Skip to main content

Grímur á Miðalnesi

 

sample apa style research paper copy editor for dissertationCCF 55 Ba

TSB E 111

 

1 Tað var upp á ein helgan dag,

tað fell so væl í lag,

seggar hvurvu úr sessi burtur

sjálvan jóladag.

 

2 Bóndans kona eftir fjøllum gongur

eina morgunstund,

sær hon, hvar ið gívrin lá,

mestan lá í blund.

 

3 Hon gekk sær í skálan inn,

myrkt var henni for eygum,

barnið tað, við eldin sat,

tað leikar við brondum beygum.

 

4 Barnið kleyv hon í lutir tvá,

hann ræður í bál at kasta,

svørðið hevði hon heim við sær,

tað gjørdist ei at lasta.

 

5 Tað var tann hin grima gívur,

sær úr blundi vaknar,

svørji tann eið á mína trú,

at sítt barn mundi hon sakna.

 

6 Tríggjar favnar feta millum,

tveir í hvørjum spori,

skundar nú skjótt á skamri stund

og stígur at bóndans borði.

 

7 “Tú tókst mítt hitt lítla barn,

í blundi ræður at sitja,

tað mundi tú vánir vænta,

eg mundi tað vitja.”

 

8 So var sagt, at bóndans kona

hon var ikki veik,

síðan tókust tær hondum saman,

tær gjørdu ein snaran leik.

 

9 Bóndin kom av skógnum heim,

tá lá gívrin undir:

“Hon hevur brotið bein í mær

og riv og ryggin sundur.

 

10 Hon hevur brotið bein í mær

og riv og ryggin sundur!”

Bóndin við sínum bitra mæka

høgg hana skjótt um stundir.

 

11 Jarngerð eitur bóndans dóttir,

tað hitt væna vív:

“Hagar skalt tú ráðini leita,

saðla tín hest í líð!”

 

12 Jarngerð eitur bóndans dóttir,

tað hitt væna sprund:

“Hagar skalt tú ráðini leita,

saðla tín hest í lund!”

 

13 Síðan hvarv úr heiminum,

hon hevði føtt ein svein,

Grím bað hon nevna hann,

so snimma leið honum mein.

 

14 Jarngerð so æt bóndans dóttir,

tað hitt væna vív,

hagar mundi hann ráðini leita,

saðla sín hest í líð.

 

15 Jarngerð so æt bóndans dóttir,

tað hitt væna sprund,

hagar mundi hann ráðini leita.

saðla sín hest í lund.

 

16 Hvør, sum ungur móður missir,

honum tarv tukt og akt,

Grím læt hon á skógvin koyra

við so lítla makt.

 

17 Hvør, sum ungur móður missir,

honum tarv tukt og inna,

Grím læt hon á skógvin koyra

bæði seint og snimma.

 

18 Grímur gár á heyggin fram,

sum hans lá móðir í mold,

fátt var tá til góðar at ráða,

kyk gekk hon á fold.

 

19 Innarlaga í heygginum

ringja gamlar tenn:

“Hvør er her í heygginum,

vekir upp deyðar menn?”

 

20 Grímur so til orða tekur,

gott er at taka til evna:

“Hetta er Grímur, bóndans sonur,

so skalt tú meg nevna.”

 

21 “Grímur, manst tú gjalda tað,

so ung eg læt mítt lív?”

Settist upp í heygginum,

og ei var kelling blíð.

 

22 “Grímur, manst tú gjalda tað,

hvør ung eg lívið læt?”

Settist upp í heygginum,

alt um sín son hon græt.

 

23 “Hoyr tað, Grímur, sonur mín,

tú dvølst hjá mær í nátt,

sjálvar renna geitir heim,

til ber ikki fyri teim ótta!”

 

24 Tríggjar nætur á skógvi var,

hann kendi einki til neyðar,

bóndin situr í døprum huga,

hugsar, sín son er deyður.

 

25 Hon gav honum so dýran drykk:

“Drekk nú heilur av horni,

ræðst ikki tína stjúkmóður,

tá ið tú kemur heim á morgni!”

 

26 Grímur kom av skógnum heim,

Gud gav honum tað troysti,

tók sær bæði øl og mat,

tað var hans fyrsta roysni.

 

27 Jarngerð steig úr stóli fram,

hon rodnaði sum ein droyri,

aktaði Grím so háðuliga

fram um borðið at koyra.

 

28 Hann hevði upp sína høgru hond.

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

29 Bóndin situr í hásæti,

gerst nú hjartað lætt:

“Eg vildi til givið hálvt mítt ríki,

tú hevði bráað í ætt.

 

30 Hoyr tú, Grímur sonur mín,

tað skal eg útinna,

far tú tær av landi út

vinir og frændur at finna!

 

31 Tú eigur so mangar skyldar frændur,

gott er at taka við vammi,

tað er hann Loftur Lóniarson.

hvør mann ilskum brammi.”

 

32 Grímur gár á heyggin fram,

sum hans lá móðir í mold,

fátt var tá til ráða at finna,

kyk gekk hon á fold.

 

33 Innarlaga í heygginum

ringja gamlar tenn:

“Hvør er her á heygginum,

vekir upp deyðar menn?”

 

34 Grímur so til orða tekur,

gott er taka til evna:

“Hetta er Grímur, bóndans sonur,

so skalt tú meg nevna.”

 

35 “Grímur, manst tú gjalda enn,

hvør ung eg læt mítt lív?”

Settist upp í heygginum,

og ei var kelling blíð.

 

36 “Grímur, manst tú gjalda tað,

hvør ung eg lívið læt?”

Settist upp í heygginum,

alt um sín son hon græt.

 

37 “Hoyr tað, Grímur, sonur mín,

at ráð vil eg tær leggja:

drepa Ravn ur Bessavík,

hartil vil eg tær eggja.

 

38 Eg kann ikki, mín sæli sonur,

betur leggja tær ráð:

far tú teg til strandar oman,

so vís liggur ferja á!”

 

39 Hon gav honum so gott eitt svørð,

ljótt var ímóti at ganga,

ormar bardust á miðjari leið

millum odd og tanga.

 

40 Tað var Grímur, bóndans son,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Tórolvur

fyri honum stóð.

 

41 Tí svaraði Tórolvur,

tað fór eftir vón:

“Eg kenni ikki henda mann

á mæli ella sjón.”

 

42 Svaraði Grímur á Miðalnesi,

gott er at taka til evna:

“Hetta er Grímur á Miðalnesi,

so skalt tú meg nevna.”

 

43 “Ver vælkomin, frændi mín,

vit skulu okur skunda,

vit skulu fara sum fljótast má,

og sigla fram fyri lundar!”

 

44 Allir sukku Tórolvs menn

niður í døkkan sand,

Grímur og hann Tórolvur

teir komu tveir lívs í land.

 

45 Teir kyndu eld í útoynna,

tað var ei tíða betur,

Grímur og hann Tórolvur

teir bygdu har sama vetur.

 

46 Tað var so síðla um heystið,

Tórolvur hann fór,

frætti tað Oddur í Laksavík,

og tá var sjógvurin stórur.

 

47 “Allir munnu teir deyðir vera.

vænti teim eingin lív,

nú skal ríða á Miðalnes

at biðja Tórolvs vív.

 

32 Grímur gár á heyggin fram,

sum hans lá móðir í mold,

fátt var tá til ráða at finna,

kyk gekk hon á fold.

 

33 Innarlaga í heygginum

ringja gamlar tenn:

“Hvør er her á heygginum,

vekir upp deyðar menn?”

 

34 Grímur so til orða tekur,

gott er taka til evna:

“Hetta er Grímur, bóndans sonur,

so skalt tú meg nevna.”

 

35 “Grímur, manst tú gjalda enn,

hvør ung eg læt mítt lív?”

Settist upp í heygginum,

og ei var kelling blíð.

 

36 “Grímur, manst tú gjalda tað,

hvør ung eg lívið læt?”

Settist upp í heygginum,

alt um sín son hon græt.

 

37 “Hoyr tað, Grímur, sonur mín,

at ráð vil eg tær leggja:

drepa Ravn úr Bessavík,

hartil vil eg tær eggja.

 

38 Eg kann ikki, mín sæli sonur,

betur leggja tær ráð:

far tú teg til strandar oman,

so vís liggur ferja á!”

 

39 Hon gav honum so gott eitt svørð,

ljótt var ímóti at ganga,

ormar bardust á miðjari leið

millum odd og tanga.

 

40 Tað var Grímur, bóndans son,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Tórolvur

fyri honum stóð.

 

41 Tí svaraði Tórolvur,

tað fór eftir vón:

“Eg kenni ikki henda mann

á mæli ella sjón.”

 

42 Svaraði Grímur á Miðalnesi,

gott er at taka til evna:

“Hetta er Grímur á Miðalnesi,

so skalt tú meg nevna.”

 

43 “Ver vælkomin, frændi mín,

vit skulu okur skunda,

vit skulu fara sum fljótast má,

og sigla fram fyri lundar!”

 

44 Allir sukku Tórolvs menn

niður í døkkan sand,

Grímur og hann Tórolvur

teir komu tveir lívs í land.

 

45 Teir kyndu eld í útoynna,

tað var ei tíða betur,

Grímur og hann Tórolvur

teir bygdu har sama vetur.

 

46 Tað var so síðla um heystíð,

Tórolvur hann fór,

frætti tað Oddur í Laksavík,

og tá var sjógvurin stórur.

 

47 “Allir munnu teir deyðir vera.

vænti teim eingin lív,

nú skal ríða á Miðalnes

at biðja Tórolvs vív.

 

48 Allir munnu teir deyðir vera,

vænti teir eingin koma,

nú skal ríða á Miðalnes

at biðja um Tórolvs konu.”

 

49 Snurra innan úr Laksavík,

fljótir hestar renna,

seggar sita í saðli fastir,

lótu ei sporar kenna.

 

50 Gingu teir í salin inn,

hátt bar hilmar hjarta,

allar blikna, ið inni vóru,

tær sóu í eggir bjartar.

 

51 Svaraði Ravnur úr Bessavík,

tað fór eftir von:

“Komin er Oddur úr Laksavík

at biðja Tórolvs konu.”

 

52 Tí svarar frúgvin Ingibjørg,

hon var um hjarta ei lætt:

“Eg fari ei av Miðalnesi,

fyrr enn tíðindi eru frætt.”

 

53 Tí svaraði Ravnur úr Bessavík:

“Eg man ráða best,

eg fari ikki av Miðalnesi,

fyrr enn Ingibjørg er fest.”

 

54 Ingibjørg á Miðalnesi,

tað hitt væna vív,

førdu hana neyðugt

og inn í Laksavík.

 

55 Útróðrarmenn til útróðrar fara,

hurrar í hvørjum streingi,

funnu upp á tveir raskar menn,

sum har høvdu sitið leingi.

 

56 Teir funnu upp á tvær raskar kempur,

har høvdu sitið leingi,

Tórolv kendu allir á sjón,

men Grím, hans frænda, eingin.

 

57 Tí svaraði Tórolvur

fyrsta orðið tá:

“Hvussu livir tað væna vív,

ið eg sjálvur ár?”

 

58 “Ingibjørg á Miðalnesi,

tó henni bíður harm,

hon er innan Laksavík

og svevur Odda á arm.

 

59 So livir frúgvin Ingibjørg,

tó henni tykir trá,

hon er innan Laksavík

og svevur Odda hjá.”

 

60 Tí svaraði Grímur á Miðalnesi,

hann talar títt á rím:

“Sjálvur skuldi eg sømdir gjørt,

hevði hon verið mítt vív.”

 

61 Svaraði Grímur á Miðalnesi,

hann talar títt og brátt:

“Sjálvur skuldi eg sømdir gjørt,

hevði eg fljóðið átt.”

 

62 Tí svaraði Tórolvur:

“Eftir hyggju skulum vær fara,

vit skulu stevna fjallbúating,

bjóða til dreingir snarar.”

 

63 Tórolvur letur tingið seta,

býður til so brátt,

býður til Oddi í Laksavík,

hann býður til dag og nátt.

 

64 Tórolvur setir fjølmanna ting

bæði um tørpur og garðar,

býður til Oddi í Laksavík,

hann vil ikki stevnur vara.

 

65 Inn kemur Oddur í Laksavík,

klæðist í brynju ný:

“Glaður skal eg til tinga ríða,

ikki undan flýa.”

 

66 Svaraði Oddur úr Laksavík,

ríður fram yvir skógar:

“Hvør hevur hetta tingið sett

og gjørt várar gangarar móðar?”

 

67 Tí svaraði Tórolvur

fyrsta orðið tá:

“Hví tókst tú tað væna vív,

ið eg sjálvur ár?”

 

68 Svaraði Oddur í Laksavík,

tók tey orð við vreiði:

“Hvat skuldi tær konu ta,

ið tú dugdi ikki at eiga?”

 

69 Niður settist Tórolvur,

tordi ikki tala eitt orð,

upp stóð Grímur á Miðalnesi,

studdist við skjøldar borð.

 

70 Upp stóð Grímur á Miðalnesi,

talar títt í rím:

“Sjálvur skuldi eg sømdir gjørt,

hevði hon verið mítt vív!”

 

71 Upp stóð Grímur á Miðalnesi,

talar títt og brátt:

“Sjálvur skuldi eg sømdir gjørt,

hevði eg fljóðið átt!”

 

72 Tí svaraði Oddur úr Laksavík,

tað fór eftir vón:

“Hvaðan er hasin ungi maður,

os stendur ein ímóti?”

 

73 “Hoyr tú, Oddur úr Laksavík,

tú ver nú ikki so stríður,

Grímur eitur bóndasonur,

á Miðalnesi ríður!”

 

74 Dreingir trívast á tjaldrum væl,

meðan tingið stendur,

upp stóð Grímur á Miðalnesi,

tók sítt svørð í hendur.

 

75 Tað var Grímur á Miðalnesi,

sínum svørði brá,

hann kleyv Odd í Laksavík

sundur í lutir tvá.

 

76 Upp lupu teir Snorra menn,

teir vænta at vega Grím,

betri var teim niður at sitið

enn sía deyða sín.

 

77 Snorri út av Miðalnesi

hann svaraði tá:

“Vit skulu Grím at ættum telja,

vit fáa ikki onnur ráð.”

 

78 Ravnur stendur á tingi upp:

“Hava teir á mær gjald,

gerið Grímin útlagan

bæði fyri ørn og varg!”

 

79 Grímur stendur á tingi upp:

“Hava teir á mær gjøld,

minnast skal eg útlagaverk,

áðrenn komið er kvøld.”

 

80 Bokslið var av reyðargulli,

saðilin av fleim,

so sorgarfullir ríða teir

til Bessavíkar heim.

 

81 So sorgarfullir ríða teir

til Bessavíkar heim,

eftir reið Grímur á Miðalnesi,

hann vann teimum mein.

 

82 Grímur stendur á tingi upp,

kundi væl randir rjóða:

“Ov seinir eru Gudis menn

gisting mær at bjóða.”

 

83 Ravnur talar til sínar menn:

“Tit lata ei vákn nú liggja,

annað ert tú, Grímur, verður

enn gisting av mær tiggja!”

 

84 Tað var Grímur á Miðalnesi,

hevði ikki fleiri orð,

hann vá hann Ravn úr Bessavík

alt yvir sítt egið borð.

 

85 Bokslið var av reyðargulli,

saðilin av fleim,

so glaður ríður Grímur

til Ljósa‑Fróðar heim.

 

86 Tað var Grímur á Miðalnesi,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Ingibjørg

fyri honum stóð.

 

87 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

tað hitt væna vív:

“Hvussu gingu sakir av

innan Laksavík?”

 

88 “So gingu tær sakir av,

eg sigi tær av sonnum,

sjálvur átti eg svørðið tað,

ið Oddi stóð í tonnum.

 

89 So gingu mær sakir av,

eg sigi tær satt ífrá,

seint man Ravnur í Bessavík

sømdir av mær fá.”

 

90 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

stóð í kyrtil reyð:

“Lov, æra skei Gud av himmiríki,

nú er lokin neyð!”

 

CCF 55 Ba

TSB E 111

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [6].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 333.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 13. bind, s. 140.

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.