Skip to main content

Heljars kvæði

 

CCF 63 Ba

TSB E 65

 

1 Heljar hann situr á Heljaroy,

hann átti so fagurt liljumoy.

 

2 Heljar hann situr á Heljarlandi,

hann átti so fagurt liljuvand.

 

3 Hann læt henni ein gullsal gera,

tílíkur skuldi eingin vera.

 

4 Hann læt henni ein gullsal byggja,

yvir Ríkalandi skuldi hon sita.

 

5 Hetta frætti Ásmundur kellingarson,

at Heljars frúva er vitin og von.

 

6 Ásmundur talar til skósvein sín:

“Tú saðla mær gráan gangara mín!

 

7 Eg fari meg á Ríkaland

at biðja so fagurt liljuvand.

 

8 Eg fari meg á Ríkaroy

at biðja so fagurt liljumoy.”

 

9 Ásmundur upp sín brandin hevði,

hvítar bjarnir niður legði.

 

10 Síðani mundi hann rúnir tala,

ormurin fall for honum í dvala.

 

11 Ásmundur alt for uttan sorg

gongur nú inn í Heljars borg.

 

12 Ásmundur smílist undir lin:

“Heljar, gev mær dóttur tín!”

 

13 Heljar hann hyggur í brandin dýra:

“Silvi er ikki góð at stýra.”

 

14 Har drakk hann í dagar tvá,

kundi ei Heljars frúvu sjá.

 

15 Har drakk hann í dagar tríggjar,

kundi ei Heljars frúvu síggja.

 

16 Ásmundur finnur á annað spil,

hann býður øllum gestum til.

 

17 Har ríður Virgar, kempan sterk,

gull so hevur hann til merki.

 

18 Har ríður Hildibrand, kempan bold,

gull ber hann á búgvið skjold.

 

19 Tá tykti Ásmundi vera stand,

har kom Grím, son Hildibrand.

 

20 Tá ið teir komu á borgarlið,

hvítar bjarnir stóðu við.

 

21 Teir venda sínum svørði við,

hvítar bjarnir falla niður.

 

22 Síðani mundu teir rúnir tala,

ormurin fall for teimum í dvala.

 

23 Teir vóru allir for uttan sorg,

ganga nú inn í Heljars borg.

 

24 Har drukku teir í dagar tvá,

kundu ikki Heljars frúva sjá.

 

25 Har drukku teir í dagar tríggjar,

kundu ikki Heljars frúva síggja.

 

26 Ásmundur finnur pá svikasiðir:

“Nú skal bjóða Sjúrða higar.”

 

27 So snart sum Sjúrður boðini fekk,

leysur hann í saðil gekk.

 

28 Sjúrður talar til Nornagest:

“Tú saðla mær Grana, mín góða hest!”

 

29 Gestur mundi honum svara:

“Hvar skalt tú nú, Sjúrður, fara?”

 

30 “Eg fari meg á Ríkaroy

at skoða so fagurt liljumoy.

 

31 Eg fari meg á Ríkaland

at skoða so fagurt liljuvand.”

 

32 “Fert tú teg á Ríkaland,

tá vilt tú hava ein bitran brand.

 

33 Har er bygdur ein grasagarð,

frænarormur liggur har.

 

34 Tá ið tú kemur at borgarlið,

hvítar bjarnir standa við.

 

35 Tá skalt tú venda svørði við,

hvítar bjarnir falla niður.”

 

36 Gestur talar í sama sinni:

“Har drekka mangar kempur inni.

 

37 Har ríður Hildibrand, kempan bold,

 gull ber hann á búgvið skjold.

 

38 Har ríður Virgar, kempan sterk,

gull so hevur hann til merki.

 

39 Tá tykti Ásmund vera stand,

har kom Grím, son Hildibrands.”

 

40 Gestur mælir so fyri sær:

“Sjúrður, eg skal fylgja tær. "

 

41 Tá ið teir komu á skógvin fram,

møtti teimum ein gamlan mann.

 

42 “Hvagar stevnir Sjúrður síni ferð?

Yvri vreiði á teg ger.”

 

43 “Eg fari meg á Ríkaland

at biðja so fagurt liljuvand.

 

44 Eg fari meg á Ríkaroy

at biðja so fagurt liljumoy.”

 

45 “Fert tú teg á Ríkaland,

tá vilt tú hava ein bitran brand.”

 

46 Mimmingur mælir so fyri sær:

“Tú skalt hava svørð frá mær.”

 

47 Sjúrður gjørdist í kinnar reyður:

“At skifta svørði eri eg treyður.”

 

48 Sjúrður mælir av góðum treysti:

“Hetta svørð man sundur bresta.”

 

49 Sjúrður glaður for uttan mein

høgdi tá í harðan stein.

 

50 Ein tungur steinur úr heygnum hvøkk,

svørðið hvørki røkk ei støkk.

 

51 Árla um morgunin, sólin skein víða,

nú sær Ásmundur Sjúrða ríða.

 

52 Ásmundur glaður í sítt sinn,

at vita í hvussu Sjúrður slapp inn.

 

53 Tá ið teir komu at borgarlið,

hvítar bjarnir stóðu við.

 

54 Gestur mælir for munni sínum:

“Sjúrður, vent nú svørði tínum!”

 

55 Sjúrður vendi svørði við,

hvítar bjarnir fullu niður.

 

56 Fyrsta Sjúrður ormin sær,

bæði bøkslir uppi bar.

 

57 Ásmundur smílist undir hjálman reyð:

“Hetta man verða Sjúrðar deyð!”

 

58 Gestur mælir fyri munni sínum:

“Sjúrður, vent nú hesti tínum!

 

59 Tú gev tínum hesti góða ferð,

svørðið yvir høvdi ber!

 

60 Tú ber tá væl títt svørð í hendi,

tá tú tínum hesti vendir!"

 

61 Tá ið hann reið í grasagarð,

svørðið yvir høvdi bar.

 

62 Tá tykti øllum vera undur,

hann kubbaði ormin í miðju sundur.

 

63 Sjúrður altfor uttan sorg

gongur nú inn í Heljars borg.

 

64 Svaraði Ásmundur, hann sat hjá Grím:

“Bið Heljar geva tær dóttur sín!”

 

65 Heljar hann hyggur í brandin dýra:

“Silvi er ikki góð at stýra."

 

66 Heljar hann talar av miklum alvi:

“Silvi hon skal svara sjálv.”

 

67 Har drukku teir í dagar tvá,

kundu ikki Heljars frúvu sjá.

 

68 Har drukku teir í dagar tríggjar,

kundu ikki Heljars frúvu síggja.

 

69 Har drukku teir í dagar fimm,

tá kom Heljars frúva inn.

 

70 Ásmundur mælir so for seg:

“Silvi, vilt tú hava meg?”

 

71 Frúgvin talar ikki eitt orð,

stillisliga hon gekk for borð.

 

72 Stillisliga hon fyri borði gekk,

gull í hennara hári hekk.

 

73 Stillisliga hon fyri borði gongur,

gull í hennara hári hongur.

 

74 "Ásmundur, tú fært ongan tokka,

tí tú hevur manga jomfrú lokkað.”

 

75 Frúgvin spælir við reyðum ringi:

“Tú burdi snart í gálgan hingið!”

 

76 Har drukku teir í dagar fýra,

sóu ei aftur frúnna dýra.

 

77 Ásmundur finnur pá annað ráð:

“Nú skulu allir saman at sláa.”

 

78 Ásmundur mælir so fyri sær:

“Sjúrður, vilt tú koma mót mær?”

 

79 Ásmundur mælir so við list:

“Kanst tú nakað at ríða dyst?”

 

80 Sjúrður svarar honum ann:

"Ein dyst at ríða eg væl kann.”

 

81 Ásmundur høggur til so fast,

 Sjúrður bøtti fyri hvørt hans kast.

 

82 Ásmundur høggur av góðum treysti,

Sjúrður situr á sínum hesti.

 

83 Sjúrður høggur av góðum treysti,

Ásmundur fleyg av sínum hesti.

 

84 Ásmundur fór undir kápu blá,

Sjúrður kundi hann ikki sjá.

 

85 Ásmundur fór í kápu nýggja,

Sjúrður kundi hann ikki síggja.

 

86 Ásmundur fór í jørðina niður,

Sjúrður situr eftir við frið.

 

87 Ásmundur mundi undir jørðini springa,

bakleiðis vildi hann Sjúrða stinga.

 

88 Tá ið Gestur hetta kendi,

snarliga móti Ásmund rendi.

 

89 Ásmundur høggur av góðum treysti,

ikki beit svørð á Nornagesti.

 

90 Tá hildu kempur vera gaman,

Grímur og Virgar bóru saman.

 

91 Virgar høggur til so fast,

Grímur bøtti for hvørt hans kast.

 

92 Grímur aktar ikki slíkt,

hann tók Virgar á spjótið sítt.

 

93 Hann tók Virgar á sítt svørð,

bar hann langt á grøna jørð.

 

94 Grímur mælir so fyri sær:

“Ásmundur, vilt tú koma móti mær?”

 

95 Tá mundi Ásmundur í hjarta grøta,

hann tordi ikki Grími møta.

 

96 Ásmundur finnur pá annað ráð:

“Her býr ein dvørgur skamt ífrá.”

 

97 Hann tonkti at verða teim øllum at deyða:

“Vil skulu taka hans gullið reyða.”

 

98 Teir settu seg á sínar góðu hestar,

teir ríða til dvørgin av góðum treysti.

 

99 Tá ið teir komu á heygin fram,

stórur eldur for innan brann.

 

100 Virgar tók Mimmaring í báðar hendur,

snarliga móti Ásmundi vendi.

 

101 Dvørgurin við so gott eitt veldi

leggur Virgar út á eldin.

 

102 Hildibrand var ein edil mann,

hann tók Virgar av báli fram.

 

103 Dvørgurin tók sær svørð í hand,

rendi móti Hildibrand.

 

104 Tá var Hildibrandur ikki fríður,

dvørgurin kom mót honum at stríða.

 

105 Tá var Hildibrandur ikki blíður,

hann sló dvørgin í grasið niður.

 

106 Dvørgurin tók sína brynju tunga,

rendi móti Grími unga.

 

107 Grímur rendi fyrsta sting,

trý gang vendi hann dvørgin í kring.

 

108 Grímur høgdi til so fast,

beltið av hans miðju brast.

 

109 Tá høvdu kempur virði full,

tóku dvørgins reyðargull.

 

110 Onga stoltsjomfrú Ásmundur vann,

helt so aftur á Seljarland.

 

111 Helt so aftur á Seljarland,

fylgdi honum Grími, son Hildibrands.

 

CCF 63 Ba

TSB E 65

 

Handrit: Koltursbók. Føroyamálsdeildin Nr. 38, s. 79.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 38.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 101

 

Heimild: Úr Koltri: Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908), Koltri 1837.