Skip to main content

Gongurólvs kvæði

 

CCF 29 B

TSB E 148

 

1 Eg veit eina rímuna,

inni hevur ligið leingi,

fornar kempur av Nøríki,

sum gitið man verða leingi.

 

            Orlov um biðjum vær, ærligir menn,

            dans skulum vær fremja,

tað er ikki dagur enn.

            Orlov um biðjum vær.

 

2 Fornar kempur av Nøríki,

sum gitið man verða leingi,

Ingibjørg hevur os fróðskap kent,

at ríma um reystar dreingir.

 

3 Illgerðsteinur og Ódnarbjørn

brøður vóru báðir,

lótu byggja feigan knørr,

stendur í stórum váða.

 

4 Tí svaraði Illgerðsteinur,

talar til bróður sín snara:

“Hoyr tað, Ódnarbjørn, bróðir mín,

vit skulum á skógvin fara!”

 

5 Brøður tveir í skógvin fóru

eina morgunstund,

funnu á eitt fagurt træ

á grønari lund.

 

6 Funnu har eitt fagurt træ,

fóru knørr at smíða

bæði við borð og bugsprytum,

og góvu konginum síðan.

 

7 Knørrur varð bygdur av norðmonnum

gott var í honum evni,

átjan alin og fjøruti

var kjølurin millum stevni.

 

8 Knørrur varð bygdur av norðmonnum

stendur í skræmu langa,

hvítar gæs við grunnið vaða,

røgdan seym til ranga.

 

9 Løgdu inn í Íslandi

í einum havnarlagi,

tóku hin unga Gongurólv,

hann kemur nú fyrstur í kvæðið.

 

10 Har kom maður á bergi fram,

Máur æt hann á Mýri:

“Gerið væl við mín yngsta son,

hann kann knørri stýra!”

 

11 Hildu út úr Íslandi

eina morguntíð,

sjógvurin stóð sum bálalíð,

tá skeiðir dynja í.

 

12 Reisti æl av útnyrðingi,

hildu sær í hand,

Ísland fleyg sum fuglur frá,

so snart bar leið frá landi.

 

13 Reisti æl av útnyrðingi,

hildu sær í hand,

Ísland fleyg sum fuglur frá,

og aldan fjaldi land.

 

14 Snorri kemur inn árla morgun,

konur man hann grøta:

“Hvør sum siglir í Grønlandsfirði,

ymiskum man hann møta.”

 

15 So var veður á sjónum hart,

sjógvurin breyt á tongum,

hvítar gæs við grunnið vóðu,

tognaði seymur í rongum.

 

16 Veður og vatn av rustum kom,

Rólvur sat við stýrið,

aldan breyt í bæði borð,

fram dró knørrurin dýri.

 

17 Fingu ein so stóran sjógv,

ráin mátti bresta,

seglið fell á bunkan niður,

tá var ælið mest.

 

18 So var veður á sjónum hart,

ógvuligt at líta,

so stýrdi hann Gongurólvur,

frá dró mjøllin hvíta.

 

19 So var veður á sjónum hart,

brotnaðu bitar og borð,

viltust norð í avdalin,

fátt man feigum forða.

 

20 Harra Gud í himmiríki

verði við teirra neyð,

tað var meiri enn tólv hundrað,

ið lá eftir bunkum deyð.

 

21 Tað var meiri enn tólv hundrað,

ið lá eftir bunkum deyð,

so er í fornum frøði sagt,

at teim treyt drekka og breyð.

 

22 Risin kom úr fjalli oman,

tók um stavnar báðar:

“Eg eigi havn og víkarlag,

hvør vil sínum ráða.”

 

23 Fyrstur kom maður av monnum Rólvs,

skuldi fram at gá,

hann varð sligin av tiljum deyður,

og so varð sagt ífrá.

 

24 Annar kom maður av monnum Rólvs,

skuldi fram at ganga,

hann varð sligin á tiljum deyður,

næstum misti andan.

 

25 Illgerðsteinur og Ódnarbjørn,

Gongurólvur hin triði,

laða gull í barm á sær,

ganga frá deyðum liði.

 

26 Hvør er treyður frá *veraldareyð,

minna kemst til handar,

laða gull í barm á sær,

mundu frá skipum ganga.

 

27 So gingu teir átta dagar,

frysti jørð sum stein,

hvør sum kemur í tílíka neyð,

hann missir gleði og gleim.

 

28 Niður settist Ódnarbjørn,

kólna tók hann til fót.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“eg bíði tað ikki bót.”

 

29 Niður settist Ódnarbjørn,

kólna tók hond og knæ.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“Nú havi eg byrðar tvær.”

 

30 “Verður tær *tess eyðið*,

tú kemur til Nøríkis heim,

heilsa bæði vinum og frændum,

kanst tú málagrein.

 

31 *Verður tær tess eyðið*,

tú manst til Nøríkis vita,

heilsa bæði vinum og frændum,

eg man eftir sita!”

32 Niður settist Illgerðsteinur,

kólna tók hann til kníggja.

“Eya meg,” segði Gongurólvur,

“nú havi eg byrðar tríggjar.”

 

33 “*Verður tær tess eyðið*,

tú kemur til Nøríkis blítt,

heilsa bæði vinum og frændum,

tú lov ikki roysni mítt!”

 

34 So gekk hann tá átjan dagar

drúgva leið og langa,

Rólvur ræð í avdalin

í kolmyrkri ganga.

 

35 Grevur hann gull í heyggin niður,

tekur trøllum at banna:

“Um enn tað liggur her alla ævi,

njóti tess eingin mann!

 

36 Um enn tað liggur alla ævi,

ongan skal tað saka.”

Svaraði eitt á baki hans:

“Eg skal tað upp taka.”

 

37 Enn gekk hann tá átta dagar,

eru hesi dømi sonn,

hann sá ikki svartan fugl

á hvítari fonn.

 

38 Enn gekk hann tá átta dagar

langa leið og drúgva,

hann sá uppi í fjallinum

ein høgan neista flúgva.

 

39 Rólvur hugsar við sjálvum sær:

“Eg kann ei úti standa,

hvørt her byggja fólk ella trøll,

eg fari her inn at ganga.”

 

40 Rólvur gekk í hellið inn,

stór sat kona við eld:

“Heilsa, vættur, dvølst hjá mær,

og verm tín frosin feld!

 

41 Heilsa, vættur, dvølst hjá mær,

verm tíni frosin bein,

kemur hann risin Rosmar heim,

hann setir teg upp á tein.”

 

42 Hon legði fram eina oksasíðu,

bestu hon kundi fá,

Rólvur kendi fárligt merki

á hesum kosti stá.

 

43 Hon ristir av honum frostklæði,

setir at eldi at tiðna,

glerið lá við beinið fryst,

ei vildi gullið dvína.

 

44 Hon ristir av honum frostklæði,

setir at eldi at gasa,

losnaði eitt úr herðum hans,

sum gullið hevði matað.

 

45 “Tað sær eg á tíni føgru hond,

at tú ert av menskum manni,

sig mær, frægur, eiti títt,

og hvaðan ert tú av landi?”

 

46 “Alin var eg á Íslandi

við alskyns mekt og prýði,

nevndan hoyrdi eg faðir mín,

og Máur æt hann á Mýri.”

 

47 “Er tað satt og sanniligt,

ið tú hevur fyri mær nevnt,

langt ert tú av leiðini borin,

óbeint hevur tú stevnt.

 

48 Er tað satt og sanniligt,

tú hevur fyri mær svorið,

samborin eru vit systkin tvey

bæði til kals og konu.

 

49 Eg eri so von við trøllagleim,

angur kann eg ikki dylja,

vandi er mær á hendur komin,

hvar skal eg, Rólv, teg hylja?”

 

50 Risin eigur ein bøttan bjálva,

hevði ei onnur klæði,

setti hann so í urðina niður,

rætt sum í steini væri.

 

51 Rólvur liggur í urðini,

lýðir á trøllatátt,

oman ruddu dalir og fjøll,

tá ið risin kom heim á nátt.

 

52 Oman ruddu dalir og fjøll,

tá ið risin kom heim á kvøldi,

enntá tóktist Gongurólvur

liva við lítið veldi.

 

53 “Mann havi eg av reki funnið,

tapt av hundrað tólv,

tá stóð eg fyri aftan stýrið,

hoyrdi nevndan Rólv.

 

54 Mann havi eg av reki funnið,

hoyr, mín Hilda svinna,

tapt havi eg ein av hundrað tólv,

eg kann hann ikki finna.

 

55 Eg gangi ei so út og inn,

tað rýkur av beiskum ranni,

tað er í mítt helli komið

bein úr kristnum manni.

 

56 Eg gangi ei so út og inn,

tað rýkur av beiskum brondum,

Hilda, hevur tú krásir veitt,

tú greið tær snart av hondum!”

 

57 “Eg man ongar krásir vita,

heima siti eg ein,

kráka fleyg yvir ljóara í dag,

hon feldi mannabein.

 

58 Krákan fleyg yvir ljóara í dag

við mannabein í munni,

hon kastaði inn, eg kastaði út,

tað snarasta sum eg kundi.”

 

59 Tekur hon hendur um risans háls,

kallar hann søtan sín:

“Hvussu mundi tær verið við,

var her bróðir mín?”

 

60 “Kanst tú mær hann heilan greiða,

kann so við tað vera,

eg skal svørja tær tryggan eið,

eg skal honum einki gera.”

 

61 Rólv tók hann á knæ sítt upp

av so miklari neyð,

ei var klappan í hondum mjúk,

tað brotnaðu rivini sjey.

 

62 Tekur hon Rólv av risans knæ,

setir fram á gólv:

“Stendst ei barni klappan tín,

fáum kanst tú hógv.”

 

63 Rólvur kemur út árla morgun,

ristir kross fyri eygum,

hans var knørrur á turt land settur,

bundin í bondum beygum.

 

64 Rólvur hugsar við sjálvum sær:

“Trøllini tey eru sterk,

hevði tað menskur maður gjørt,

tað var eitt roysnisverk.”

 

65 Seks vetrar var hann í risans høli

í tí urðarranni,

inntil tann hin sjeynda,

tá legði hann ást við Svannu.

 

66 Tað var á ein halgan dag,

hon gongur fyri risan at standa:

“Sýnist mær ikki sviðri ráð,

tú flyt mær Rólv av landi!”

 

67 Risin eigur ein bøttan bjálva,

har var í eg inni,

har vóru átjan kópaskinn

og áldanshúðir tvinnar.

 

68 Rólv tók hann á bak sítt upp,

gullkistu íhjá,

so gekk hann til strandar oman

mót teirri bylgju blá.

 

69 Tríati nætur við grunnið veður,

tók hans bjálvi at leka:

“Hevði eg ei svorið tær tryggan eið,

her skuldi eg teg etið.”

 

70 Tríati nætur við grunnið veður,

glymur á hamra høll,

til hann kom á land so gott

sum sólin roðar í fjøll.

 

71 “Nú hevur tú ført meg í land

frá øllum trøllakæti,

tá ið tú kemur til hallar heim,

tú heilsa fostru mæta!”

 

72 Tá var dagur í eystan,

Rólvur tók at troyggja,

báðum hondum beltið skar

og bjálvan av sær floyggja.

 

73 “Takk havi tú, fostra mín,

tú flutti meg til manna,

tá ið tú kemur til hallar heim,

tú heilsa Hurðarsvannu!

 

74 Hoyr tað, risin Rosmar langi,

lít teg upp í eystan,

har sært tú eina jungfrú sita,

hon gevur tær fullgott treyst.”

 

75 Risin leit í sólarmagn,

ræð hann aftur at ganga,

stendur í miðjum Írlands havi,

merkir so stóran dranga.

 

76 So støkk tár av risans kinn

sum høgl av stórum æli:

“Heppin vart tú, Rólvur ungi,

eg varð ikki við teg varur.”

 

77 Rólvur gekk frá strondum niðan

í tí sólarmagni,

tá ið hann kom um breiða fjall,

tá tók honum sól at fagna.

 

78 Rólvur gekk í hallina inn,

mist hevði gleði og ráð,

uttarlaga sessin tók

stakkalinum hjá.

 

79 Rólvur gekk í hallina inn,

mist hevði gleði og kæti,

upp stóð frúgvin Lindinmjáv,

hon beyð honum sess og sæti.

 

80 Fyrstu nátt í borgum svav

í ríku frúnnar arm,

svørji tann eið á mína trúgv,

ei brast moyggjarnavn.

 

81 Aðru nátt í borgum svav

við ríku frúnnar síðu,

svøri tann eið á mína trúgv,

hans hendur fóru ikki víða.

 

82 Triðju nátt í borgum svav

á ríku frúnnar arm,

svøri tann eið á mína trúgv,

tá brast moyggjar navn.

 

83 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at roða,

upp stóð Rólvur og klæddi seg,

eingin vildi hann lova.

 

84 Summar vildu hann heingja

og summar fyri bakkan kasta,

uttan frúgvin Lindinmjáv,

hon bað ikki Rólvi lasta.

 

85 Summar rivu hans klæði,

og summar royttu hans hár

uttan frúgvin Lindinmjáv,

hon feldi fyri hann tár.

 

86 “Heinta mær Skúgv av Stokkanesi

við sítt nevið hvíta,

hann skal flyta Rólv yvir hav,

so vænt er á at líta.

 

87 Heinta mær Skúgv av Stokkanesi

við sítt nevið blúgva,

hann skal flyta Rólv yvir hav

so langa leið og drúgva.”

 

88 Kom hann fuglur, fyrr varð nevndur,

fleyg yvir himmal ein,

hvar hann settist á fríða mark,

hann merkti spor í stein.

 

89 Kom hann fuglur, fyrr varð nevndur,

fleyg yvir urðarhøll,

hvar hann settist á fríða mark,

hann merkti spor í vøll.

 

90 Rólv tók hann á bakið upp,

ræð við honum at renna,

náttina eina og dagar tveir,

so mundi hann Tróndheim kenna.

 

91 Rólv tók hann á bakið upp,

ræð við honum at bróta,

sá í miðjum Írlands havi

kaldan oksa flóta.

 

92 Rólv tók hann á bakið upp,

so er greint fyri mær,

tá ið hann kom til Tróndheim norð,

hann møtti sín systur har.

 

93 Kom ikki fyrr til Tróndheim norð,

enn fátt var fólk á gangi,

møtti hann síni sælu systur

við ungum syni í fangi.

 

94 Kom ikki fyrr til Tróndheim norð,

enn fátt var fólk á máli,

Ólavur kongur í borgum sat

og drekkur mjøð av skál.

 

95 Tá svaraði Ólavur kongur,

biður nú allar tiga:

“Fyrst er at geva manni mat,

hann kann frá ferðum siga.”

 

96 Tá svaraði Ólavur kongur,

læt so orðum byrja:

“Fyrst er at geva manni mat

og síðan tíðindi spyrja.”

 

97 “Seks vetrar var eg í risans høll,

vil eg fyri tygum greina,

har hevði eg mítt giftarmál

við míni systur ein.

 

98 Seks vetrar var eg í risans høll

í tí urðarranni

inntil tann hin sjeynda,

tá legði eg ást við Svannu.

 

99 Stundum havi eg við grunnið farið,

stundum uppi við ský,

hvør í míni fótspor stígur,

hann lær ikki allan tíð.

 

100 Tríggjar nætur á Moyggjalandi,

har misti eg mín maka,

hvør sum mær í durum treingir,

eg unni honum væl at taka.”

 

101 Tá svaraði Gongurólvur,

gerst nú nýtur drongur:

“Fáið mær prest at skrifta mær,

eg vil ikki liva longur!”

 

102 Tá svaraði Ólavur

bæði av ilsku og bræði:

“Um enn tú livir annaðslíkt,

eg gevi tær kost og klæði.”

 

103 Tí varð hann kallaður Gongurólvur,

eingin hestur hann bar,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og sól, sum roðar í hav.

 

104 Kallaðu unga Gongurólv,

kinn bar hann so fríðan,

tá ið hann kom úr funti upp,

tá læt hann sítt lív.

 

            Orlov um biðjum vær, ærligir menn,

            dans skulum vær fremja,

            tað er ikki dagur enn.

Orlov um biðjum vær.

 

CCF 29 B

TSB E 148

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 17, s. 953.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): “J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði”, 1937-39 (Færoensia 3) s. 383.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 589.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 9. bind, s. 26.

 

Heimild: J.C. Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.