Grimmars kvæði
CCF 51 Ba
TSB E 98
I. Haralds táttur
1 Grimmar kongur í Garðaríki
hann ber reyðan krans,
tað ríður so mangur í hans garð
til Hildu, dóttur hans.
Snekkjan liggur undir oy,
grøn er viðarlund,
hon ber allar Danirnar
um Oyrarsund.
2 Hilda droymdi dreymarnar,
duldi hon teir ei leingi:
“Sunnan kom ein hvítur fuglur,
hann tok meg undir veingir.«
3 Hilda droymdi dreymarnar,
duldi teir ei fyri dvørgum:
“Sunnan kom ein hvítur fuglur,
bar meg yvir bjørgum.”
4 Grimmar ráddi dreymin tann,
tóast hann beið tess harm:
“Sunnan kemur ein kristin kongur,
leggur teg í sín arm.”
5 Grimmar ráddi dreymin tann,
tóast hann beið tess kvíðu:
“Sunnan kemur ein kristin kongur,
leggur teg hos síni síðu.”
6 Haraldur er á leikvølli,
talar við sínar dreingir:
“Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.”
7 Haraldur er á leikvølli,
talar við sínar menn:
“Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað enn.”
8 Sveinar svara sínum harra:
“Hví spyrjið tær so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.
9 Best manst tú vita við sjálvum tær.
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið Grimmar kong,
so væna dóttur ár.
10 Grimmar kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.
11 Grimmar kongur dóttur eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til drotning fá,
hon kann títt lív væl prísa.
12 Grimmar kongur dóttur eigur,
væna og so mæta,
einans er hon arvingin
til góðs og land at gæta.
13 Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn tann fagrasta summarsól.
ið fagurt skín um várið.”
14 “Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á.
15 Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur til,
hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum til.
16 Hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á,
biðja dóttur Grimmar kong,
tað stendst hvat av ið má.”
17 Tað var reystur Grimmar kongur,
illa gjørdi hann tá,
hann læt Hildu krúnu bera,
meðan hann burtur lá.
18 Tey var reystur Grimmar kongur,
illa gjørdi hann har,
hann læt Hildu krúnu bera,
meðan hann burtur var.
19 So letur hann Haraldur kongur,
síni skipin gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
20 So letur hann Haraldur kongur
byggja skipin sín,
letur laða í bæði borð
virtur og so vín.
21 Haraldur letur snekkju smíða,
dreingir munnu gita,
av gulli vóru mastrarnar,
av silvuri vóru bitar.
22 Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
23 Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný
av gulli sligin lyftingin,
hann situr sjálvur í.
24 Vant hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Garðaríki.
25 “Leggið her at landinum,
sum Grimmars borgir stá,
her eru strætir av reyðargulli,
breiddar av við stál!”
26 Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land.
27 Fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land,
tólv brynjaðar herkempur
undir hans hvørji hand.
28 Mitt í miðjum grasagarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
29 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hilda drotning við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
30 Haraldur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
31 Haraldur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
“Sit væl, Hilda, Grimmars drotning,
gev mær dóttur tína!”
32 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
sló so upp í gleim:
“Bíða mín, frægur ferðagarpi,
til faðir mín kemur heim!”
33 “Hvørki gull ei Garðaríki
skattar tú við tær,
men hoyr tú, Hilda, Grimmars dóttir,
tú skalt fylgja mær!”
34 Tað er enn, sum ofta er,
ilt er á at herja,
sveinar riðu í randargný,
teir vildu frúnna verja.
35 So fór Haraldur, Onglands kongur,
hóvliga fram,
hann tók burt Hildu, Grimmars dóttur,
blóðgaði ikki mann.
36 So fór Haraldur, Onglands kongur,
hóvIiga við,
hann tók burt Hildu, Grimmars dóttur,
blóðgaði ikki lið.
37 Tað var Haraldur, Onglands kongur,
gjørdi verri harm,
hann tók Hildu gullkrúnu,
hann setti á borgararm.
38 Tað var Haraldur, Onglands kongur.
gjørdi verri kvíðu,
hann tók Hildu gullkrúnu
og setir á borgarsíðu.
39 Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei mátti Hilda, Grimmars dóttir,
á berum jørðum ganga.
40 Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Hilda, Grimmars dóttir,
niður til strandar leidd.
41 Millum báðar stavnarnar
skín so fagur litur,
sum hon Hilda, Grimmars dóttir,
í lyftingini situr.
42 Millum báðar stavnarnar
skín so fagurt á,
sum hann Haraldur, Onglands kongur,
Hildu situr hjá.
43 Vinda upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
stryka ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.
44 Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
45 Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
og hon frúgvin Hilda
undir hans høgru hond.
46 Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Hilda, Grimmars dóttir,
niðan til hallar leidd.
47 Hon varð sett á beinkir,
hann í millum dreingir,
nú man út tað frøðið koma,
inni hevur ligið leingi.
48 Hon varð sett á beinkir,
hann á kallbekk,
mangur ríkur riddari
ímillum teirra gekk.
49 Tað var Haraldur, Onglands kongur,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.
50 Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði sat,
var á ljósum degi.
51 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Haraldur og hans vív.
52 Drukkið varð teirra brúdleypið,
so er komið til mín,,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan aftur til sín.
53 Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
inntil hennara stundin leið,
hon føðir tveir sveinar baldar.
54 Tað var tá, sum ofta er enn,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føddi tveir ungar sveinar.
55 Sveipar hon teir í klæði væl,
og væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Sjúrð og Halgir kalla.
56 Teir vóru bornir frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meira legði hon røkt á teir
enn alt sítt gull í skrín.
57 Frúgvin gekk seg við triðja svein
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein son so baldan.
58 Sveipar hon hann í klæði væl,
og væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Gormund bað hon kalla.
59 Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður song,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull og lond.
60 Gormundur var tann yngsti,
síðst var borin í heim,
tá leið ikki longur um,
enn tá kom Grimmar heim.
61 Grimmar kom av skógnum heim,
eykaðist meiri harm,
hann sær Hildu gullkrúnu,
hon glógvar á borgararm.
60 Grimmar kom av skógnum heim,
eykaðist meiri kvíða,
hann sær Hildu gullkrúnu,
hon glógvar á borgarsíðu.
63 Grimmar kom av skógnum heim,
sær tey merki stór:
“Hvør hevur her til hallar verið,
síðan eg heiman fór?”
64 Allir drýptu høvdið niður,
eingin tordi tala
uttan hansara dýra drotning,
betur hevði tagað.
65 “Her kom kongur av Onglandi
hóvliga fram,
hann tók burt Hildu, tína dóttur,
blóðgaði ikki mann.
66 Her kom kongur av Onglandi
hóvliga við,
hann tók burt Hildu, tína dóttur,
blóðgaði ikki lið.”
67 Tí svaraði Grimmar kongur,
snúliga vendi:
“Var so statt í Garðaríki,
teir kundu ikki verja eitt kvendi?”
68 Óður var hann Grimmar kongur
av so miklum ekka,
hann vildi ei á sjey náttum
tann brúna mjøðin drekka.
69 So var hann Grimmar kongur
óður við tað mál,
hann breyt yvir breiða borð
forgylta mjaðarskál.
70 Tí svaraði Grimmar kongur
av so tungum stríði:
“Eg nái ikki til Onglanda,
meðan Hilda er á lívi.”
71 Tí svaraði Grimmar kongur
av so tungari trá:
“Eg nái ikki til Onglanda,
meðan Hilda liva má.”
72 Tí svaraði Grimmar kongur
av so tungum vanda:
“Eg nái ikki til Onglanda,
meðan Hilda ræður í landi.”
II. Grimmars táttur
73 Haraldur liggur í síni song
eina morgun snimma:
“Nú lystir meg til Garðaríki
mín sæla ava at finna.”
74 “Hoyr tað, mín hin veldigi harra,
hvat eg sigi tær,
kvittar tú í Garðaríki,
lat meg fylgja tær!”
75 Tí svaraði Haraldur kongur,
skortar ikki fíggja:
“Báran brýtur á blóman tín,
eg kann tað ikki síggja.”
76 Tí svaraði Haraldur kongur
fyrsta orði tá:
“Báran brýtur á blóman tín,
eg kann tað ikki sjá.”
77 “Tú drístar teg á brynju tína,
gjørd er av silvur hvíta,
so væl kenni eg mín sæla faðir,
so brádliga man hann teg svíkja.”
78 Tá svaraði Haraldur kongur
alt for uttan vanda:
“Sjúrður og Halgir fylgja mær,
fremst í herin standa.
79 Sjúrður og Halgir fylgja mær,
fremst í herin standa,
Gormundur hann skal eftir vera
at goyma gulls og landa.”
80 So letur Haraldur, Onglands kongur,
byggja skipin sín,
letur løða í bæði borð
virtur og so vín.
81 Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Garðaríki.
82 Ófrið vilti hann á sítt land
undir lævarskildri,
glaður Haraldur, Onglands kongur,
dugnað vildi veita.
83 Ófrið vilti hann á sítt land
undir lævarskildri,
glaður Haraldur, Onglands kongur,
dugnað veita vildi.
84 Tað var Haraldur, Onglands kongur,
heldur á ringi reyð,
kongurin reystur, í herðum treystur,
óttast ei for deyð.
85 Níggju vann hann herskipini
bæði við gleði og gleim,
glaður siglir Haraldur
til Garðaríki heim.
86 Svaraði Haraldur, Onglands kongur.
fáir finnast slíkir:
“Siglið snart og skundiliga
heim til Garðaríki!”
87 Svaraði Sjúrður, sonur hans,
bæði vænur og vitur:
“Siglið heldur til Onglanda,
men ikki til Garðaríki!”
88 Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
89 Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.
90 Fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land,
Sjúrður og Halgir, synir hans,
undir hans høgru hand.
91 Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.
92 Mitt í miðjum grasagarði
akslar hann síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.
93 Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
94 Tí svaraði Grimmar kongur
alt for uttan vanda:
“Hvør er faðir at ferðagarpum,
her fyri borði standa!”
95 Tá svaraði Haraldur kongur,
sló so upp í gleim:
“Eg eri faðir at ferðagørpum,
Hilda hevur borið í heim.”
96 Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær
við alskyns mekt og prýði,
Haraldur, gakk í breiðu høll
so kátur við dreingjaliði!
97 Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær,
vil hann tað boð tiggja,
ovast yvir mítt borð at sita,
í mítt herberg liggja.”
98 So skeinkir hann falsarin
mjøðin út í vín,
fyrstur sovnaði Haraldur kongur
fram úr sessi sín.
99 So skeinkir hann falsarin
mjøðin fram í høll,
fyrstur sovnaði Haraldur kongur,
síðan hirðin øll.
100 “Falsari,” talar kongurin,
“nú er liðið sovnað,
tað skal kosta hálsbein títt,
letur tú mjøðin dovna!”
101 Enntá mintist Grimmar kongur,
hvat verið hevði fyrr,
legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr.
102 Legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr,
brendi inni Onglands kongur
við alt hans valdra lið.
103 Sjúrður snúðist av hallini út,
letst í brynju blá:
“Nú lystir meg í breiðu høll
mín sæla faðir at sjá.”
104 Grimmar rópar á sínar menn,
biður teir ørvur skjóta:
“Latið ikki Sjúrðin unga
Garðaríki njóta!”
105 Grimmar legði ørv á strong,
tann ið vildi verða,
skeyt so bjartan buðlungsson
millum rivs og herða.
106 Úr sær reiv hann blóðigar ørvur,
alt væl sum hann kann,
sendi tær aftur í Grimmars her,
hon feldi ein merkismann.
107 Haraldur stendur í bálinum,
tykist vera í treyt,
hann brá upp sín bitra brand,
takið yvir sær breyt.
108 Haraldur stendur í bálinum,
brendur upp til kníggja,
tykir sær ongar neyðir kenna,
hann sær sín son ei flýggja.
109 Haraldur stendur í bálinum
í so stórum vanda,
so hevði kongurin rúnað hann,
hann náddi ei burt at ganga.
110 Grimmar rópar á sínar menn,
biður teir ørvur skjóta:
“Latið ikki Sjúrð hin unga
Garðaríki njóta!”
111 Grimmar legði ørv á strong,
tann ið vildi verða,
skeyt so bjartan buðlungsson
millum rivs og herða.
112 Úr sær reiv hann blóðigar ørvur,
alvæl sum hann kann,
sendi tær aftur í Grimmars her,
tær feldu ein merkismann.
113 Úr sær reiv hann blóðigar ørvur,
alvæl sum hann kundi,
sendi tær aftur í Grimmars her,
so mangur lívið týndi.
114 Haraldur stendur í bálinum,
brendur upp til handa,
tykir sær ongar neyðir kenna,
hann sær sín sonin standa.
115 Grimmar rópar á sínar menn,
biður teir ørvur skjóta:
“Latið ikki Sjúrð hin unga
Garðaríki njóta!”
116 Grimmar legði ørv á strong,
tann ið vildi verða,
skeyt so bjartan buðlungsson
millum rivs og herða.
117 Grimmar legði ørv á strong,
slíkt var mikil undur,
skeyt so bjartan buðlungsson,
at hjartað tað gekk sundur.
118 Úr sær reiv hann blóðigar ørvur.
alvæl sum hann kann,
sendi tær aftur í Grimmars her,
tær feldu ein merkismann.
119 Úr sær reiv hann blóðigar ørvur
og svá sína hjartarót:
“Væl hevur faðir mín føðgað meg,
Gud ráði honum bót!”
120 Úr sær reiv hann blóðiga ørv,
hann sá sínar hjartarøtur:
“Væl hevur faðir mín føddan meg,
Gud ráði honum bøtur!”
121 Haraldur stendur í bálinum,
brendur mestur allur,
nú tykist hann sær neyðir kenna,
hann sær sín sonin falla.
122 Haraldur tók sín búgvin brand
av so tungari sorg,
tíggju favnar og tríati
hann floygdi hann út av borg.
123 “Verði tín eingin njótandi,
tað stendur hvat vá og sorg,
uttan Gormundur, sonur mín,
føddur í Onglands borg!
124 Verði tann eingin njótandi,
tað standi av vá og vandi,
uttan Gormundur, sonur mín,
føddur í Onglandi!”
125 Hilda tók sín glógvuhandska,
gjørd var út av flein,
tað sá hon, hvar Haraldur stóð,
hon sá yvir allan heim.
126 Tí svaraðu sveinarnir,
burt var gleði og gleim:
“Snekkjan brún for landi flýtur,
førum, og siglið heim!”
127 Vinda teir upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
stryka ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.
128 Tað var Gormundur Haraldsson,
gott er í honum alvi,
tá ið snekkjan for landi fleyt,
tá sat hann í búnum talvi.
129 Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
130 Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
tá var hin ungi Gormundur
riðin niður til strand.
131 Tá var hin ungi Gormundur
riðin niður til strand:
“Hvar er Haraldur, faðir mín,
hann kemur ei fyrst á land?”
132 “Grimmar kongur í Garðaríki
brendi tín faðir inni,
níggju hundrað í glæstriborg,
ongan háttur minni.
133 Grimmar kongur í Garðaríki
gjørdi verri váða,
brendi inni níggju hundrað,
raskar brøður báðar.”
134 “Hvør er hann av mínum monnum,
hartil hevur hjarta,
Hildu sigur frá Haralds deyð
for skínandi gullið bjarta?
135 Hvør er hann av mínum monnum,
hartil hevur mót,
Hildu sigur frá Haralds deyð,
hann bíður tað ikki bót?
136 Hvør er hann av mínum monnum.
hartil hevur mál,
Hildu sigur frá Haralds deyð,
for bjarta brúðar sál?”
137 “Hann er eingin av tínum monnum.
hartil hevur hjarta,
Hildu sigur frá Haralds deyð
for skínandi gullið bjarta.
138 Hann er eingin av tínum monnum.
hartil hevur mót,
Hildu sigur frá Haralds deyð,
hann bíður tað ikki bót.
139 Hann er eingin av tínum monnum.,
hartil hevur mál,
Hildu sigur frá Haralds deyð
for bjarta brúðar sál.”
140 Gormundur gekk frá strondum niðan
av so tungari sorg,
so kroysti hann talvið saman,
blóð sprakk undan hond.
141 Gormundur gekk fyri sína móður,
sigur henni frá:
“Mín faðir er komin av Garðaríki
við alt tað lið, hann ár.”
142 “Hoyr tað, Gormundur, sonur mín,
elv mær onga sorg,
hann kemur ikki livandi
aftur í Onglands borg!
143 Hoyr tað, Gormundur, sonur mín,
elv mær ongan vanda,
hann kemur ikki livandi
aftur til Onglanda!”
144 Eingin veit í annans hug,
hvat sorgin klemmar fast,
beltið breitt um Hildu lív
í níggju lutir brast.
145 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
ber ikki um tað trá,
teg skal eingin kongur biðja,
so leingi eg liva má! “
146 Svaraði ungi Gormundur
av so tungum stríði:
“Teg skal eingin kongur biðja,
so leingi eg eri á lívi.”
III. Gormunds táttur
147 Nú skal taka upp triðja tátt,
vilja tit orðum trúgva,
um Sjúrð kong av Sakslandi,
har man frøðið snúgva.
148 Nú skal falla niður um sinn,
vilja tit dømin enda,
um Sjúrð kong av Sakslandi,
har man frøði venda.
149 Sjúrður kongur er á leikvølli,
talar við sínar dreingir:
“Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.”
150 Sjúrður kongur er á leikvølli,
talar við sínar menn:
“Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað enn.”
151 Sveinar svara sínum harra:
“Hví spyrjið tær so,
best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.
152 Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið Gormund unga.
væna móður ár.
153 Gormundur ungi móður eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til drotning fá,
hon kann títt lív væl prísa.
154 Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn tann fagrasta summarsól,
fagurt skín um várið.”
155 “Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið má.
156 Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur til,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið vil.”
157 So letur hann Sjúrður kongur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
158 Sjúrð kongur letur skipini gera
við so nýtum orðum,
forgyltir ringar av reyðargulli
í hans homlum vóru.
159 Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
160 Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.
161 Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
162 Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Sjúrður kongur
sínum fótum á land.
163 Fyrstur stígur Sjúrður kongur
sínum fótum á land,
sló so sínar tjaldbúðir
út við sjóvarstrand.
164 Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, so jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.
165 Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
166 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Gormundur yvir borði sat
við monnum hundrað fimm.
167 Sjúrður kongur gekk í hallina inn.
í forðum var tann siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
168 Sjúrður kongur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
“Sit væl, ungi Gormundur,
gev mær móður tína!”
169 Tað var ungi Gormundur,
læt so orðum fara:
“Heintið mína móður í hallina inn.
sjálv for seg at svara!”
170 Tí svaraði Gormundur
fyrsta orðið tá:
“Heintið mína móður í hallina inn.
sjálv má hon hava ráð!”
171 Hon varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
fyrst hon hann við eygum sá,
hon vilja til hann fekk.
172 Hon rætti sína hondina
yvir breiða borð,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarorð.
173 Fram gekk drotning Hilda,
rætti fram ljósan hand,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarband.
174 Sjúrður kongur slaktar neyt og seyð
helst út av tí besta,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.
175 Tað var brúdleyp, ið boðið var,
ikki mátti tvørra,
báðum borgum boðið var,
tólv hundrað av hvørji.
176 Drukkið varð teirra brúdleypið,
snart og ikki leingi,
reið so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.
177 Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
var á ljósum degi.
178 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Sjúrður kongur og hans vív.
179 Drukkið varð teirra brúdleypið,
so er komið til mín,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
180 Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann var á góðum stundum gitin,
so var hann borin í heim.
181 Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.
182 Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fríðan.
183 Tað var tá sum ofta er enn,
duld er døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
184 Sveipar hon hann í klæði væl,
komin til góðar at evna,
síðan læt hon presti bera,
Harald bað hon nevna.
185 Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Harald bað hon kalla.
186 Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri legði hon røkt á tað
enn alt sítt gull í skrin.
187 Hann vóks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vøkst,
meiri vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.
188 Gormundur liggur í síni song
eina morgun snimma:
“Nú lystir meg til Garðaríki
mín sæla abba at finna.”
189 “Hoyr tú, Gormundur, sonur mín,
elv mær ei tann vanda,
tú kemur ikki livandi
aftur til Onglanda!”
190 Hilda tók sín glógvuhandska,
snúgviliga vendi:
“Tak við, Gormundur, sonur mín,
tú slepp hann ikki av hendi!”
191 So letur Gormundur Haralds son
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
192 Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Garðaríkis land.
193 Legði her at landinum,
sum Grimmars borgir stá,
her vóru strætir av reyðargulli,
breiddar av við stál.
194 Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Gormundur
sínum fótum á land.
195 Gormundur gekk frá strondum niðan,
tykist vera í vanda,
hann sær seg pá báðar síður
ongar borgir standa.
196 “Harra Gud í himmiríki
lati meg ikki doy,
eg skal lata kirkju gera,
komi eg aftur í oy!
197 Eg skal lata kirkju gera
mítt í Onglands ríki,
eingin tann á Suðurlondum
skal vera hennara líki.”
198 So gekk Gormundur annan dag
alt for uttan vanda:
“Nú sær eg til høgru síðu
Grimmars borgir standa.”
199 Gormundur reikar um grønan voll.
mikið ið hann mátti,
tá fann hann tað góða svørð,
ið hans faðir átti.
200 Uppi í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
201 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur yvir borði sat
við monnum hundrað fimm.
202 Tí svaraði Grimmar kongur,
gull ber seg á hendur:
“Hvør er faðir at ferðagarpa,
her fyri borði stendur?”
203 Tí svaraði Gormundur,
sló so upp í gleim:
“Hetta er tín dótturson,
ið Hilda hevur borið í heim.”
204 Tí svaraði Grimmar kongur
alt for uttan váða:
“Eingir tveir í verðini
høvdu vunnið okkura báðar.”
205 Grimmar hvarv úr sessi burt,
hann var manna versti,
hann kom aftur uttan halla
á kolsvørtum hesti.
206 Hann skapti seg í flogdreka líki
og fleyg í lofti við veingir,
píl fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.
207 Gormundur tók sín glógvuhandska,
snúiliga vendi,
so fleyg hann í loftið upp
og aftur mót honum rendi.
208 Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum bella,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum byrsur gella.
209 Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum bróta,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum byrsur skjóta.
210 Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum banga,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum trummur ganga.
211 Hann tók Grimmar kongin,
legði á grønan vøll,
eingin sá hans hóttarfall,
men tungan bar so snjøll.
212 Tríggjar svór hann vrangar eiðir,
allar á einum degi,
tá hann kom í loftið upp,
tá var hann alvæl verri.
213 Hann skapti seg aftur í flogdreka líki
og fleyg í loft við veingir,
píl fleyg av hans hvørji fjøður,
hann feldi reystar dreingir.
214 Gormundur tók sín glógvuhandska,
snúgviliga vendi,
so fleyg hann í loftið upp
og aftur mót honum vendi.
215 Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum bróta,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum byrsur skjóta.
216 Fuglar tveir í lofti flúgva,
fast við veingjum banga,
hoyrast mátti langan veg,
rætt sum trummur ganga.
217 Hann tók Grimmar kongin,
legði á grønan vøll,
eingin sá hans hóttarfall,
uttan tungan var so snjøll.
218 Gormundur settist á grønan vøll.
mikið ið hann mátti:
“Nú skal boð til Onglands gera.
tó kaldur er kvinnu tokki.”
219 Gormundur til orða tekur
fyrsta orðið tá:
“Ikki skal drepa kongin,
uttan Hildu spyrja til ráð.”
220 Hilda gekk í glæstriborg,
henni var leiðin kunn,
hon tók upp sín yngsta alva
og andaði í hans munn.
221 Haraldur fleyg av Onglandi,
gott var í honum alvi,
hann tók Grimmar kongin,
hann sleit hann av um nalva.
222 Gormundur settist á grønan vøll
av so tungum stríði:
“Hví tókst tú mín sæla abba
so snarliga burtur av lívi?
223 Hevði hann dripið mín faðir sum tín
og brent teir ringar reyð,
eingin kongur í verðini
skuldi tolt so harðan deyð.”
224 Tað er frætt so víða
yvir onnur lond,
at deyður er kongur av Onglandi,
og Gormundur aftur til kong.
CCF 51 Ba
TSB E 98
Handrit: Hentzasavnið. Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Ny Kgl. Saml. 1954, 4to. Nr. 1, s. 1.
Útgávur:
1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39, s. 138.
2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band II, Teil 2, s. 230.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 12. bind, s. 144.
4. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, 2011, s. 103.
Heimild: Úr Sandoy: Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, 1819.