Baraldur bóndason
where to purchase cheap autodesk navisworks simulate 2010 autodesk inventor 2009 v 8 engine ipt downloads autodesk robot structural analysis professional 2018 get low price oem autodesk autocad lt 2010 online buy cheap autocad civil 3d 2009CCF 40 C
TSB E 77
19 [“Eg havi verið í Uppsaland
og latið tær lokur frá,]
eg havi hjá tíni systur sovið
og gjørt tær tað til háð.
20 Eg havi verið í Uppsaland
og brotið tey sterku jarnbond,
eg havi hjá tíni systur sovið
og gjørt tær tað til skomm.”
21 Tað var jomfrúins yngsti bróðir,
snarliga hann sær vendi,
hann gav Baraldi bóndason
so ilt eitt sár av hendi.
22 Tað var Baraldur bóndason,
hann høggur nú til so fast,
sundur ið hans góða svørð
tað mitt í helvtar brast.
23 Tað var Baraldur bóndason,
lágur var hann til fót,
so loypur hann á skógvin fram
og rívur upp eik við rót.
24 Svaraði jomfrúins yngsti bróðir,
hann talaði orðum svá:
“Hví mundi sveinin vera so ræddur,
hann tordi ikki aftur at vága?”
25 Svaraði jomfrú Svanhild,
og henni rann tár á kinn:
“Hann hevur staðið her allan dag,
og ein mót tykkum fimm.”
26 Aftur reið Baraldur bóndason
bæði av grimd og vreiði,
hann vá jomfrúins fimm brøður,
teir vóru ikki eftir fleiri.
27 Tekur hann jomfrú Svanhild,
hann setir hana til sín hest,
hann ríður so til sín móðurs garð,
alt sum hann kundi best.
28 Tað var Baraldur bóndason,
hann heim í garðin fór,
úti hansara sæla móðir
fyri honum stóð.
29 Svaraði Baraldur bóndason,
hann talaði orðum svá:
“Móðir, her er frillan tann,
tú segði, eg skuldi ikki fá.”
CCF 40 C
TSB E 77
Handrit: Schrøters blandinger. Savn Hammershaimbs AM, Access. 4 c II [19], Nr. 40.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band II, Teil 1, s. 101
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 40
Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter (1771-1851).