Skip to main content

Hermundur Grimmarsson

 

CCF 65 B

TSB E 141

 

1 Eina veit eg rímuna,

inni hevur ligið leingi,

gjørd um Hermund Grimmarsson

og aðrar reystar dreingir.

 

2 Hermundur stendur á hallargólvi,

heldur á svørði sínum:

“Gangið og saðlið mær gangaran,

eg vil til risan ríða!”

 

3 Hermundur stendur á hallargólvi,

heldur á svørði stinna:

“Gangið og saðlið mær gangaran,

eg vil risan finna!”

 

4 Út varð loystur gangarin,

sum Hermundur skuldi nú ríða,

hann var prýddur við skarlak

niður á miðal síðu.

 

5 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var prýddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

6 Hann var prýddur við skarlak

niður á miðal síðu,

forgyltur var saðilin,

Hermundur skuldi á ríða.

 

7 Hermundur reið á skógvin út

glaður for uttan sút,

har kom hann at hellisdurum,

risin inni búði.

 

8 Hermundur reið á skógvin burt,

glaður og fróur hann var,

har kom hann at hellisdurum,

risin inni var.

 

9 Síðan tók hann Hermundur

svørðið undir skinn,

gekk hann tá so drístiliga

í risans helli inn.

 

10 Hermundur kom í hellið inn,

siga mær søgur frá,

risin sat í gyltum stóli,

maður á eldi lá.

 

11 Risin situr í gyltum stóli,

maður á eldi liggur:

“Ver vælkomin, Hermundur,

tú skalt ikki lívið tiggja!”

 

12 Risin situr í gyltum stóli,

skeggið flættað í bjøll:

“Mangar havi eg krásir veitt

heim at míni høll.”

 

13 Risin tekur jarnstongina,

av miklum alvi reiggjar,

slerdi eftir Hermundi,

ætlaði hann at sveiggja.

 

14 Risin reiggjar jamstongina,

tað var ikki undur,

slerdi eftir Hermundi,

hon brast í helvtar sundur.

 

15 Risin tekur at gráta tá,

gerst so ilsk og grimm,

Hermundur brá sín bitra brand,

kleyv hann í lutir fimm.

 

16 Hermundur reikar hellið um,

samlar gullið reyða,

har fann hann so væna jomfrú,

hon æt Liljuleyv.

 

17 “Ver vælkomin, Hermundur,

her við miklan vanda,

loys meg út av hellinum

av tí harða bandi!

 

18 Ver vælkomin, Hermundur,

higar nú til mín,

leið meg út av hellinum

av tí hørðu pínu!”

 

19 “Hoyr tað, frúgvin Liljuleyv,

eg loysi teg ikki enn nú!

Vilt tú lova mær lyfti,

at tú skalt vera mín brúður?

 

20 Hoyr tað, frúgvin Liljuleyv,

eg skal teg ikki loysa,

ongan annan javnling tín

uttan meg tú kjósar!”

 

21 “Hoyr tað, besti Hermundur,

her hevur tú mítt ja,

loys meg út av hellinum,

tín brúður verði eg tá!

 

22 Hoyr tú, reysti Hermundur,

her hevur tú mín vilja,

sleppi eg aftur til lívsland,

vil skulu ikki aftur skiljast!”

 

23 Svaraði hann Hermundur

altfor uttan gleim:

“Tað ræður Gud faðir av himmiríki,

vit sleppa til hallar heim.

 

24 Hoyr tú, frúgvin Liljuleyv,

her hevur tú leingi sitið!

Hvøssu komst tú í trøllavald?

Lat meg hoyra gitið!”

 

25 “Eg var riðin á skógvin burt

við mínar moyggjar fimm,

møtti eg tá risanum,

hann tók meg í hellið inn.”

 

26 “Hoyr tað, frúgvin Liljuleyv,

nú skal eg teg loysa,

ongan annan javnlíka

meg til festar kjósa.

 

27 Nú skal loysa Liljuleyv

út av risans høll,

ríða so til garðar heim

yvir dalar og fjøll.”

 

28 Hermundur reið frá hellinum

glaður for uttan sorg,

hann hevði gull á gangarar tveir,

reið frá risans borg.

 

29 Hermundur var glaður

av teirri ferð,

tá ið hann kom har mítt á leið,

møtti hann ein stóran her.

 

30 Hann tók frúnna Liljuleyv,

gullið alt hann vardi,

høgdi so mót herinum,

ongan tá hann spardi.

 

31 Hermundur ríður í herin fram,

tykir einki at bella,

mangan mundi hann deyðan

niður til jarðar fella.

 

32 Hermundur ríður í herin fram

glaður for uttan sút,

mangan mundi hann deyða

og blóðið hava út.

 

33 So høggur hann Hermundur,

blóðið dreiv í ský,

eina vá hann herin allan,

reið so heim í líð.

 

34 Hermundur reið frá herinum

altfor uttan sorg,

hann hevði gull á gangara sínum,

reið so heim í borg.

 

35 Hermundur reið frá herinum

altfor uttan ekka,

vunnið hevði hann herin allan,

heim til hallar at drekka.

 

36 Hermundur reið frá herinum,

gull hevði hann við sær,

av teim hevði hann vunnið tað,

og reið í faðirs garð.

 

37 “Nú havi eg frú til hallar fingið,

kátt við verki kjósað,

hetta er, Hergeiri, dóttir tín,

nú festi eg sprundið ljósa.”

 

38 Svaraði hann Hergeiri

altfor uttan gleim:

“Festa mást tú mína dóttur,

tú flutti hana heim.”

 

39 Tað var hann Hermundur,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longur fresta.

 

40 Lótu tá til brúdleyps ætla

við so mikið meingi,

kom so mangur maður saman

sum fjøður á fuglaveingi.

 

41 Lótu tey til brúdleyps ætla,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið var,

tólv hundrað av hvørji.

 

42 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Hermundur og hans vív.

 

43 Gingu so bæði í eina song

Hermundur og hans vív,

fór so hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

CCF 65 B

TSB E 141

 

Handrit: Kvæðasavn hjá Napoleoni Nolsøe Føroya Landsbókasavn  F IV, vol. II, Nr. 87, s. 217.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 51.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 125

 

Heimild: Úr Streymoy: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1842