Skip to main content

Risin og moyggin

 

buy college application essay kit how to write an english paper example of literature review for report research paper topics on social issuesCCF 165 B

TSB E 160

 

1 Heima situr moyin ein,

- spangabelti um búk -

við so miklan trøllagleim.

- Við alnalangan dúk.

Tær fellur so væl í lag í dag, mín jomfrú.

 

2 Risin vindur fingur í ring:

“Statt upp, moyin, lat meg inn!

 

3 Statt upp, moyin, lat meg inn,

kongasonur at biðja tín.”

 

4 “Ert tú tær ein kongason baldur,

tá syng mær fagran aftansang!”

 

5 “Eg kann ei ta bók at sjá,

betur kann eg mína hørpu slá.”

 

6 “Hví stendur tú so leingi?

tú slært ikki hørpustreingir.”

 

7 “Kalt er veður, fellur á,

frystir eru streingir smár.

 

8 Kalt er veður, fellur á rím,

frystir eru streingir mínir.”

 

9 Moyin sló sína hurð í gátt:

“Statt úti, risin, og hav góða nátt!”

 

10 Risin heim í garðin fór,

úti hans móðir fyri honum stóð.

 

11 “Ver vælkomin, risin, sonur mín,

hvar er hon moyin, kona tín?”

 

12 “Har stóðu fyri teir naglar smár,

hon fleyg so við fótum, eg kundi ikki ná.

 

13 Har stóðu fyri teir naglar fimm,

hon fleyg so fótin, eg náddi ei inn.”

 

14 “Sjáldan reið so faðir tín,

tá ið hann reið at biðja mín.

 

15 Tá ið hann reið at biðja mín,

miðjan veggin gekk hann inn.”

 

16 Risin fekk so tunga sótt,

tað lindraði honum hvørki dag ei nátt.

 

17 Risin fekk so tunga trá,

- spangabelti um búk -

hann sprakk av harmi, sum hann lá.

- Við alnalangan dúk.

Tær fellur so væl í lag í dag, mín jomfrú.

 

CCF 165 B

TSB E 160

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 258

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 194.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 28. bind, s. 27.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johannes Joensen í Ábrahamsstovu (1795-1865), Sumba, 1848.