Jatvarðs ríma
CCF 71 B
TSB E 40
1 Ein býr jallur í Noregi,
synir eigur hann sær,
annan nevni eg Niklas
og annan Jatvarð.
Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær gróa væl.
2 Einki gjørdi Niklas
uttan sang av síni bók,
og hin ungi Jatvarð,
ið saltrið sló.
3 Og hin ungi Jatvarð,
ið saltrið sló,
møtti frúnni fylgismoy
morgun fyri sól.
4 “Hví vekja tær so snimma,
og hví vekja tær so árla?
Tær hava lítla náttarógv,
sova munnu tær valla.”
5 “Tí vekjum vær so árla,
og tí vekjum vær so snimma,
vári hústrú vatn at taka,
tað eru ørindini.
6 Reyð er hon sum lilja,
tað lysliliga vív,
áður vil hon vaska sær,
enn sólin roðar í líð.
7 Reyð er hon sum lilja,
tað lystiliga sprund,
áður vil hon vaska sær,
enn sólin roðar í lund.”
8 Svaraði hin ungi Jatvarð
í glentari sín:
“Mong er føgur skikkjan,
ið falsk býr undir lín.”
9 “Tú gert ei hennara skikkju spotta,
ei hvat undir býr lín,
líkari var tær, Jatvarð,
at vita allar ættir tínar.
10 Tú gert ei hennara skikkju spotta,
ei hvat undir stár,
líkari var tær, Jatvarð, at vita,
hvør ið tín faðir vá.”
11 Tað var hin ungi Jatvarð,
settist á døkka fold,
tað var mær av sanni sagt,
hann sortnaði sum ein mold.
12 Tað var hin ungi Jatvarð,
lítur seg í eystur:
“Tungt er at vera í vørildini
og vera so ættaleysur.”
13 Ein kom maður á víðan vøll fram,
vegur við eggjateini,
eygað hevði hann eitt í heysi,
knepta brók á beini.
14 “Hoyr tú, ungi Jatvarð,
set teg niður hjá mær,
ættirnar tær tarvt tú
ikki frýggja tær!
15 Nær er hann tín trímenningur,
Ívar hólm,
Guttormur í Hattarbóti,
Pætur landaljóð.
16 Nær er tann tín trímenningur,
Stígar og hann Stavn,
Guttormur í Hattarbóti
og Pætur landaljóði.
17 Kongurin í Spanialandi
brendi hann tín faðir inni,
níggju hundrað í glæstriborg,
og ongum háttri minni.
18 Kongurin í Spanialandi
brendi hann tín faðir á báli,
níggju hundrað í glæstriborg,
tá reystu brøður báðar.
19 Tá ið tú sigur honum
frá Ívari hólm,
enntá man hann vísa tær
á sínar herkonur tólv.
20 Tær blanda tær tað
eitur í vín,
enntá hygg tú, Jatvarð,
at fingurgulli tínum!
21 Tær blanda tær tað
eitur í bjór,
sveitka tekur títt fingurgull,
tað rodnar sum eitt blóð.”
22 “Honum vildi eg givið míni
góðu gráu skinn,
ið mær vildi borið boðini
fyri Ívar hólm inn.”
23 “Hav tú sjálvur tíni
góðu gráu skinn,
eg vil bera tær boðini
fyri Ívar hólm inn.”
24 Uti í miðjum grasgarði
akslar hann sær skinn,
og so búgvin gongur hann
fyri Ívar hólm inn.
25 “Sit væl, ungi Ívar hólm,
drekkur mjøð og vín,
úti stendur Jatvarð,
so tarvligur er hann tín.”
26 Svaraði ungi Ívar hólm,
drekkur mjøð av skál:
“Hvat er unga Jatvarði
til neyðindarmál?”
27 “Tað er unga Jatvarði
til neyðsynjarmál,
kongurin í Spanialandi
brendi hans faðír á báli.
28 Kongurin í Spanialandi
brendi hans faðir á báli,
níggju hundrað í glæstriborg,
tá reystu brøður báðar.”
29 Tað var ungi Ívar hólm,
sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.
30 So letur hann Ívar hólm
byggja skipin sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.
31 Og so letur hann Ívar hólm
byggja skipin stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.
32 Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strykar ei á bunka niður
fyrr enn við Spanialand.
33 Tá ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á so hvítan sand.
34 Letur hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ívar hólm
sínum fótum á land.
35 Fyrstur steig hann Ívar hólm
sínum fótum á land,
og hin ungi Jatvarð
upp undir hans høgru hand.
36 Uttarliga at durunum
har gistu teir við list,
innar gongur Ívar hólm,
biður teir vita vist.
37 Innar gongur Ívar hólm,
biður tá vita vist,
eftir spurdi Spanialands kongur,
hvar ið teir høvdu gist.
38 “Gistum vær tann boðafart,
so tann breiða fjørð,
vær vistum ei, hvørt tað var
himmal ella jørð.
39 Gistum vær tann boðafart
heima á vár garð,
tá ið vær drukkum ervi
eftir føður Jatvarðs.”
40 Tí svaraði Spanialands kongur,
lítíð at tí ló:
“Líkt er hatta orðum hans
Ívar hólm.”
41 Tá ið hann segði honum
frá Ívari hólm,
enntá mundi hann vísa honum
á sínar herkonur tólv.
42 Tær blanda honum
tað eitur í vín,
enntá hyggur Jatvarð
at fingurgulli sínum.
43 Enntá hyggur Jatvarð
at fingurgulli góð,
sveitka tekur tað fingurgull,
tað rodnar sum eitt blóð.
44 “Enntá er tað siður
heima á vár garð,
sjálv tað skalt tú, ríka frú,
drekka skálum av!”
45 “Ríkur ert tú, riddarin,
skortar tú ei fæ,
tað verður ikki, meðan eg lívi,
eg drekki vín við tær.”
46 Svaraði hin ungi Jatvarð,
smílir undir lín:
“Enntá skalt tú drekka
fyri báðum eygum mínum.”
47 Tað gjørdi hann Spanialands kongur
í tað fyrsta mein,
sendi lítlan njósnara
í kvinnustovu heim.
48 Svaraði hin ungi Jatvarð,
smílir undir skinn:
“Tú skalt ikki boðini bera
fyri Spanialands kongin inn.”
49 Tað var hin ungi Jatvarð,
við sínum svørði brá,
hann kleyv lítin njósnara
sundur í lutir tvá.
50 Tað var hin ungi Jatvarð,
við sínum svørði brá,
hann kleyv allar herkonur
sundur í lutir tvá.
51 “Hoyr tað tú nú, Spanialands kongur,
eg tali nú til tín:
hvat havi eg í bøtur tikið
eftir sæla faðir mín?”
52 Tí svaraði Spanialands kongur,
lítið at tí ló:
“Tú fært ikki so mikið
sum sólar av mínum skó.”
53 Ei var mjúkur kongafundur,
ei ló alt í senn,
eingin visti av at siga,
fyrr enn svørðið stóð í tenn.
54 Ei var mjúkur kongafundur,
ei ló alt í hóvi,
eingin visti av at siga,
fyrr enn kongur fleyt í blóði.
55 Eg sá koma tógvar menn
sunnan eftir høll,
droyradrigin vóru teirra
herklæði øll.
Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær gróa væl.
CCF 71 B
TSB E 40
Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [8].
Útgávur:
1. V.U. Hammertshaimb: Færøsk Anthologi I, 1891 s. 85
2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band III, Teil 1, s. 136.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 127.
Heimild: Úr Suðuroy: Peder Poulsen, Pætur við Á (1803-1867), Øravík, 1847.