Skip to main content

Jústinjals kvæði

 

CCF 73 B

TSB E 107

 

Fyrsti táttur

 

87 Tað er riddarin Jústinjall,

sínum svørði brá,

síðan kleyv hann Sjúrð hin unga

sundur í lutir tvá.

 

88 Betur hevði hann sitið á Girtlandi,

ei verið so fúsur til orða,

tað er satt, ið talað er,

fátt skal feigum forða.

 

89 Tað var riddarin Jústinjall

aftur í herin vendi,

tað var mær á sanni sagt,

hann mangan sveitan rendi.

 

90 Feldi niður for Sjúrð keisara

væl hundraði tólv,

einsamallur Sjúrður keisar

á grønum vølli stóð.

 

91 “Førum okur til hallar heim,

gull millum okur skifta,

eg veit ikki mætari manni

mína dóttur gifta.”

 

92 Jústinjall stendur á grønum vølli,

svarar eitt orð for sær:

“Nú skal eg ekta tína dóttur,

eg takki slætt ikki tær.”

 

93 Tí svaraði Sjúrður keisar

av tí tunga stríði:

“Siga skalt tú mær, hin unga kempa,

allar ættir tínar.”

 

94 “Landrus kongur mín sæli faðir,

frú Óluva var mín móðir,

Ásmundur í Húnalandi

er mín sæli bróðir.

 

95 Tá ið eg stýrdi hjá Álvi kongi

tann bratta bylgjan blá,

tá var mær á sanni sagt,

tá var eg trettan ár.

 

96 Tá ið eg stýrdi hjá Álvi kongi,

tá Álvur kongur læt lív,

hetta er mín hin tólvta ferð,

nú vinni eg tað væna vív.”

 

97 Tað var riddarin Jústinjall,

fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Kristina

til ektar festi sær.

 

98 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Jústinjall og hans vív.

 

99 Tað var riddarin Jústinjall,

reyðargull bar á hand,

síðan fylgdi hann Gormundi kongi

niður til sjóvarstrand.

 

100 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

101 Tað var riddarin Jústinjall,

reyðargull bar á hand,

síðan fylgdi hann Brandar sterka

niður til sjóvarstrand.

 

102 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Bretland.

 

103 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Brandar sterki

sínum fótum á land.

 

104 Fyrstur steig hann Brandar sterki

sínum fótum á land,

tá var Hildibrand, faðir hans,

riðin niður til strand.

 

105 Tí svaraði Hildibrand,

sær bar gull á hand:

“Hvar er Elvar, bróðir tín,

hann leyp ikki fyrstur á land?”

 

106 Tí svaraði Brandar sterki,

kundi sær mál væl skilja:

“Deyðan sigi eg bróður mín,

ilt er satt at dylja.

 

107 Hoyr tú, mín hin sæli faðir,

hvat ið eg tali til tín,

tað er riddarin Jústinjall,

hevur fest tað væna vív!”

 

Annar táttur

 

108 Nú skal taka upp annan tátt,

lata handa fara,

um hann Ring hin sterka

oman av Miklagarði.

 

109 Ringur er á leikvølli,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

110 [Lücke]

 

111 Svaraði ein av sveinunum,

stóð honum skamt ífrá:

“Best veitst tú við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á.

 

112 Best veitst tú við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á,

hevur tú hoyrt, at Sjúrður keisar

væna dóttur ár?

 

113 Men hoyr tú, Ringur, kongins son,

hvat ið eg tali til tín,

tað er riddarin Jústinjall

hevur fest tað væna vív.”

 

114 Ringur gongur for faðir sín,

fellur for hann í knæ:

“Eina bøn, ið eg teg biði,

faðir, veit tú mær!

 

115 Hoyr tú, mín hin sæli faðir,

hvat ið eg sigi tær,

eg skal mær til Sakslanda,

tú skalt fylgja mær!”

 

116 “*Líkt komst tær at hyggja upp,

tagað hevur tú leingi,

Jústinjall hevur av lívi tikið

so mangar raskar dreingir.

 

117 Hoyr tú, Ringur, sonur mín,

hvat ið eg sigi tær,

far tær ikki til Sakslanda,

og ikki fylgi eg tær!”

 

118 Ringur snúðist av hallini út,

tók tey orð við vreiði:

“Tó skal eg til Sakslanda,

eg komi ikki aftur meiri.

 

119 Lítið hirði eg um kongins vreiði,”

so ræður Ringur at svara,

“hoyr tú, Gyrðin, bróðir mín,

tú skalt við mær fara!”

 

120 So letur Ringur kongins son

síni skipin búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

121 ræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í toppi.

 

122 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

123 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land.

 

124 Fyrst steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land,

og hann Gyrðin, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

125 Ringur gongur frá strondum niðan,

var hann við ærum klæddur,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

hann var fyri ongum ræddur.

 

126 Uppi í miðjum grasgarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

127 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Sjúrður keisar á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

128 Ringur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Sjúrður keisari,

gev mær dóttur tína!”

 

129 Leingi tagdi Sjúrður keisari,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Ringi unga

hánligt andsvar fá.

 

130 “Eg havi givið henni mannin tann,

væl kann fyri henni ráða,

kemur tú í ferð við hann,

tá stendur títt lív í váða.

 

131 Eg havi givið henni mannin tann,

væl kann fyri henni stýra,

kemur tú í ferð við hann,

tá manst tú lívið týna.”

 

132 Svaraði Ringur, kongins son:

“Nú man tað so vera,

eg skal hann av lívi taka,

Kristin frilla vera.”

 

133 Svaraði Ringur, kongins son,

fyri breiða borði gongur:

“Jústinjall, gev mær Kristina,

eg biði teg ikki longur!”

 

134 Svaraði riddarin Jústinjall,

illa kundi hann tiga:

“Skammast tú ikki, ungi maður,

annans konu at biðja?”

 

135 Svaraði Ringur, kongins son:

“Nú man tað so vera,

eg skal teg av lívi taka,

Kristin frilla vera.”

 

136 Svaraði riddarin Jústinjall,

hann lýtur upp at hyggja:

“Ei skal frúin Kristin

við frillunavni sitja.”

 

137 Ringur leyp um borðið upp,

Jústinjall skuldi vega;

Valdimar hendur á svørðið tók:

“Tú vinn ikki frúnni trega!”

 

138 Jústinjall loypur úr stóli fram,

mongum vekir hann sút,

øvigur snúðist Ringur ungi

av hallardurum út.

 

139 Ringur rópar í hallina út,

mikil var mannatrongd,

feldi meir enn hundrað mans,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

140 Roðin settist á himmalin upp

í tí grima vígi,

Ringur og riddarin Jústinjall

møttust teir í stríði.

 

141 Ringur og riddarin Jústinjall,

møttust teir í móti,

so glumdu á jørðini,

sum tú kastar gróti.

 

142 Tað var riddarin Jústinjall,

inn í herin vendi,

sparar hann ei sín gylta lúður,

hann mangan sveita hendi.

 

143 Feldi niður for Ringi unga

væl hundraði tólv,

einsamallur Ringur ungi

á grønum vølli stóð.

 

144 Tað var riddarin Jústinjall,

sínum svørði brá,

síðan kleyv hann Ring hin unga

sundur í lutir tvá.

 

145 Boðini komu til Miklagarða,

gott er at taka til evna:

“Falnir eru báðir tygra synir,

um tú vilt tað hevna.”

 

146 Hann letur nú sanka fólkið saman

av trimum konga landi,

sigla so til Sakslanda,

tá var ikki sjógvur á grandi.

 

147 Møttust teir í havinum,

tá var ikki sjógvur á grandi,

Haraldskjøldur á Miklagarði,

Ringur av Írlandi.

 

148 Jústinjall situr í hásæti,

tóktist vera komin í vanda:

“Deytt er alt mítt besta fólk,

eg kann honum einki bestanda.”

 

149 Svaraði frúgvin Kristin:

“Nú man tað so vera,

nú skal lata boðini

til Húnalanda gera.

 

150 Nú skal lata boðini

til Húnalanda gera

eftir Ásmundi, bróður tínum,

nú skal tað so vera.

 

151 Valdimar, far til Húnalanda,

legg tað væl í minni,

ongan skalt tú søtan sova,

fyrr enn tú Ásmund finnur!”

 

152 Út varð leiddur gangarin

undir hallarvegg,

hann var klæddur við skarlak

niður á hóvskegg.

 

153 Hann var klæddur við skarlak

niður á miðal síðu,

so var allur saðilin,

ið Valdimar skuldi á ríða.

 

154 Valdimar leyp í saðilin upp

yvir leysum loga,

studdi seg hvørki við skjøld ella svørð,

og ei við saðilbuga.

 

155 Tað var junkarin Valdimar,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Ásmundur

fyri honum stóð.

 

156 “Ver vælkomin, junkarin Valdimar,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

157 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvæl minni um vín,

nú skal hann koma, Haraldskjøld,

at hevna synir sínar.

 

158 Tað er hann Jústinjall, bróðir tín,

nú er hann komin í vanda,

deytt er alt hans besta fólk,

hann kann honum einki bestanda.”

 

159 So letur hin ungi Ásmundur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

160 So letur hin ungi Ásmundur

byggja skipini sín,

letur nú laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

161 Bræddar hevði hann brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

162 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

163 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig ungi Ásmundur

sínum fótum á land.

 

164 Fyrstur steig ungi Ásmundur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans høgru hond.

 

165 Uppi í miðjum grasgarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

166 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Jústinjall á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

167 “Ver vælkomin, Ásmundur, bróðir mín,

higar nú til mín,

nú skal hann koma, Haraldskjøld,

at hevna synir sínar!”

 

168 “Bjóð tú honum tað blanka silvur,

so tað gullið reyða,

tað skal hann í bøtur taka

eftir teirra deyða.”

 

169 Vinda teir upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

170 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Haraldskjøld

sínum fótum á land.

 

171 Fyrstur steig hann Haraldskjøld

sínum fótum á land,

og hann Ringur, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

172 Haraldur gongur frá strondum niðan,

var hann við ærum klæddur,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

hann var fyri ongum ræddur.

 

173 Uppi í miðjum grasgarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

174 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Jústinjall á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

175 “Ver vælkomin, Haraldskjøld,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

176 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvæl minni um vín,

hvat havi eg í bøtur tikið

eftir sælar synir mínar?”

 

177 “Eg bjóði tær tað blanka silvur,

so tað gullið reyða,

tað skalt tú í bøtur taka

eftir teirra deyða.”

 

178 “Tað verður ei tann skrúður skorin,

ei tað gullið reyða,

ið eg leggi á mín kistubotn

eftir teirra deyða.

 

179 Tað verður ei tann skrúður skorin,

ei tað hvíta lín,

ið eg leggi á mín kistubotn

eftir sælu synir mínar.”

 

180 Svaraði keisarin Jústinjall,

illa kundi hann tiga:

“Skammast tú ikki, tú sendi hann út

annans konu at biðja?”

 

181 “Hoyr tú, keisarin Jústinjall,

eg sigi tær satt ífrá,

eg havi ikki sent hann út,

hann fór av sjálvs síns ráð!”

 

182 Haraldur leyp um borðið upp,

Jústinjall skuldi vega,

Valdimar hendur á svørðið tók:

“Tú vinn ikki frúnni trega!”

 

183 Tað var hin ungi Ásmundur

snarliga hann sær vendi:

“Drepur tú Jústinjall, bróður mín,

tú skalt kenna mínar hendur.”

 

184 Jústinjall loypur úr stóli fram,

mongum vekir hann sút,

*øvigir snúðust brøður tveir

so frægir av hallini út.

 

185 Hopaðu teir av hallini út,

so mikil var mannatrongd,

teir feldu meir enn hundrað mans,

ruddu fyri sær gongd.

 

186 Tað var keisarin Jústinjall,

inn í herin vendi,

sparar hann ei sín gylta lúður,

vegur á báðar hendur.

 

187 Sparar hann ei sín gylta lúður,

mangan sveita rendi,

tað var Ásmundur, bróðir hans,

móti honum vendi.

 

188 Teir høgga títt, teir líva lítt,

av bar barnagaman,

eldur rýkur av svørðunum,

tá ið eggir bóru saman.

 

189 Teir høgga títt, teir líva lítt,

lata ikki stríðið lina,

høgga so fast á báðar hendur,

klúgva tað stálið stinna.

 

190 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól *til viðar rann.

 

191 So høggur hann Ásmundur

fast av miklum móði,

ikki visti Jústinjall av,

fyrr enn heitt rann honum blóðið.

 

192 Tað var keisarin Jústinjall

hann vildi ikki fíra,

hann høgg niður av Ásmundi

hjálmin tann hin dýra.

 

193 Svaraði hin ungi Ásmundur,

tá hjálmurin losnar av bondum:

“Slíkar havi eg ongar vegið

fyri mínum hondum.”

 

194 Tað var keisarin Jústinjall,

hugsar hann so við sær:

“Skal hetta vera bróðir mín,

ið dvørgurin spáddi mær?”

 

195 Svaraði keisarin Jústinjall

av tí tunga stríði:

“Siga skalt tú mær, hin unga kempa,

allar ættir tínar.”

 

196 “Landrus kongur mín sæli faðir,

Óluva var mín móðir,

tað var keisarin Jústinjall,

hann er mín sæli bróðir.”

 

197 “Var Landrus kongur tín sæli faðir,

frú Óluva var hans móðir,

hetta er keisarin Jústinjall,

eg eri tín egin bróðir.”

 

198 Tað var keisarin Jústinjall,

aftur í herin vendi,

sparir hann ei sín gylta lúður,

mangan sveitan rendi.

 

199 Feldi niður for Haraldskjøld

væl hundraði tólv,

einsamallir brøður tveir

á grønum vølli stóðu.

 

200 Feldi niður for Haraldskjøld

alt hans valdra lið,

sjálvar tá á hondum tók,

teimum gav Jústinjall grið.

 

201 Tað var keisarin Jústinjall,

reyðargull ber á hond,

síðan fylgdi hann Haraldskjøld

niður til sjóvarstrond.

 

202 Tað er keisarin Jústinjall,

reyðargull ber á hond,

síðan Ásmundi bróður sínum

fylgdi niður til strond.

 

Triði táttur

 

203 Brandar var á leikvølli,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

204 Svaraði ein av sveinunum,

stóð honum skamt ífrá:

“Best veitst tú við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á.

 

205 Best veitst tú við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á,

hevur tú hoyrt, at Gormund kongur

væna dóttur ár?

 

206 Hevur tú hoyrt, at Gormund kongur

væna dóttur ár?

Tókti mær vera tín javnlíka,

kundi tú hana fá.”

 

207 Brandar gongur for faðir sín,

leitar við hann ráð:

“Hvar veitst tú so fárlig[t] fljóð,

ið mær er sámi at fáa?”

 

208 “Hoyr tað, mín hin sæli sonur,

hví spyr tú tað so?

Best veitst tú við sjálvum tær,

hvør ið tín stár hugur á.”

 

209 “Gormund kongur dóttur eigur,

sveinar siga frá,

hana tókti mær vera sámiliga,

kundi eg hana fáa.”

 

210 “*Líkt komst tær at hyggja upp,

tagað hevur tú leingi,

Gormundur hevur av lívi tikið

so mangar raskar dreingir.

 

211 Hoyr tú, mín hin sæli son,

hvat ið eg sigi tær,

far til keisaran Jústinjall,

tú bið hann fylgja tær!”

 

212 So letur Brandar, kongins son,

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

213 So letur Brandar, kongins son,

byggja skipin sín,

letur nú laða [í] bæði borð

virtur og so vín.

 

214 Bræddar hevði hann brandar,

og skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

215 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

216 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Brandar, kongins son,

sínum fótum á land.

 

217 Fyrstur steig Brandar, kongins son,

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans høgru hand.

 

218 Uppi í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

219 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Jústinjall á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

220 “Hoyr tú, keisarin Jústinjall,

hvat ið eg biði teg,

eg skal mær til Írlanda,

tú skalt fylgja meg!”

 

221 Tað var frúgvin Kristin,

andaði í hans munn,

myntist við keisarin Jústinjall,

henni var svikum kunn.

 

222 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

223 Sveinur var á skógum staddur,

goymt hevði smalur og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vilja leita.

 

224 Síðan akslar kápu blá,

hann gongur í kongins høll:

“Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tit eru øll.

 

225 Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tit eru øll,

eg síggi skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

226 “Sært tú skip eftir havi koma,

takt við handalín,

vera man keisarin Jústinjall,

kemur at vitja mín.”

 

227 Kongurin gongur á grasgarði

[við] trega og tunga sút,

rammar ristir hann rúnirnar,

sendir í havið út.

 

228 So vóks tann hin stóra alda,

illgerð mátti kalla,

meðan stýrdi Brandar sterki,

tá tók knørr at halla.

 

229 Upp leyp riddarin Jústinjall

við sín lætta fót,

so stýrdi hann teirri stóru knørru,

hann vendi henni upp ímót.

 

230 Jústinjall tekur sítt rúnarkelvi,

kastar út á sjógv,

ikki mátti illgerning vaksa,

slætnaði sum fyri lógv.

 

231 Jústinjall tók sítt rúnarkelvi

og kastaði út for borð,

ikki mátti illgerning vaksa,

magnaði vóru hans orð.

 

232 Kasta síni akkerini

á so hvítan sand,

fyrst steig keisarin Jústinjall

sínum fótum á land.

 

233 Fyrstur steig keisarin Jústinjall

sínum fótum á land,

og hann Brandar, kongins son,

undir hans høgru hand.

 

234 Og hann Brandar, kongins son,

undir hans høgru hand,

tá var hin ungi Gormund kongur

*riðin til sjóvarstrand.

 

235 “Ver vælkomin, keisarin Jústinjall,

higar nú til mín,

lidnir eru sjey vetrar,

síðan eg væntaði tín!”

 

236 Svaraði keisarin Jústinjall,

stóð klæddur í hvíta lín:

“Hetta er Brandar, kongins son,

gev honum dóttur tína!”

 

237 Tí svaraði Gormund kongur,

sló tað í ein gleim:

“Ver vælkomin, keisarin Jústinjall,

vit førum til hallar heim!

 

238 Í mínum garði stendur ein borg,

takt við dýrar steinar,

har skalt tú Jústinjall inni sova

við allar tínar sveinar.”

 

239 Falsarin tann mjøðin skeinkir

teimum aftur í vín,

fyrstur sovnaði Jústinjall

fram úr sessi sínum.

 

240 So skeinkir hann falsarin

mjøðin inni í høll,

fyrstur sovnaði Jústinjall,

síðan hirðin øll.

 

241 Falsarin gongur for Gormund kong,

sigur honum frá:

“Nú svevur keisarin Jústinjall

við alt tað lið, hann ár.”

 

242 Gormundur biður falsaran

leggja eld í borg:

“Fyrr unti *mær Jústinjall

tregan og tunga sorg.”

 

243 Aftur mintist falsarin,

hvat verið hevði fyrr,

legði eld í borgina,

stokkar fyri dyr.

 

244 Fyrstur vaknaði Jústinjall,

klappar saman hendur:

“Sova tykur nú longur inni,

so eru allir brendir.”

 

245 Svaraði keisarin Jústinjall:

“Eg havi verið í leikum,

takið várar reyðu skildrar,

berið borg av *neipum!”

 

246 Dreingir gingu á hallargólvi,

braka tók í høll,

hevði borgin staðið við,

*tað var sær inni bjøll.

 

247 Dreingir gingu í *hallarkálva,

øllum tókti undur,

borgin brast í tógvar lutir,

*neipir gingu sundur.

 

248 Tað var keisarin Jústinjall,

letur væl av tí sýna,

hann kom út á grønan vøll

við allar dreingir sínar.

 

249 Svaraði keisarin Jústinjall

fyrsta orðið tá:

“Tað skal standa stríð í dag,

um enn eg liva má.”

 

250 Svaraði keisarin Jústinjall,

kátur for uttan vanda:

“Hoyr tú, Brandar, kongins son,

tú skalt hjá mær standa!”

 

251 Árla var um morgunin,

áðrenn upp rann sól,

tá hevði hann Gormund kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

252 Tá hevði hann Gormund kongur

brynjað út hundrað tólv,

Jústinjall við sínum liði

hann reið sær ímóti.

 

253 Tað var keisarin Jústinjall,

inn í herin rendi,

sparir hann ei sín gylta lúður,

hann mangan sveitan rendi.

 

254 Feldi niður for Gormund kongi

væl hundraði tólv,

einsamallur Gormund kongur

á grønum vølli stóð.

 

255 Tí svaraði Gormund kongur:

“Eg vil berjast enn,

riðið mær til hallar heim,

fáið mær fleiri menn!”

 

256 Tí svaraði Gormund kongur,

[úr] skjúrtu vindur hann sveita:

“Nú eru eingi onnur ráð

enn Óðin á at heita.

 

257 Við kropp og sjel [og] búk og bein,

tað vil eg tær geva,

drepur tú tann hin sterka her

og skilur meg við tann trega.”

 

258 Ein kom maður á vørild fram,

eingin ið hann kendi,

eygað hevði hann eitt í heysi,

menskan boga í hendi.

 

259 Ein kom maður á vørild fram,

høvdið er so ball,

eitt er hár á hasum dára,

toppur í *miðjum kalli.

 

260 Óðin fór um jørðina snart,

dvaldist ikki leingi,

píla feyk av hans hvørji fjøður,

hann feldi raskar dreingir.

 

261 Jústinjall ríður í herin fram,

nógv eigur gull til fía:

“Tað er mín hin størsta skamm,

eg fái hann ikki at síggja.”

 

262 Jústinjall ríður í herin fram,

ongum gevur hann grið,

mælir hann tá til sínar menn:

“Setið nú tykur niður!”

 

263 Brandar tokar í herin fram,

tók seg ikki til vara,

ein kom pílan for hans bróst,

deyður fell hann til jarðar.

 

264 Jústinjall stendur á grønum vølli,

svarar eitt orð for sær:

“Bannaður veri tú, Gormund kongur,

hetta voldi tú mær!”

 

265 Roðin settist við himmalin upp

í tí grima víggi,

Óðin og keisarin Jústinjall

møttust teir í stríði.

 

266 Tað var keisarin Jústinjall,

hann vildi sær ikki líva,

so høggur hann á Óðin kong

og í jørðina at dríva.

 

267 Hann kleyv av honum oyrað hálvt,

kjøt og kjálkafillu,

svaraði Óðin nasagrái:

“Nú gerast leikir illir.”

 

268 Óðin stoyttist í jørðina niður

undir vørildar tónan:

“Tær gevi eg nú, Jústinjall,

sigur og allan sóma.”

 

269 Tá ið Gormundur hetta sá,

hann vildi ikki undan flýggja,

so fleyg hann í luftina

og eitur vildi spýggja.

 

270 Tað var keisarin Jústinjall,

hann sínum svørði brá,

síðan kleyv hann Gormund kong

sundur í lutir tvá.

 

271 “Her liggur tú, Gormund kongur,

mikil vart tú við tær,

enn eri eg í lívinum,

tó tú vildi brenna meg.”

 

272 Jústinjall stendur á grønum vølli

við so mangan mann,

hann gav Valdimar systur sína,

við henni Girtland.

 

273 Jústinjall siglir til Sakslanda,

sum sigist í hesum tátti,

Valdimar settist í ríki tað,

ið Gormund kongur átti.

 

274 Mangar rímurnar gjørdar eru

um mangar heltar ríkar,

Jústinjall og bróðir hans

eingin var teirra líki.

 

275 Kvøðið havi eg hetta kvæði,

eg fari tað ikki at venda,

hetta kalli eg Jústinjals kvæði,

nú er kvæðið endað.

 

CCF 73 B

TSB E 107

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [8].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 154.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 178.

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter  (1771-1851), Vági.