Sjúrður og Dvørgamoy - Dvørgamoy I
CCF 6 B
TSB E 153
1 Hoyrt havi eg frá gamal tíð,
at ørnin er eitt fok,
nú skal kvøða um Sjúrða unga,
hansara fyrsta tok.
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.
2 Ørnin er so snart eitt djór,
hon flýgur so langa leið,
nú skulum vit kvøða um Sjúrða unga,
tað fyrsta sum hann út reið.
3 Hans skín skjøldur í gyltum høllum,
hann fer ikki um við gamni,
tað er Sjúrður Sigmundarson,
nevndur er so at navni.
4 Sjúrður stendur á hallargólvi,
hann kann væl orðum greiða:
“Nú lystir meg á heiðin skógv
tey villu dýr at veiða.”
5 Hjálprekur kongur fyri munni mælir
á tí sama sínni:
“Dvørgamál við trøllagleim
tað byggir við fjøllum inni.”
6 Sjúrður loypur á Grana bak,
hann studdist ikki við teymar,
so loypur hann so lætt hará,
sum snekkjan rennur í streymi.
7 Sjúrður ríður fyrsta dag,
dagur líður at kvøldi,
tað dregur at tann myrka skógv,
tað líður frá faðirs veldi.
8 Sjúrður ríður eftir skógnum fram
dagar og nætur tríggjar,
hann kundi hvørki heiðið ella kristið
við sínum eygum síggja.
9 Sjúrður ríður eftir skógnum fram
langa leið og drúgva,
hann sá standa fyri sær
ein heilan mannamúgva.
10 Sjúrður situr á Grana baki
bæði við skjøld og svørð:
“Eg skal ríða betur fram
og vita, hvat ið tað er.”
11 Sjúrður reið tá betur fram,
tað var ei til dans,
hann sá standa fyri sær
ein heilan dvørgakrans.
12 Fram gekk ein av dvørgunum,
frá man frættast víða:
“Ert tú komin at leika her,
ella ert tú komin at stríða?”
13 Sjúrður situr á Grana baki,
hann tykir ei í tí tattur,
svá var hann fyri dvørgum blúgvur,
hann tordi ikki svara aftur.
14 Sjúrður situr á Grana baki,
hann vildi á hjartað selja:
“Gerið, hvat tygur sýnist best,
tit skulu korum velja!”
15 Fram gekk ein av dvørgunum
fast av miklum móði,
hann hevði upp sína høgru hond,
Sjúrða á nasar sló.
16 Sjúrða rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
ungur var hann og óstiltur,
hann var ei við tað kunn'.
17 Sjúrður fekk av dvørgi høgg,
hann hin menski mann,
blóðið undan brynjuni
niður á saðil rann.
18 Sjúrður svørð av slíðrum dregur,
tað syngur í gyltum ringi:
“Hetta er tað fyrsta sár,
eg havi í víggi fingið.”
19 Sjúrður svørð av slíðrum dregur,
so í loftið brá,
hann kleyv henda sama dvørg
sundur í lutir tvá.
20 Høggini gella mong og tung,
tað syngur á dvørgabrynju,
hann sá hvørki himmal ei jørð,
teir yvir honum dynja.
21 Fram gekk ein av dvørgunum,
so til Sjúrða sigur:
“Vegur tú fleiri av hesum liði,
tú fellur til jarðar niður.”
22 Høggini smella mong og tung,
teir yvir honum flúgva,
hann sá hvørki himmal ei jørð,
summir fullu á grúgvu.
23 Burtur hvurvu dvørgarnir,
tá eykast meiri vandi,
Sjúrður ræð tá eftir
í kolmyrkri at standa.
24 Sjúrður ríður til og frá,
tað frystir við saðilgjørð,
rímfrost er fallið yvir
heiðinmanna jørð.
25 Sjúrður ríður til og frá,
tað frystir við saðilgjarðir,
rímfrost er fallið yvir
heiðinmanna jarðir.
26 Sjúrður ríður til og frá
væl í góðan tíma,
hann sá har í kolmyrkri
gull sum dagur skína.
27 Dvørgamoyin fagra var,
fyri honum stóð,
av gulli vóru akslabond,
og perlur á jørðini dró.
28 Dvørgamoyin til hans kom,
so er komið til mín,
hon kysti hann so søtan koss,
at vørrum vætti vín.
29 Sjúrður so til orða tekur,
tykir ei í tí tattur:
“Eg eri so á skógvin riðin,
at eg finni ikki aftur.”
30 Sjúrður so til orða tekur,
tung man sorgin falla:
“Gerið tað fyri Guds skyld,
tú flyt meg heim til hallar!”
31 “Eg gekk meg frá faðirs borg,
her hoyrdi eg teg kalla,
til tess eri eg higar komin
at flyta teg heim til hallar.”
32 Hon fylgdi honum um Hindarfjall,
hon vildi ei vegin synja,
stórar áir, stríðir streymar
á Hindarfjalli dynja.
33 Hon fylgdi honum úr avdølum,
sigst í dømum frá,
tað dregur av tann myrka toka,
tað lýsir á kláran dag.
34 Tá sá hann ta borgina standa,
sum søgur ganga frá,
leyvini bleiktra uppi við ský,
so gull ber litur á.
35 “Nú sært tú ta borgina standa,
øll í gulli skín,
hann, [ið] ræður fyri hasari borg,
tað er faðir mín.
36 Faðir mín kemur í hallina inn
bæði av ilsku og bræði,
hvørki mást tú, kappin, tá
smílast ella læa.
37 Hann veit tað, Sjúrður Sigmundarson,
at tær er ikki at eggja,
hann biður teg koma í smiðju við sær
stórar stengur at sleggja.
38 Tú sig, tú ert so troyttur,
tú sig, tú ert so móður,
sum tú hevur niðurtroðið
tann heita dvørgaskóg.
39 Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,
tú gev tað fullvæl akt,
so rennur tú í smiðju hans,
sum vart tú skyggið vaks.”
40 Hon fylgdi honum í hallina inn,
øll í gulli skín,
uttan var hon við reyðargull,
innan við hvíta lín.
41 Tað er Sjúrður Sigmundarson,
sveipar hann seg í skinn,
hann bant sín hest við hallardyr,
og síðan gekk hann inn.
42 Dvørgur gekk í hallina inn,
hann talar orðum svá:
“Hvat er hesin mikli kappi,
ið her festir føtur á?”
43 Leingi kappin orðum tagdi,
mikil er ilsku vón:
“Navn havi eg við heiti fingið
Sjúrður Sigmundarson.”
44 “Ert tú Sjúrður Sigmundarson,
tær er ikki at eggja,
tú skalt koma í smiðju við mær
so stórar stengur at sleggja.”
45 “Eg eri meg so troyttur
og eg eri meg so móður,
sum eg havi niðurtroðið
tann heita dvørgaskóg.
46 Tú skalt smíða mær brynjuna,
sum einki svørð kann bíta,
harðan hjálm og rundan skjøld,
sum góður er á at líta.”
47 Dagur líður, náttin kemur,
tað dvølur í dvørgaveldi,
stórar stengur teir eru og smíða,
herða í Hilmirs eldi.
48 Árla var um morgunin,
sólin skín so hátt,
dvørgur sló á gullhespur,
so hurðar flugu úr gátt.
49 Dvørgur gekk í hallina inn
við silvurbrynju hvítu:
“Tak við, Sjúrður Sigmundarson,
vita, um enn tú nýtir!”
50 Dvørgur tekur brynjuna,
Sjúrða fær til handar,
harvið hjálm og fríðan skjøld,
sum ikki bíta brandar.
51 Sjúrður fór í brynjuna,
sum dvørgurin hevði borið,
hon var bæði víð og síð,
skapað var sum skorið.
52 Sjúrður stendur í sterkari brynju,
hann hevur góðar brandar:
“Hoyr tað, yndug ríka frú,
tú flyt meg heim aftur til landa!”
53 “Eg førdi teg av dvørgaskógv,
tað manst tú minnast valla,
hvat er tapt á buðlungs landi,
tá tú mælir heim til hallar?”
54 “Tað er tapt á buðlungs land,
at dreingir bera sorg:
burtur er kappin Fávnisbani,
hvorvin úr kongins borg.”
55 Hon fylgdi honum so langa leið,
hon bað honum góðan dag:
“Far nú heilur og happadyggur,
og alt gangi tær væl!”
56 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann heim í garðin fór,
úti sjálvur Hjálprekur kongur
fyri honum stóð.
57 Kongur so til orða tekur,
tykir ei í tí gleim:
“Tú hevur givið teg trøllum í vold,
og troyttur kemur tú heim.”
58 Sjúrður gekk í hallina inn,
gott var í honum alvið,
setist upp í hásætið,
næstum borgin skalv.
59 Svaraði hans sæla móðir,
henni tókti ei við tí tattur:
“Tú hevur givið teg trøllum í vald,
og troyttur kemur tú aftur.”
60 “Dvørgurin hevur smíðað mær,
eg má væl á tað líta,
harðan hjálm og rundan skjøld,
ei mega brandar bíta.
61 Eg havi verið á dvørgaskógv
og barst við dvørgaher,
dvørgamoyin dvøldi meg
og forðaði míni ferð.
62 Eg havi barst við dvørgaher
av so miklari trá,
dvørgamoyin loysti meg
og førdi meg fjøldum frá.”
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.
CCF 6 B
TSB E 153
Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [2].
Útgávur: Føroya kvæði vol. I, p. 266.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 266.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 148
Heimild: Úr Sandoy: Jacob Hansen, Jákup í Ovastahúsi (1795-1870), Skálavík, 1847