Skip to main content

Gormunds kvæði

 

CCF 50 Ba

TSB E 109

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan eg gangi í dans,

kvøði um Gormund av Frakklandi

og tríggjar brøður hans.

 

2 Honum kom fylgjandi Atlar kongur.

tann hin sterki stokkur,

so kom Haraldur, bróðir hans,

tann hin føri kroppur.

 

3 So kom Haraldur, bróðir hans,

tann hin sterka mann,

triði eitur Heini,

sterkari er hann.

 

4 Gormundur situr í høgsæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvat vita tit, mínir javnlingar?

Havi eg hugsað leingi.”

 

5 Gormundur situr í hásæti,

talar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Hugsað havi eg enn.”

 

6 Allir tagdu kongins menn,

eingin tordi tala

uttan Haraldur, bróðir hans,

tordi tey orð at mæla.

 

7 Til tað svaraði Haraldur,

tann hin sterki alvi:

“Væna veit eg frúnna ta,

gersimi gongur á gólvi.”

 

8 Tað var hann Atlar,

so tók hann uppá:

“Væna veit eg frúnna ta,

kunnuð tær hana fá.

 

9 Væna veit eg frúnna tá,

kunnuð tær hana fá,

Hákun kongur av Danmørk

væna dóttur á.

 

10 Væna veit eg frúnna ta,

kunnuð tær hana vinna,

Hákun kongur av Danmørk

hann eigur dóttur svinna.

 

11 Danmørks kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

fremst á kongins borði.

 

12 Hon man vera vøn og vitur,

í silki er hon klædd,

hon kann ikki slíta

uttan skarlak reytt.

 

13 Henni buðust mangir menn,

konga synir og jalla,

hon var seg so biðlavond

og segði burtur allar.”

 

14 “Er hon so vøn og vitur,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg heiti mítt,

tað stendur mín hugur á.

 

15 Hana skal eg biðja,

tað stendur mær hugur á,

antin tað verður við illum,

eg skal hana fá.”

 

16 So letur hann Gormundur

búgva skipini sín,

bæði letur hann á tey leggja

virtur og so vín.

 

17 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

18 Vundu teir upp síni silkisegl

bæði væl og leingi,

sigldu so til Danmarkar,

tað sang í hvørjum streingi.

 

19 Vundu teir upp síni silkisegl

bæði gul og blá,

strykaðu ei á bunka niður

fyrr enn við Danmarks vág.

 

20 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig reystur Gormundur

sínum fótum á land.

 

21 Fyrstur steig hann Gormundur

sínum fótum á land

og so tríggir brøður hans

undir hans høgru hond.

 

22 Gormundur gekk frá strondum niðan.

honum fylgdu sveinar,

kongurin stendur á hallargólvi,

hann er harrin eina.

 

23 Uppi í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

24 Allar samlar hann sínar menn

saman á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

25 Gormundur gongur í hallina inn,

fyrr hevur verið siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

26 Gormundur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Hákun kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

27 Tað var hann Hákun kongur,

tykist komin í vanda:

“Sig mær, frægur, eiti títt,

hvaðan ert tú av landi?”

 

28 Gormundur stendur á hallargólvi,

mælir fyri seg:

“Eg eri komin av Frakklandi,

Gormundur eiti eg.”

 

29 Leingi sat hann kongurin,

tonkti so fyri seg tá,

hvøssu hann skuldi Gormundi

eitt hániligt andsvar fá.

 

30 “Eg havi leingi kongur verið

fvri mínum landi,

aldri gevi eg mína dóttur

einum heidnum dreingi.

 

31 Eg havi leingi kongur verið

yvir mínum veldi,

aldri gevi eg mína dóttur

einum gorkalli.

 

32 Hoyr tú, reysti gorkallur,

slá tínar brøður í ring,

tú fært ikki mína dóttur,

tú tín heidning!”

 

33 “Eg eri eingin gorkallur,

tó tú talar svá,

var tað ikki fyri tína dóttur skuld,

lív skuldi tú ei á.”

 

34 “Tú fært ikki mína dóttur,

hvat tú mælir um stundir,

pakka teg aftur til Frakklanda,

verri enn nakar hundur!”

 

35 “Eg eri eingin hundur,

um tú biður meg rýma,

og kom aftur her í borg

við vápn í annan tíma.

 

36 Fari eg aftur til Frakklanda

á hesi somu stund,

eg man koma aftur í borg

og leggja garð í grund.

 

37 Tá skalt tú lítlar sømdir vinna,

lítið vitast til náð,

eg skal festa tína dóttur,

títt lív skal standa í váða.

 

38 Eg skal taka mínar tríggjar brøður,

blóð skal av teim røgga,

eg skal við mínum bitra brandi

teg í lutir høgga.

 

39 Eg skal taka mínar tríggjar brøður.

væl skal tað av ganga,

antin skalt tú lívið láta

ella mær til handa.”

 

40 Tað var hann Gormundur,

sínum svørði brá,

ætlaði at høgga til Hákun kong,

tá bað hann um náð.

 

41 Gormundur tekur sínar tríggjar brøður,

gongur við teir í ráð:

“Vilt tú geva mær tína dóttur,

lívið skalt tú fá.”

 

42 Gormundur tekur sínar tríggjar brøður,

spyr, hvat hann skal gera:

“Vilt tú geva mær tína dóttur,

so skal eg lata teg vera.”

 

43 Tað var Gormundur franski,

skuldi høgga kongin,

Heini honum avráddi,

Haraldur tað sama.

 

44 Tað svaraði Haraldur,

fyri breiða borði man stá:

“Skaða ikki kongin,

tað skal eg siga tær frá!

 

45 Hoyr tað, Gormundur, bróðir mín,

hví ert tú so vreiður?

Vilt tú sømdir av honum vinna,

mást tú fara við blíðum.”

 

46 “Hoyr tað, Hákun kongurin,

hví ert tú so bráður?

Eg eri prinsur av Frakklandi,

tína dóttur at fá.”

 

47 “Ert til prinsur av Frakklandi,

so ert tú hennara javni,

hví segði tú mær ikki eiti títt

og so títt prinsanavnið?

 

48 Ert tú prinsur av Frakklandi,

so ert tú mín frændi,

so gevi eg tær mína dóttur,

eg teg ikki kendi.”

 

49 Tað var hann Hákun kong,

so tók hann uppá:

“Við góðum og við blíðum

skalt tú mína dóttur fá.”

 

50 Til tað svaraði Hákun kongur,

tekur sínum orðum at skifta:

“Eg kann ikki mætari manni

mína dóttur gifta.”

 

51 Frúgvin varð leidd í hallina inn

í sín faðirs veldi,

so skein hennara gula hár,

sum glitrar av vágareldi.

 

52 Frúgvin varð leidd í hallina inn

fram fyri faðir sín,

skein so hennara gula hár,

sum gullið glógvar í skrín.

 

53 Tað var frúgvin Ljósavá,

rættir hond yvir borð,

lystiligt var at lýða á

teirra festnarorð.

 

54 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Gormundur og hans vív.

 

55 Gormundur hugsar við sjálvum sær:

“Her er ikki at vera,

nú skal fara til Frakkland aftur

við míni brúður keru.”

 

56 Silki og so perlur

var eftir gøtuni breitt,

so varð frúgvin Ljósavá

oman til strandar leidd.

 

57 Hákun fekk tá Gormundi

bæði gull og fæ,

so sigldi hann til Frakklanda,

glaður og fróður hann var.

 

56 Gormundur vindur upp síni segl

alt við gullið snarað,

so sigldi hann á vegin fram

til Frakklanda at fara.

 

59 Vundu teir upp síni silkisegl,

gylt var lyfting nú,

so helt Gormundur [í] havið út

sær við brøður trí.

 

60 Vundu teir upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

so sigldi hann Gormundur

heim til Frakklands ríki.

 

61 Føgur var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

62 Fyrstur steig hann Gormundur

sínum fótum á land

og so frúgvin Ljósavá

undir hans høgru hond.

 

63 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Ljósavá

niðan til hallar leidd.

 

64 Frúgvin var seg á Frakklandi,

ryggilig sat hon tá,

drukku bæði mjøð og vín,

sigst í søgu frá.

 

65 Frúgvin seg við barni gongur

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

66 Tað var tá sum ofta er,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

67 Sveinur varð borin frá kirkju heim,

væl man sømdir falla,

svaraði frúgvin Ljósavá,

Hákun bað hon kalla.

 

68 Sveinur varð borin frá kirkjuni

aftur á móður fang,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og prang.

 

69 Hann vóks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meiri vaks hann í ein vetur

enn onnur børn í seks.

 

70 Gormundur varð keisari

yvir Frakklands ríki,

Ranild æt teirra annar sonur,

fáir finnast slíkir.

 

71 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøllum,

Gormundur setst í hásæti

við sínum brøðrum øllum.

 

72 Gormundur setst í hásæti

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg til Sakslanda

Hermund kong at finna.”

 

73 Til tað svaraði Haraldur,

kundi síni orð væl siga:

“Eg skal meg til Sakslanda

Hermunds dóttur at biðja.”

 

74 Tað var hann Haraldur,

so tók hann uppá:

“Eg skal mær til Sakslanda

hetta sama ár.”

 

75 Atlar kongur og Heini

báðir góvu svar:

“Fert tú teg til Sakslanda,

vit skulu fylgja tær.”

 

76 Gormundur stendur á hallargólvi,

mælir fyri sær:

“Fara tit til Sakslanda,

eftir skal eg verða.

 

77 Hoyrið tað, allir mínir brøður,

vilja tit um meg nevna,

nýtur nakar skaða,

tá skal eg tað hevna.”

 

78 Til tað svaraði Gormundur,

so tók hann uppá:

“Fara tit til Sakslanda,

havið við gull og fæ!”

 

79 Haraldur læt tá byggja knørr

væl av góðum evni,

átjan alin og fýrati

var kjølurin millum stevni.

 

80 Haraldur læt tá byggja knørr,

gyltur upp í rá,

navnið hevði tað hartil,

æt Rumsin sárabrá.

 

81 Langur var tann stingunebbin,

skipið sum ein royður,

seksti alin er hann langur,

trettan er hann breiður.

 

82 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

stavn og stýri av reyðargulli,

teir vundu segl í ský.

 

83 Vundu teir upp síni silkisegl

alt við gullið snarað,

so sigldu teir í havið út

til Sakslanda at fara.

 

84 Tá teir komu á miðjan hav,

tá býðst mikil vandi,

bylgjan breyt á stóru rá,

einki sóu teir landið.

 

85 Bylgjan breyt um breiða borð,

skipið tók at hella,

Haraldur gongur eftir bunkanum,

tá mundi teimum bella.

 

86 Haraldur gongur eftir bunkanum,

tykist komin í vanda:

“Hoyr tað, Heini, bróðir mín,

lat meg við stýrið standa!”

 

87 Haraldur stendur við róðrinum,

stór er skipsins reiðan,

tá var ferðin ljót at síggja,

aldan breyt so breiðan.

 

88 Haraldur stendur við róðrinum,

stýrir skipi frá,

tá var ferðin ljót at síggja,

bylgjan breyt so bráð.

 

89 So var veður á sjónum hart,

øllum mátti bella,

so stýrdi hann Haraldur,

hvørgum borðum hella.

 

90 So var veður á sjónum hart,

øllum mátti ljóta,

so stýrdi hann Haraldur,

beinur man knørrur flóta.

 

91 Haraldur stýrdi skipinum

beinan vegin fram,

allur hansara fagri litur

burt av kinnum rann.

 

92 Haraldur stýrdi skipinum,

væl kann ferðum greiða,

hvør, ið stýrir Norðsjógvin,

hann má fyri sær reiða.

 

93 Atlar leyp í togini upp,

hann var fimur at ganga,

rópar til Harald, bróður sín:

“Nú siggi eg landið.”

 

94 Atlar leyp í togini upp,

hann var fimur til fóts:

“Síggi eg nú Saksland,

vær fáum góðan troyst.”

 

95 Veðrið tók at stilla,

og stýrdu teir til lands,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

96 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

slógu so sínar herbúðir

skamt frá sjóvarstrond.

 

97 Sendisvein kom til strandar oman,

sigur Haraldi frá:

“Hvessbrandur er av Svøríki,

vil Hermunds dóttur fá.”

 

98 Til tað svaraði Haraldur,

stóð har skamt ífrá:

“Hann skal ikki frúnna njóta,

um enn eg liva má.”

 

99 Haraldur hvessir sínum spjóti

bæði væl og leingi:

“Er hann raskur Hvessbrandur,

tó skal eg hann spreingja.”

 

100 Til tað svaraði Heini,

sær hann um so víða:

“Eg skal fara í brynju nýggja,

lat meg fyri teg stríða!”

 

101 Haraldur hugsar við sjálvum sær:

“Ei sámir slíkt eitt verk,

gjarna skalt tú stríðast fyri meg

tí tú ert væl so sterkur.”

 

102 Til tað svaraði Heini,

mælir fyri munni sínum:

“Hoyr tað, Haraldur, bróðir mín.

læna mær brynju tína!”

 

103 “Tú skalt fáa brynju góða,

tú kanst væl á líta,

tú skalt fáa hjálmin tann,

einki svørð kann bíta.

 

104 Tú skalt fáa svørðið tað,

væl á stál kann bíta,

tú skalt fáa hestin tann,

tú kanst væl á líta.”

 

105 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

gingu beint mót Hermunds høll,

tykjast vera treystir.

 

106 Uppi í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn.

 

107 Og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn,

sum Hermundur kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

108 Haraldur gekk í hallina inn,

fyrr hevur verið siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

109 Haraldur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Hermund kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

110 Til tað svaraði Hermund kongur,

tykist komin í vanda:

“Sig mær, frægur, eiti títt,

hvaðan ert tú av landi?”

 

111 Til tað svaraði Haraldur,

hyggur niður fyri seg:

“Eg eri prinsur á Frakklandi,

Harald nevni eg meg.”

 

112 Leingi sat hann Hermundur,

tonkti sær til ráð,

hvøssu hann skuldi Haraldi

eitt sámiligt andsvar fá.

 

113 “Hoyr tú, reysti Haraldur,

tú nýtur ikki mín vilja,

Hvessbrandur er av Svøríki,

vil mína dóttur gilja!

 

114 Hoyr tað, reystur Haraldur,

tú nýtur ikki mítt ja,

Hvessbrandur er av Svøríki,

vil mína dóttur fá!”

 

115 Til tað svaraði Haraldur

av so vreiðum sinni:

“Man hann Hvessbrandur vera so sterk

eg kann hann ikki vinna?”

 

116 “Hvessbrandur er ógvuligur

av so miklum alvi,

hann er høgur fimtan alin

frá fótum upp til nalva.

 

117 Hoyr tað, reystur Haraldur,

tað skal eg fyri tær greina:

Hvessbrandur er í høgalofti

við øllum sínum sveinum.”

 

118 Tað svaraði Heini,

Grímur var hann til víggja:

“Heintið mær Hvessbrand í hallina inn.

nú vil eg hann síggja! “

 

119 Hvessbrandur kom í hallina inn.

slerdi fót í gátt:

“Eg skuldi vegið fýra sum tá,

um enn teir vóru átta.”

 

120 Tá ið Hermundur hetta hoyrdi,

sprakk hann yvir borð,

Haraldur bleiv tá kongins vinur

at hava tað væna fljóð.

 

121 Heini hugsar við sjálvum sær:

“Nú er ikki at flýggja.

Haraldur bróðir skal frúnna njóta,

Hvessbrand vil eg síggja.”

 

122 Heini klæðist árla tá,

dregur brynju á:

“Tú skalt ikki frúnna njóta,

um eg liva má.”

 

123 Heini leyp um borgina

runt um kongins menn:

“Tú skalt ikki, Hvessbrandur,

frúnna njóta enn.”

 

124 Hvessbrandur leyp um borgina,

býður seg til at skjóta:

“Tað skulu eingir franskir brøður

frúnna av mær njóta.”

 

125 Til tað svaraði Heini,

grimur og harður til víggja:

“Tá ið vit koma á leikvøllin,

fært tú annað at síggja.”

 

126 Árla var um morgunin,

dagur var í høll,

Heini var tá frægur og fúsur

út á grønan vøll.

 

127 Hvessbrandur klæðist árla morgun,

dregur brynju á:

“Tú skalt ikki frúnna njóta,

meðan eg liva má.”

 

128 Hvessbrandur dregur brynju á

eina morgun snimma:

“Hann skal ikki frúnna njóta,

ei sømdir av mær vinna.”

 

129 Hvessbrandur leyp úr hallini,

sítt svørð av skeiðini dró,

so kom hann á grønan vøll,

sum Heini fyri stóð.

 

130 Lystiligt var at lýða á,

hvør mong var tungan snjøll,

løgdu sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

131 Hvessbrandur vendi sínum hesti,

tyktist væl at standa:

“Tú skalt hava tað fyrsta høgg

her í hesum landi.”

 

132 Hvessbrandur kendi høggið skarpt,

tað var ikki undur,

brynjan rivnaði tríggjar spannir,

hjálmurin gekk sundur.

 

133 Hvessbrandur brá sín hest við spora

av so miklum vreiði,

høgdi so til Heina,

hann ætlaði hann at doyva.

 

134 Heini vendi sínum hesti við,

væl kann hann seg akta,

Hvessbrandur rakti í saðilin,

tað hann einki sakti.

 

135 Heini høgdi annað høgg,

tá mundi hann royna,

brynjan rivnaði tríggjar spannir

av hans akslabeini.

 

136 Haraldur rópar á bróður sín,

sá tað høggið vanda:

“Statt væl, Heini, bróðir mín,

mót hesum Hvessbrandi!”

 

137 Hvessbrandur bannaði fyri svørðinum,

so tí høggi vanda:

“Tú hevur givið mær sárið stórt,

illa tykist mær standa.

 

138 Tá ið eg var í Svøríki,

tá drap eg kempur sjey,

av øllum ert tú sterkari,

tí verður tú mær at deyða.

 

139 Tá drap eg tær kempur sjey,

allar av einum landi.”

Hvessbrandur hugsar við sjálvum sær:

“Tú verður mær ei at grandi.”

 

140 Hvessbrandur høgdi annað høgg,

ymsar litir fekk.

Tá fekk Heini sárið stórt,

at brynjan sundur gekk.

 

141 Tað var Heini franski,

gav tað høggið triðja,

tá fekk Hvessbrandur banasár,

hann kleyv hann av um miðju.

 

142 Heini sprakk av sínum hesti,

væl man drongur duga,

høgdi høvur av Hvessbrandi,

bant við saðilbuga.

 

143 Kongurin gekk til sína dóttur,

sigur henni frá:

“Hvessbrandur hevur mist sítt høvd,

Heini høgdi tað frá.”

 

144 Tað var frúgvin Valda,

svaraði uttan vreiði:

“Harald av Frakklandi

lystir meg at eiga.”

 

145 Gingu teir til Hermund kong,

tyktist ei at bella:

“Her er høvdið á Hvessbrandi,

sum ætlaði meg at fella.”

 

146 Tað var Hermund kongur,

so tók hann uppá:

“Eg skal til mína sæla dóttur,

taka av henni ráð.

 

147 Hoyr tað, frúgvin Valda,

tú skalt tey ráð svara:

Haraldur av Frakklandi

vil teg til ektar hava!”

 

148 Svaraði frúgvin Valda,

heldur á ringi reyða:

“Eg vil hava Harald,

hans bróðir varð Hvessbrandi at deyða

 

149 Tað var hann Hermund kongur,

hevði einki við at bera:

“Hoyr tað, Valda, dóttir mín,

gjarna mást tú so gera!”

 

150 Væl varð teim til brúdleyps ætlað

skjótt og ikki leingi,

kom so mangur boðin til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

151 Lótu tey til brúdleyps ætla,

einki mátti tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólv hundrað av hvørji.

 

152 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Haraldur og hans vív.

 

153 Tey vóru ikki longur í Sakslandi

enn tríggjar dagar tá,

skuldu aftur til Frakklanda

við alt sítt gull og fæ.

 

154 Tað var hann Hermund kongur,

tóktist væl at gera:

“Heini er raskur maður,

vil hann eftir verða.

 

155 Heini er ein raskur maður,

sigur man hann bera,

vil hann eftir í Sakslandi,

kongur skal hann verða.”

 

156 Haraldur gekk til strandar oman,

leiddi sína brúður keru,

Heini varð eftir á Sakslandi,

kongur mundi hann verða.

 

157 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Valda

oman til strandar leidd.

 

158 Tað mælti frúgvin Valda,

tekur til orða svá:

“Áðrenn eg komi til Frakkland,

eg komi á vegarskál.”

 

159 Vundu teir upp síni silkisegl

alt við gulli snarað,

so sigldu teir í havið út

til Frakklanda at fara.

 

160 Tá teir komu á miðjan hav,

tá barst meiri vandi,

skipið dreiv av leiðini langt,

einki sóu teir landið.

 

161 Skipið dreiv av leiðini langt

um tað breiða hav,

myrkar stundir komst teim fyri,

kendu ikki nátt fyri dag.

 

162 So kom skipið rekandi

at eitt villini land,

kastaðu sínum akkerum

á tann hvíta sand.

 

163 Risin kemur úr fjalli oman

við sigur sínum í hand:

“Tað visti eg á mínum rúnum,

skipið tað kom til land.”

 

164 Risin kom úr fjalli oman,

búgvið talv hann bar,

so gekk hann at strondunum,

sum Haraldur fyri var.

 

165 So gekk hann at strondunum,

sum Haraldur mundi vera:

“Tú skalt antin lívið láta

ella telva um brúður kera.

 

166 Hoyr tú, reysti Haraldur,

her skal eg tað elva,

tú skalt antin lívið láta

ella um brúðrina telva!”

 

167 Tað var hann Haraldur,

tyktist illa at standa:

“Eg fáist ikki við at telva talv,

at koma í slíkan vanda.”

 

168 “Tú gert einki, Haraldur,

at mæla tær so títt,

kosta skal tað brúður bjørtu

ella høvur mítt.”

 

169 Til tað svaraði Haraldur

við reyðar kinnar og bleikar:

“Eg skal biðja Atlar, bróður mín,

talvið fyri meg leika.”

 

170 Tað var hann bjarnarisi,

væl kann hann leikir elva:

“Hoyr tað, Atlar franski,

vit skulu trý talv telva!”

 

171 Risin setti upp fyrsta talv

skjótt og ikki leingi,

bjarnarisi mátið fekk

av tí reysta dreingi.

 

172 Risin setti upp annað talv

bæði skjótt og snart,

bjarnarisi mátið fekk,

tað mundi ganga skarpt.

 

173 Til tað svaraði bjarnarisi

av so tungum alvi:

“Eg kann ongan sigur vinna,

hvar eg komi í talvi.”

 

174 Risin setti talvið upp

av tungari hjartans neyð:

“Tapi eg nú triðja talv,

so býst ikki fyri mær deyð!”

 

175 Leikaðu teir við terningum,

sigur á talvborðið rann,

Atlar kongur av Frakklandi

triðja talvið vann.

 

176 “Hoyr tað, Haraldur, bróðir mín,

eg vann talvið triðja,

risin hevur sorgina fingið,

hann skal missa sítt lív!”

 

177 Til tað svaraði Haraldur,

heldur á brynju sterka:

“Hann skal upp í teini fara,

hanga til at turka.

 

178 Takið báðir hann snarliga,

dvøljist ikki leingi,

hann skal eftir øðrum fóti

upp í togini heingjast!”

 

179 Tá ið risin hetta hoyrdi,

gráta mundi hann tá:

“Tit skulu fáa gull og silvur,

latið meg lívið fá!

 

180 Tit skulu fáa gull og silvur,

meiri enn eg kann valda,

sleppið tit mær úr hesari neyð,

latið meg lívið halda!”

 

181 “Tú komst her so ilskufúsur

at telva um brúður bráð,

eg skal nú við mínum svørði

títt høvur høgga frá.

 

182 Tú komst her so ilskufúsur

at telva mót osara vilja,

vit skulu nú á hesi stund

teg av við lívið skilja.”

 

183 “Hoyr tað, Atlar franski,

vilt tú geva mær lív,

eg vísi tær til Gjøtland,

har er so vænt eitt vív!

 

184 Tit skulu fáa bæði brynju og hjálm,

svørð og gullið reyða,

hvar tit koma í víggi fram,

eingin verður tykkum at deyða.

 

185 Tit skulu fáa hestar tveir

og svørð, sum væl kann bíta,

av bara stáli er tað gjørt,

í eitri hert til lítar.

 

186 Hvar tit koma í víggi fram,

eingin skal tykkum gera,

tit skulu fáa so mikið gull,

sum tríggir gangarar bera.

 

187 Gullið liggur heimi í míni høll,

sum loysa kann kongar tríggjar,

viljið tit loysa lívið mítt,

alt skal eg tykkum flýggja.”

 

188 Haraldur talar við bróður sín,

gongur við hann í ráð:

“Vilt tú svørja osum trygdareið,

lívið skalt tú fá!”

 

189 Til tað svaraði bjarnarisi:

“Væl má tað so vera.”

Hann svór teimum trygdareið,

hann skuldi teim einki gera.

 

190 Risin tekur talv í hond:

“Nú er ikki at sita,

komið heim í helli mítt,

eg vil tykkum gullið vísa!”

 

191 Risin gekk í helli sítt,

glaður hann slapp úr gildi,

Atlar kongur og Haraldur

honum eftir fylgdu.

 

192 Risin inn í hellið gekk,

Frakklands brøður við,

han beyð teimum sess og sæti:

“Setið tykkum niður!”

 

193 Upp tá vaknaði risans kona,

reisist uttar við eld:

“Verið vælkomnir, ungir menn,

mær til krás í kvøld!”

 

194 Hon tók upp teir jarnteinar

av so góðum huga,

legði teir at heita báli

inn við reyðan loga.

 

195 “Aftur latist helli mítt

við múr og sterkar steinar,

verið vælkomnir, krásir tveir,

mær at steikja á teini!”

 

196 Risin tekur í sína konu:

“Tú mást teir lata vera,

eg havi svorið teim trygdareið,

eg skal teim einki gera.”

 

197 Tað var henda risans kona,

tóktist einki royva,

hon fór eftir jarnteinunum,

báðar vildi hon doyva.

 

198 Hon greip tá um jarnstongina,

skuldi til at reiggja,

risin loftaði høgginum,

so hvørgin skuldi doyggja.

 

199 Risin treiv um jarnstongina,

leingi fóru at toga,

neistar fuku um hellið tá,

sum glitrar av reyðum loga.

 

200 Bæði tóku at togast hart,

hvørki vildi lúta,

hann rak hana um hellið langt

og trýsti mót hennara búki.

 

201 Risin tekst við sína konu,

mesta sum hann kundi,

Haraldur reikar um hellið tá,

leingist nú um stundir.

 

202 Risin tekst við sína konu,

Haraldur man at lúra:

“Tú ert mær eitt ókrút,

eg kann teg ikki stýra.”

 

203 Risin tekur jarnleinkjur,

bindur sína konu við trú,

“Eya meg!” segði Haraldur,

“hvat ger Bjarni nú?”

 

204 Risin tekur jarnleinkjur,

bindur sína konu fast,

ikki var við eirindum,

tá beinið sundur brast.

 

205 Risin tekur jarnleinkjur,

bindur konu sína,

kastaði hana í hellið niður,

læt hana liggja og rína.

 

206 Haraldur reikar um hellið tá,

biður ikki risan pjaka:

“Skulu vit fáa gull og fæ,

mást tú skunda tær nakað.”

 

207 “Tit skulu fáa gull og silvur,

hvat í staðin gekk,

fyri tit frelstu lívið mítt,

og eg náði fekk.

 

208 Eg skal mær um hellið við tykkum

alt mítt gullið vísa,

meiri finst her inni hjá mær,

enn tríggir kongar kunnu loysa.

 

209 Her finst inni meiri gull,

enn loysa kunnu kongar tríggir,

hetta skal eg tykkum báðum

alt til handar flýggja.”

 

210 Risin tekur gull og silvur,

leggur á sítt knæ:

“Hoyr tú, Haraldur franski,

her hevur tú gull og fæ!”

 

211 “Hoyr tað, breiði bjarnarisi,

vit skulu teg ikki svíkja,

vilt tú osum vegin vísa

aftur til Frakkaríki!”

 

212 “Hoyr tú, Haraldur franski,

ver ikki so bráður um vanda,

eg skal vísa tær vegin aftur,

tá ið vit koma til strandar!”

 

213 Gingu teir av hellinum

glaðir for uttan sorg,

so løgdu teir gull á gangarar tríggjar,

riðu so burt av borg.

 

214 Haraldur gekk til strandar oman

við bjørtu brúður á armi,

risin reiðir gullið oman,

troyttur og tungur av harmi.

 

215 Risin tekur gull og silvur,

kastaði í breiða borð,

Haraldur stendur og lýðir á,

hann hevur í tí orð.

 

216 “Nú havi eg tær til strandar borið

silvur og gullið reyða,

hvar tú kemur í víggi fram,

eingin verður tær at deyða.”

 

217 Haraldur skeinkir mjøð og vín,

er glaður for uttan ekka,

rættir breiða bjarnarisa,

biður honum at drekka.

 

218 Risin drekkur mjøð og vín

við sínar kinnar reyðar:

“Tú skalt sigla beinan vegin,

rætt sum vindurin foyar.”

 

119 “Hoyr tað, breiði bjarnarisi,

eg skal tað so gera,

pakka teg aftur í helli títt,

har sámir tær best at vera!”

 

220 Haraldur vindur síni silkisegl,

alt við gulli snarað,

risin aftur í hellið fór,

konan bundin var.

 

221 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull og gloskar blá,

sigldu beinan vegin fram,

rætt sum vindurin lá.

 

222 Vundu teir upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

sigldu beinan vegin fram

líka til Frakklands ríki.

 

113 Tað var hann Gormundur,

gongur á hvítum sandi,

tá var hann Haraldur, bróðir hans,

komin siglandi til land.

 

224 Føgur var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

225 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Haraldur

sínum fótum á land.

 

226 Fyrstur steig hann Haraldur

sínum fótum á land,

og so frúgvin Valda

undir hans høgru hand.

 

227 Gormundur hann tekur

í jomfrúnnar hond:

“Vælkomin, Haraldur bróðir mín,

her til Frakkland!”

 

228 Tað var hann Gormundur,

mælir so fyri sær:

“Hvar er Heini, bróðir mín,

hann kom ikki aftur við tær?”

 

229 “Heini er eftir í Sakslandi,

kongur har at ráða,

gull fekk eg frá risanum,

lív um talv at vága.

 

230 Gull fekk eg frá risanum,

tað stóð mær at velja.”

So mundi hann Gormundi

tíðindi av tí telja.

 

231 Gingu teir frá strondum niðan,

glaðir for uttan ekka,

snakkaðu mikið um risan tann,

sum teimum gullið fekk.

 

232 Skiftu bæði gull og silvur,

hartil góðs og garðar,

Haraldur skuldi til Serkland

við síni brúður fara.

 

233 Skiftu bæði gull og silvur,

øll teirra lond,

Haraldur skuldi við síni brúður

fara til Serkland.

 

234 Tað var hann Haraldur,

leiddi sína brúður bjarta,

so fór hann til Serklanda

glaður í sínum hjarta.

 

235 Haraldur fór til Serklanda

við so kátt eitt vív,

Atlar skuldi til Gjøtland

at festa so vænt eitt vív.

 

236 Atlar fekk bæði brynju og hjálm,

svørð og gullið reyða,

so skuldi hann til Gjøtland,

sum risin honum segði.

 

237 Atlar skuldi til Gjøtland

fyri uttan nakra frykt,

leit upp á tey orðini,

sum risin hevði sagt.

 

238 So letur hann Atlar

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

239 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

so skuldi hann Atlar snart

sigla londum frá.

 

240 Vundu teir upp síni silkisegl,

gullvovin í rand,

stryka ei á bunka niður

fyrr enn við Gjøtland.

 

241 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Atlar

sínum fótum á land.

 

242 Uppi í miðjum grasagarði

akslar síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgu hallir inn.

 

243 Og so búgvin gongur hann

í høgu hallir inn,

sum Gjøtlands kongur fyri borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

244 Atlar gongur í hallina inn,

fyrr hevur verið siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

245 Atlar stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Gjøtlands kongur.

gev mær dóttur tína!”

 

246 Leingi sat hann Gjøtlands kongur.

hugsaði sær til ráð,

hvøssu hann skuldi Atlari

eitt sámiligt andsvar fá.

 

247 “Hoyr tú, Atlar franski,

her hevur tú mítt ja,

gjarna unni eg tær mína dóttur.

tú skalt hana fá!

 

248 Gjarna gevi eg tær mína dóttur,

tú skalt hana fá,

eg skal meg í hallina inn,

taka av henni ráð.

 

249 Hoyr tað, frúgvin Liljuleiv,

tú skalt tey ráð svara:

Atlar sterki av Frakklandi

vil teg til ektar hava!”

 

250 “Er hann kongur av Frakklandi,

so eru vit javnlíkar bæði,

gjarna vil eg hava hann

við mítt sjálvsins ræði.”

 

251 Lótu tey til brúdleyps ætla

við so mikið meingi,

kom so mangur høgur maður

sum fjøður á fuglaveingi.

 

252 Lótu tey til brúdleyps ætla,

tað var alt til dans,

har kom hvør, sum boðin var

hann bróðir Gormundur Frans.

 

253 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

bæði gingu í eina song,

Atlar og hans vív.

 

254 Drukkið varð teirra brúdleypið

bæði væl og leingi,

tað var Gormundur franski,

fór aftur til sínar dreingir.

 

255 Tá leið ikki langt tá um,

gitið man verða leingi,

upp tá vuksu Gormunds synir,

bardust við kongins dreingir.

 

256 Tað leið ikki longur um,

gitið man verða enn,

upp tá vuksu Gormunds synir,

stríddust við kongins menn.

 

257 Upp tá vuksu Gormunds synir,

bóru svørðið á,

teir høvdu bæði brynju og hjálm,

hartil bláan váð.

 

258 Tá var hann Hákun

vaksin í kongins høll,

tá ið hann var fimtan vetur,

stóð hann móti øllum.

 

259 Hákun kastaði vákn á vøll,

lystir ei longur at leika,

gongur fyri sín sæla faðir

við reyðar kinnar og bleikar.

 

260 Tað var hann Hákun,

heldur á svørð og spjóti:

“Fari eg til Ongland,

frúnna vil eg njóta.”

 

261 Til tað svaraði Gormundur,

segði sum hann hevði frætt:

“Reiðrarisi í Onglandi

hevur frúnna í akt.”

 

262 Hákun vendir snarliga við,

á hallargólvi gekk:

“Eg vil hava svørðið tað,

tín bróðir frá risanum fekk.”

 

263 Snart fór boð til Gjøtland,

sømdi ei ta ferð,

sendi boð eftir brynju og hjálmi

og so tað góða svørð.

 

264 Hákun fekk tá svørðið tað,

sum bítur væl á steini,

so reið hann í markir út,

ætlaði tað at royna.

 

265 Hákun var so raskur ein maður,

gitið man verða enn,

hann høgdi sundur so stóran stein,

fimtan alin var hann.

 

266 Hákun hugsar við sjálvum sær:

“Nú er ikki at dvøljast,

nú skal fara til Onglanda

Grimmars dóttur at gilja.”

 

267 So letur hann Hákun ungi

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

268 So letur hann Hákun ungi

búgva skipini sín,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

269 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

270 Vundu teir upp síni silkisegl

bæði væl og leingi,

so sigldu teir til Onglanda,

tað klingaði í hvørjum streingi.

 

271 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

272 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Hákun ungi

sínum fótum á land.

 

273 Fyrstur steig hann Hákun ungi

sínum fótum á land,

so hann Ranild bróðir hans

undir hans høgru hond.

 

274 Reiðrarisi kom til strandar oman

við glavind og svørð í hond:

“Hvat vilja hesi vesælu skrípi

higar til Ongland?”

 

275 “Tú torir einki, reiðrarisi,

brigda mær tey orð,

tá ið vit finnast á vølli saman,

tú kanst væl falla til jørð.”

 

276 Tað var hann reiðrarisi,

hevði ei fleiri orð,

hann tók til sín bitra brand

og so sítt góða svørð.

 

277 “Hoyr tað, reysti reiðrarisi,

firnist eg ei í víggi,

hvørki tær ei tínum monnum

skal eg undan flýggja!

 

278 Hoyr tað, reysti reiðrarisi,

her skalt tú meg kenna,

hvørki tær ei tínum líkum

man eg undan renna!”

 

279 Tað var hann reysti reiðrarisi,

reiggjaði høggið tunga,

væl kundi Hákun verja seg,

tó at hann var ungur.

 

280 Til tað svaraði reiðrarisi

av so miklari vreiði:

“Tú gerst mær ein harður hálsur,

eg kann teg ikki deyða.”

 

281 “Tað skal eingin reiðrarisi

sigur av mær vinna,

svørðið er frá risanum,

væl sker stálið stinna.

 

282 Svørðið er frá risanum,

bítur stál sum klæði,

tú skalt ikki, reiðrarisi,

longur vera í ræði.”

 

283 Tað var hann Hákun ungi

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan reiðrarisa

sundur í lutir tvá.

 

284 Hákun tekur tað blóðiga svørð:

“Nú er snart at ríða,

nú skal fara til hallarslott

Grimmars dóttur at biðja.”

 

185 Hákun gekk frá strondum niðan,

var væl sjálvur triði,

møtti Grimmar konginum,

hann kom í borgarlið.

 

286 “Vælkomin, Grimmar kongurin,

væl má eg tær siga,

hvaðan var hetta ljóta trøll,

sum beyð mær av at stríða?”

 

287 “Hetta var trøllið tað

sum mær má tykjast við,

hetta var reysti reiðrarisi,

sum ongantíð hevur frið.”

 

288 “Hoyr tú, Grimmar kongurin,

tú skalt ikki fyri honum frykta,

eg havi dripið reiðrarisa,

hann í hveiti siktað!

 

289 Eg havi dripið reiðrarisa,

skilt hans lívið frá,

eg vil biðja tína dóttur

til festi omaná.”

 

290 “Hevur tú dripið reiðrarisa,

sigur tú tað satt,

verdur ert tú mína dóttur,

alvæl best tú mátti.”

 

291 Tað var hann Grimmar kongur,

vendi sær snarliga við,

so fór hann til sína dóttur,

Hákun og hans lið.

 

292 “Hoyr, tað, frúgvin Álunvá,

eg skal ráða tí nú,

tú skalt eiga Hákun Frans,

gev honum tína trú!”

 

293 Svaraði frúgvin Álunvá,

heldur á ringi reyða:

“Eg vil hava Hákun unga,

sum reiðrarisa varð at deyða.”

 

294 Lótu tey til brúdleyps ætla,

ikki mátti tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólvhundrað av hvørji.

 

295 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Hákun og hans vív.

 

296 Hákun hugsar við sjálvum sær:

“Her er ikki longur at vera,

nú skal aftur til Frakklanda

við míni brúður kera.”

 

297 Silki og so reytt silki

var eftir vegnum breitt,

so var frúgvin Álunvá

oman til strandar leidd.

 

298 Hákun vant upp silkisegl

alt við gull og snór,

sigldi so av Onglandi

við alt sítt gull og bjór.

 

299 Vundu upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykaðu ei á bunka niður

fyrr enn við Frakklands ríki.

 

300 Føgur var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

301 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Hákun ungi

sínum fótum á land.

 

302 Fyrstur steig hann Hákun ungi

sínum fótum á land,

og hon frúgvin Álunvá

undir hans høgru hand.

 

303 Hann kom tá á Frakkland,

sum ei var búgvið við frið,

har var komin Svøríkis kongur

við øllum sínum lið.

 

304 Har var komin á Frakkland,

sum ófriður var,

har var komin Sviakongur

við alt tað lið, hann ár.

 

305 Atlar kongur og Haraldur

høvdu frætt tað so víða,

fóru so við skip og frakt

til Frakklanda at stríða.

 

306 “Ver vælkomin, faðirbróðir,

her býðst lítið gott,

her er komin Sviakongur

við alt tað lið, hann átti!

 

307 Hoyr tað, Atlar og Haraldur,

tað skal eg um tað nevna,

hetta er hann Sviakongur,

Hvessbrands deyða at hevna.”

 

308 Hákun leiddi sín brúður bjarta

á sín faðirs slott,

so reið hann mót Sviakongi

við so vreitt eitt mót.

 

309 Sviakongur við miklum heri,

tólv túsund mans,

hundrað í hvørjum hyrningi,

so riðu teir um Frans.

 

310 Hákun læt seg einki lystra,

reið ímót teim øllum,

tólv túsund valdi hann sær

at stríða mót gørpum snjøllum.

 

311 Atlar kongur og Haraldur,

ei lupu teir undan,

litu tó á risans orð

glaðir í góðum stundum.

 

312 Ranild vildi aldri flýggja,

tók sítt svørð at reiða,

so reið hann mót Sviakongi,

mangan mundi hann doyða.

 

313 Har vóru allir Fransabrøður,

vildu roysni royna,

uttan Gormundur franski,

hann vaktaði borgir heima.

 

314 Møttust teir á miðjum vølli,

hvørgin vildi flýggja,

tá royndi Hákun megi sína,

læt tað á sær síggja.

 

315 Hákun gevur høggini tung,

letur fyri sær rapla,

hvørgin kempan flýggja vildi,

hvørgin vildi tapa.

 

316 Ranild gevur høggini tung,

grummur hartil við,

hvør, sum móti honum leit,

kleyv hann av um miðju.

 

317 Høgga títt, teir líva lítt,

hvør, sum mest kann valda,

mangur reystur lívið læt,

og brynjur brustu baldar.

 

318 Høgga títt, teir líva lítt,

har var mikið ríki,

fullu tá niður av báðum pørtum,

hvørgin vildi flýggja.

 

319 Ranild rennur í herin fram,

tað var mikil trongd,

høgdi báðumegin við seg,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

320 Hákun rennur í herin fram,

grimmur og harður til víggja,

antin máttu teir lívið láta

ella fyri honum flýggja.

 

321 Haraldur reið í herin fram,

manndómsverk hann vann,

hann kleyv hvønn um tvørar herðar.

móti honum rann.

 

322 Atlar rennur í herin fram

við risans svørð í hand,

høgdi manga raska kempu

við sín bitra brand.

 

323 Hákun tokar í herin fram,

heitir á hilmars menn,

feldi niður av Svium

tólv hundrað í senn.

 

324 Sviakongur tokar í herin fram,

heitir á hilmars menn,

feldi niður av Hákuns fólki

væl seks hundrað í senn.

 

325 Ranild tokar í herin fram,

heitir á hilmars lið,

feldi niður fyri Sviakongi

væl tólv hundrað við.

 

326 Høgga títt, teir líva lítt,

hvør tonkti um sítt vív,

tað var so mangur av Sviamonnum,

sum tá mundi láta lív.

 

327 Høgga títt og líva lítt,

væl má fyri teim renna,

tað vóru báðir franskir brøður,

møði tóktust at kenna.

 

328 Tað var hann Hákun ungi,

klývur brynju balda:

“Hetta er eitt langsamt stríð,

vær kunnum tað ei úthalda.”

 

329 So góvu teir høggini tung,

tá skulvu torpar og garðar,

mangur reystur lívið læt

og fell deyður til jarðar.

 

330 Fram kom ein av Sviamonnum,

ógvuligur at síggja,

hann var fimtan alin

høgur upp til kníggja.

 

331 Ranild hann reið honum ímót,

svørðið á hann strongdi,

høgdi hann av um kníggi tá,

hann rakk honum ikki longur.

 

332 Tá ið Svenskurin hetta sá,

at hansara kempa fall frá,

óttaðust mikið um franskar brøður,

riðu mót teim tá.

 

333 So riðu teir franskir brøður

beinan vegin fram,

kluvu hvønn um tvørar herðar,

móti teimum rann.

 

334 Teir kluvu hvønn um tvørar herðar,

móti teimum rann,

eftir stóð tá Sviakongur

við sín triðja mann.

 

335 Tað var hann Hákun ungi,

tekur á reiði at renna:

“Nú skulum vær Sviakong

á heitum báli brenna.

 

336 Taka skulum vær Sviakong,

leggja hann í bond,

hann skal ikki livandi koma

aftur til Svøríkis land.”

 

337 “Hoyrið tað, allir franskir brøður.

vilja tit geva mær grið,

gull og silvur skulu tit fá,

halda skal eg frið!”

 

338 “Tú komst her við stórum heri,

hugdi um teg við,

tað sást tú, at franskir brøður

kundu væl at stríða.

 

339 Tú komst her við miklum heri,

hugsaði um at vinna,

tað sást tú, at franskir brøður

kendu stálið stinna.

 

340 Hvat vildi tú til Frakklanda,

tín avindskroppur,

trøllini í Svøríki

tey sova ikki hvørja nátt.

 

341 Trøllini í Svøríki

tey liggja ikki altíð heima,

leypa tey so víða um

til ymsi lond at ræna.

 

342 Tey leypa tí so víða um

til ymsi lond at stríða

tú skalt ikki, Sviakongur,

longur á stundum bíða.”

 

343 So tóku teir Svøríkis kong,

høgdu hans høvur frá,

tað var eingin av Svøríkis monnum,

sum eftir livdi tá.

 

344 Riðu teir úr vígginum

glaðir for uttan sorg,

drukku mjøð og kláran vín,

glaðir teir komu í borg.

 

345 Tað vóru teir Fransabrøður,

roysnisverk at vinna,

drukku mjøð og kláran vín

glaðir á hvørjum sinni.

 

346 Glaðir sótu teir Fransabrøður,

drukku mjøð og vín,

skiftu teir tá landanna

sundur millum sín.

 

347 Væl kundu teir váknum kanna,

sløkt høvdu allan vanda;

Atlar kongur og Haraldur fóru

aftur til sína landa.

 

348 Ranild hugsar við sjálvum sær:

“Nú er av tað versta,

eg skal aftur til Svøríki

ta vønu frú at festa.”

 

349 Ranild fór til Svøríki

við alt sítt gullið reyða,

festi frúnna Aðalsprund,

von var frú at eiga.

 

350 Ranild hevur frúnna fest,

sigst í hesum tátti,

settist so í stólin tann,

sum Svøríkis kongur átti.

 

351 Víða er gitið um Fransabrøður,

eingin er teirra líki,

hann finst ei her í nøkrum landi,

ei nøkrum kongaríki.

 

352 Teir høvdu verið í mangari ferð,

strítt av hørðum sinni,

Bjarni risi og reiðrarisi

gekk teim aldri av minni.

 

353 Lopið hava teir víða um

til mong lond og ríki,

soleiðis eru Fransabrøður,

fáir finnast slíkir.

 

354 Ranild var kongur í Svøríki,

so er fyri mær talt,

Hákun keisari á Frakklandi,

kvøðið havi eg um tað alt.

 

CCF 50 Ba

TSB E 109

 

Handrit: Kvæðasavn hjá Napoleon Nolsøe III s. 1, nr. 88. Føroya Landsbókasavn

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 199.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 12. bind, s. 67.

 

Heimild: Úr Nólsoy: Napoleon Nolsøe  (1809-1877), Tórshavn, 1851.