands skalt tú mær fylgja." 

 

64 Tí svaraði Hjálmar kappi 

ið fyrsta orðið tá, 

eg eri so fegin at fylgja tær, 

sum fuglur til villini bráð." 

 

65 So letur hann Angantýr 

sínum skipum búgva, 

allar letur hann streingirnar 

av reyðargulli snúgva. 

 

66 So letur hann Angantýr 

byggja skipin sín, 

letur nú laða í bæði borð 

virtur og so vín. 

 

67 Vindur upp síni silkisegl, 

gull við reyðan brand, 

strikar ei á bunkan niður, 

fyrr enn við Uppsaland. 

 

68 Tá ið hans snekkja 

kendi fagurt land, 

kastar síni akkerini 

á so hvítan sand. 

 

69 Kastar síni akkerini 

á so hvítan sand, 

fyrstur stígur Angantýr 

sínum fótum á land. 

 

70 Fyrstur stígur Angantýr 

sínum fótum á land, 

og so Hjálmar bróðir hans 

undir hans høgru hand. 

 

71 Og so Hjálmar bróðir hans, 

undir hans høgru hand, 

tað er mær av sonnum sagt, 

hann sakk til kníggja í sand. 

 

72 Ganga teir frá strondum niðan, 

ríkir menn og reystir, 

lunnar brustu og jørðin skalv, 

teir settu knørr í neystið. 

 

73 Gingu teir frá strondum niðan, 

skarlak vóru klæddir, 

reyðar gullhjálmar á høvdi bóru, 

teir vóru á ongum ræddir. 

 

74 Uppi í miðjum grasagarði 

akslar hann sítt skinn, 

og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn. 

 

75 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum Upplands kongur á borði sat 

við mann og hundrað fimm. 

 

76 Hjálmar gekk í høllina inn, 

við silkikneptari húgvu, 

kinnin reyð sum hummarklógv, 

eygað sum í dúgvu. 

 

77 Angantýr gongur í høllina inn, 

forðum var tann siður, 

hevur nú alt í einum orði, 

heilsar og hann biður. 

 

78 Angantýr stendur á hallargólvi, 

ber upp kvøðu sína: 

"Sit væl reystur Uppsalands kongur, 

gev mær dóttur tína." 

 

79 Tí svaraði Hjálmar kappi, 

fyri breiða borði gekk: 

"Kongur gev mær dóttur tína, 

ið bæði er væn og tekk." 

 

80 Tí svaraði Hjálmar kappi, 

fyri breiða borði situr: 

"Kongur gev mær dóttur tína, 

ið bæði er væn og vitur." 

 

81 Leingi tagdi Uppsalands kongur, 

hugsaði um tann vanda, 

hvat hann vildi teim kappum svara, 

fyri breiða borði standa. 

 

82 Tá svaraði Uppsalands kongur 

bæði av ilsku og bræði: 

"Frúgvin skal ganga í høllina inn, 

og sjálv fyri seg at svara." 

 

83 Frúgvin var bæði studd og leidd, 

hon inn í høllina gekk, 

Hjálmar sat í hásæti, 

hann ymsar litir fekk. 

 

84 "Takk havi mín sæli faðir, 

ið mær ansvar gav, 

Hjálmar kappa av Upplondum 

hann kjósi eg mær. 

 

85 Ikki vil eg eiga Angantýr, 

hann er so leitt eitt trøll, 

so er faðir, so er móðir, 

so er slektin øll." 

 

86 "Tað sær eg á tær Hjálmar kappi, 

tú mant eignast sprund, 

kom á hólm og berst við meg 

eina so lítla stund." 

 

87 Tí svaraði Oddur ungi: 

"Vær fáum eitt annað sinn, 

eg skal fara mót Angantýr 

og tú mót Arngríms synum." 

 

88 "Vær skulum okkur Angantýr 

við harðari gongu knýja, 

frættir tað frúgvin Ingibjørg, 

at eg man undan flýja. 

 

89 Vær skulum okkur Angantýr 

við harðari gongu røkka, 

frættir tað frúgvin Ingibjørg, 

at eg man undan støkka." 

 

90 Tí svaraði Oddur ungi, 

hann hyggur niður for sær: 

"Fert tú teg mót Angantýr, 

deyðan kýsur tú tær." 

 

91 Allir ríða Arngríms synir 

niðan við einari á, 

teir hvessa sínar skjøldrareimar 

tilvissa hvør ið má. 

 

92 Allir ríða Arngríms synir 

eftir grønum vølli, 

hoyrast mundi langa leið, 

hvussu oddar í gróti gjalla. 

 

93 Allir ríða Arngríms synir, 

grumt var teim í huga, 

rivu upp stór eikikelvi, 

hildu ikki vápnini duga. 

 

94 Allir ríða Arngríms synir 

niðan við einari á: 

"Nú skal Oddur lívið láta, 

Hjálmar er ikki hjá." 

 

95 Oddur reið mót Arngríms synum, 

royndi góðar gripir, 

hann sló allar ellivu brøður 

niður við eina sipan. 

 

96 Angantýr og Hjálmar kappi 

bardust á oynni niður, 

allir eru teirra menn 

deyðir av skipaliði. 

 

97 Niður slerdi hann Angantýr, 

niður á sín fót, 

"Hjálmar, gev mær drekka í dag, 

tað er dreingja bót." 

 

98 "Gjarna gevi eg tær drekka 

út av mínum runni, 

hoyr tað Angantýr, bróðir mín, 

í dag havi eg teg vunnið." 

 

99 Hornið helt hann fyri hann, 

tann hin ríki álvur, 

hitt var tann hin heidni hundur, 

stakk hann undir hjálmin. 

 

100 Tað var ungi Hjálmar kappi, 

sínum svørði brá, 

hann kleyv Angantýr, bróður sín, 

sundur í lutir tvá. 

 

101 Oddur kom seg so síðla heim 

ríðandi fram við strond, 

hann sá, hvar ið Hjálmar sat 

við eiturblásin ond. 

 

102 Oddur kom seg so síðla á dag, 

sum Hjálmar sat undir steini: 

"Hví ert tú so følin sum bast, 

hvat er tær, seggur, at meini?" 

 

103 "Hann spretti mína brynjuna, 

hann spilti mítt holdið hvíta, 

eitur var í svørðinum, 

í hjarta man meg níta." 

 

104 "Tú drýstaði teg á brynjuna, 

ið gjørd var út av stál, 

her standi eg í skjúrtu míni, 

ikki havi eg fingið sár. 

 

105 Tú drýstaði teg á brynjuna, 

gjørd var av silvuri reina, 

her standi eg í skjúrtu míni, 

ikki havi eg fingið skein. 

 

106 Tú drýstaði teg á brynjuna, 

gjørd var av silvuri hvíta 

her standi eg í skjúrtu míni, 

ei brandur mátti á bíta." 

 

107 Tí svaraði Hjálmar kappi 

í fyrsta orðið tá: 

"Hoyr tú tað nú, Oddur ungi, 

flyt meg hiðan ífrá." 

 

108 Tí svaraði Oddur ungi, 

hann leit seg upp mót skarði: 

"Hoyr tú tað nú, Hjálmar kappi, 

nú fór sum meg varði." 

 

109 Reyðan ring av armi dró, 

tá hann kundi at tala, 

sendi frúnni Ingibjørg, 

hann bað hana liva sæla. 

 

110 Reyðan ring av armi dró, 

tá hann fleyt í blóði, 

sendi frúnni Ingibjørg, 

tí hinum væna fljóði. 

 

111 Hon sprakk av harmi eftir hann, 

tann hin ríka frú, 

eg svørji tann eið við mína trúgv, 

tað hendi ongan nú.

 

CCF 16 D

TSB E 53 (ør. 1 - 56)

TSB E 90 (ør. 57 - 111)

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder II”, 1855

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder II”, 1855 s. 15

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 422.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 157

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági 1855.