Skip to main content

Kappin Illhugi

 

CCF 18 B

TSB E 140

 

1 Rókust úti á fimtan skipum

eina jólatíð,

teir sóu eld í fjalli brenna,

logar í flagdarbý.

 

           Snekkjan brúna, sunnan gular vindur

           á seglum yvirblá,

           mær stóð hugur á vænu moy,

           kann eg hana fá.

 

2 Rókust úti á fimtan skipum

eina jólanátt,

teir sóu eld í fjalli brenna,

tað logar í flagdum hátt.

 

3 “Honum vil eg geva øksi mína,

so mína brynju ný,

ið sløkkja vil tann heita eld,

ið logar í flagdarbý.

 

4 Honum vil eg geva øksi mína,

so mína brynju blá,

ið sløkkja vil tann heita eld,

sum logar í flagdum hjá.

 

5 Honum vil eg geva øksi mína,

so mína brynju bjarta,

ið sløkkja vil tann heita eld,

ið logar fyri mínum hjarta.

 

6 Tú tarvt ikki, kappin Illhugi,

higar til mín at leita,

gívurin mína dóttur tók,

tí beri eg kinn so bleikan.”

 

7 “Hav tú sjálvur øksi tína,

so tína brynju ný,

eg skal sløkkja tann heita eld,

ið logar í flagdarbý.

 

8 Hav tú sjálvur øksi tína,

so tína brynju bjarta,

eg skal sløkkja tann heita eld,

ið logar fyri tínum hjarta.”

 

9 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig kappin Illhugi

sínum fótum á land.

 

10 Illhugi ræður í myrkri at ganga

langa leið og drúgva,

hann sær eld í fjalli brenna,

høgar neistar flúgva.

 

11 Svaraði kappin Illhugi:

“Úti skal eg ikki standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg fari her inn at ganga.”

 

12 Svaraði tann hin grimma gívur,

tar hon rakar í brandi:

“Hvaðan er hetta køgulsbarn,

ið komið er av landi?”

 

13 Svaraði tann hin grimma gívur,

tar hon rakar í brondum:

“Hvaðan er hetta køgulsbarn

komið av øðrum londum?”

 

14 “Eg eri einki køgulsbarn,

og ikki vil eg tað vera,

vart tú heima í mínum ríki,

mangt mundi eg tær gera.

 

15 Eg eri einki køgulsbarn,

og ikki vil eg tað heita,

vart tú heima í mínum ríki,

vánt var til mín at leita.”

 

16 Illhugi stendur á hallargólvi,

lítist um so víða,

hann sær reidda sævarsong,

og sova í moy so fríða.

 

17 “Tað síggi eg á tær, Illhugi,

at tú hevur hug at vívi,

í nátt skalt tú hjá Hildu sova,

í morgin láta lívið!

 

18 Tað síggi eg á tær, Illhugi,

at tú hevur hug at moy,

í nátt skalt tú hjá Hildu sova,

í morgin skalt tú doya!”

 

19 Illhugi snúðst úr øllum klæðum,

kendi so lítið til neyð,

hann steig upp í Hildu song,

hann svav har nætur sjey.

 

20 Illhugi snúðist úr øllum klæðum,

hann skoytti so lítið hetta,

hann steig upp í Hildu song,

hann svav har nætur trettan.

 

21 “Tú tarvt ikki, kappin Illhugi,

halda teg so kátan,

nívir hon teg fyri seingjarstokk,

so sára man eg teg gráta.”

 

22 “Tú tarvt ikki, ríka frú,

eftir tí at troyggja,

annaðhvørt hon letur meg

liva ella doyggja.”

 

23 Svaraði Hilda, kongins dóttir:

“Vit skulum finna tey ráð,

vit skulum gera træbílæti,

lata hana høgga á.”

 

24 Gívur gongur í hellið inn,

tykist at hava veldi,

hon nívdi honum fyri seingjarstokk,

hon brá honum skjótt við eldi.

 

25 Illhugi tók at læa,

kastaði upp í Hildu song,

hon breiðir perlur á,

tá ið gívurin hetta sá.

 

26 “Eg tók Hildu fyri fimtan ár,

konginum illa tókti,

nú skal eg hana heiman gifta,

sum hon var mín dóttir.

 

27 Eg tók Hildu fyri fimtan ár,

kongurin ikki av visti,

nú skal eg hana heiman gifta,

sum hon var mín systir.

 

28 Her siti eg á kistum tveim,

fullar eru av lín,

tað skal Hilda heiman føra,

sæla fostra mín.

 

29 Her siti eg á øðrum tveim,

fullar eru av skrúð,

tað skal Hilda heiman føra,

sæl er virðin prúð.

 

30 Her siti eg á triðju tveim,

fullar eru av gull,

tað skal Hilda heiman føra,

sæl er virðin full.

 

31 Her siti eg á fjórðu tveim,

fullar eru við ringar,

tað skal Hilda heiman føra

sær á lodnar fingrar.”

 

32 Kongurin liggur við strondina,

langt tykir honum at bíða,

hann sær sína sælu dóttur

niður úr fjalli líða.

 

33 Hann sær sína sælu dóttur

niður úr fjalli líða,

fimtan sær hann smátrøllini

eftir henni skríða.

 

34 Harra Gud av himmiríki

veri við teirra mein,

gívurin fylgir fosturdóttur

ytst á fløðarstein.

 

35 Upp leyp ein av kongins monnum,

ið gívrina vildi skjóta,

Illhugi sprakk í fremra stavn,

hann var ikki seinur til fóta.

 

36 Illhugi sprakk í fremra stavn,

hann var ikki til tess sein:

“Eg skal verða bani hans,

ið gívrini vinnur mem.”

 

37 “Far væl, Hilda, fostra mín,

við tínar ringar reyðar,

eg fari aftur til helli mítt

at syrgja meg til deyða.”

 

38 Vinda upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

39 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig kappin Illhugi

sínum fótum á land.

 

40 Fyrst steig kappin Illhugi

sínum fótum á land,

og hon Hilda, kongins dóttir,

undir hans høgru hand.

 

41 Silki og so perlur

varð eftir vegnum breitt,

so var Hilda, kongins dóttir,

upp í hallina leidd.

 

42 Silki og so perlur

varð eftir vegnum prangað,

ei mátti Hilda, kongins dóttir,

á berari jørðini ganga.

 

43 Tað var kappin Illhugi,

fell tá á síni knæ,

meðan hann Hildu, kongins dóttur,

til ektar festi sær.

 

44 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Illhugi og hans vív.

 

45 Sá er staddur í verøldim,

ið lukkan snýst til handa,

hann ræður nú fyri Sakslandi

bæð til góðs og landa.

 

           Snekkjan brúna, sunnan gular vindur

           á seglum yvirblá,

           mær stóð hugur á vænu moy,

kann eg hana fá.

 

CCF 18 B

TSB E 140

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, 1848, Am Access 4c I [9].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 430.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 185,

 

Heimild: Úr Suðuroy. Daniel Joensen, Dánjal við Gjógvará (1789-1855), Vági 1848.