Haraldskjøldur á Miklagarði
CCF 62 F
TSB E 84
1 Vitur er sá mektigi dá,
høgur er harragjøld,
tað ræður ein kongur fyri Miklagarði,
nevndur er Haraldskjøldur.
2 Haraldskjøldur av Miklagarði,
frægur mót hvørjum manni,
hann vil ikki herja á hann,
ið eina situr í ranni.
3 Haraldskjøldur av Miklagarði
bæði við spekt og náðum,
hann vil ongan herja á,
sum eina situr í ráðum.
CCF 62 F
TSB E 84
Handrit: Savn Hammershaimbs AM, Access. 4c I [7].
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band III, Teil 1, s. 34.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 91
Heimild: Úr Streymoy: Enok Daniel Bærentsen, (1831-1900), Sundi.