Skip to main content

Sjúrður konungsson

 

CCF 88 B

TSB E 69

 

1 Ungur maður í hallina gongur,

bæði vænur og fríður,

øllum tykir kappan vera

vreiðan og ikki blíðan.

 

Konungssons snekkjan

hon gár væl fram.

 

2 Sjúrður gongur at borðinum,

sum kongurin fyri sat,

hann tekur til bæði øl og mat

og tømir fullvæl fat.

 

3 So vankar í hornakøstum,

drykkir í dreingja tølum,

teir tóku upp stórar djúrknútur

og hilmar á at føra.

 

4 Sjúrður tók upp djúrknútur,

vóks honum á tí grimd,

á tí sama kvøldinum

tá lógu á gólvi fimm.

 

5 Sjúrður tók upp djúrknútur,

vóks honum á tí hól,

á tí sama kvøldinum

tá lógu á gólvi tólv.

 

6 Á tí sama kvøldinum

tá lógu á gólvi tólv,

og tað var mær av sonnum sagt,

um kálvan vóð hann blóð.

 

7 “Hoyr tað, tú hin ungi maður,

eg sigi tær satt ífrá,

tú skalt toga tráður um eld

og royna svá roysni á!”

 

8 Og tað var Sjúrður konungsson,

hann ráddi at báli at ganga,

hann sá sær til vinstru hendi

tvinnar vásir standa.

 

9 Teir fingu Sjúrði sterkar húðir

og reystar rakkar tvá,

tað gjørdi hann á skamri stund,

hann koyrdi teir báðar á bál.

 

10 So vankar í hornakøstum,

rymur í borgum víða,

Sjúrður og hann Bregin skál

teir skulu til saman hvíla.

 

11 Bregin so til orða tekur:

“Gott er at taka til evna,

sig mær navn og eiti títt,

og hvussu skal eg teg nevna?”

 

12 “Sjúrður ið eg eiti,

og óloynt er mítt navn,

Fríðin hevur fostrað meg

og Tróndins konu barn.”

 

13 Bregin so til orða tekur:

“Vær skulu so giftum stýra,

lat ikki kongin vita tað,

og ei hans dreingir dýrar!

 

14 Og Tórir hundur byggir heyg,

og trøll er hann av alvi,

har eru stórar gullkistur

og borð við búnum talvi.”

 

15 Seggir ríða heyggin at bróta,

eg sigi tær satt ífrá,

har var alt á morgni grógvið,

í kvøld kemur royvið á.

 

16 Kongurin reið undir heyggin fram

og sítt lið vildi hann kanna,

hann fann undir heygginum deytt

og væl fimm hundrað manna.

 

17 Og sá er sællur í vørildini,

ikki hittar í vanda,

Sjúrður er gingin á jólanátt

og fram for heyggin at standa.

 

18 Sá er sællur í vørildini,

ikki hittar í treyt,

Sjúrður er gingin á jólanátt,

tá ið dreygurin var burtur av breyt.

 

19 Hann tekur nú stórar jarnfestur,

sum har vóru bornar í heyg,

hann fyllir í stórar gullkistur,

hann óttast nú einki for dreyg.

 

20 Saman sígur heyggjurin,

tá gjørdist meira neyð,

Sjúrður tekur til jarnfestur,

hann aktar at tala við dreyg.

 

21 “Hoyr tað, Sjúrður konungsson,

tær man eingin líva,

eg vil teg við mínum  greivum

kykan sundur ríva!”

 

22 “Tú skalt meg ei við tínum greivum

kykan sundur ríva,

fyrri skulu vit roysni royna,

hvat ið Bentan hon kann bíta.”

 

23 “Vilt tú kistur hiðan føra,

heilar á rósin lívið,

játta mær tað væna vív,

tú ansar tínum lívi.”

 

24 Sjúrður so til orða tekur,

nú er tað at vátta:

“Gev mær lív av heygginum út,

og moynna vil eg tær játta.”

 

25 Risin so til orða tekur,

trýstar honum á alvi:

“Eg gevi tær til morgungávu

borð við búnum talvi.”

 

26 Risin so til orða tekur,

mælir á tungu inna:

“Attunda náttin hon er nevnd,

og tá skulum vær finnast.”

 

27 Sjúrður fór til hallar heim,

fróur í huga full,

honum fylgdi erlan øll

og skygt við 'Hielmara' gull.

 

28 Úti í miðjum grasgarði

tá akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

29 Sjúrður gár í hallina inn,

hann setir talv á borð,

kongurin situr í hásæti,

hann talar ikki eitt orð.

 

30 Kongurin og so hirðin øll,

ið hetta roysni rómar:

“So er eingin higar komin

við slík ein sigur og sóma.”

 

31 Sjúrður so til orða tekur,

nú er tað at velja:

“Eg var staddur í Tóris heyg,

og har læt eg teg selja.

 

32 Eg var staddur í Tóris heyg

og talaði við Tóri hund,

eingin letur lívið sítt,

fyrr enn komin er evsta stund.”

 

33 Frúnni stakk tá grátur upp

av so tungum stríði:

“Fyri slíkar høvdingar

tað vildi eg látið lívið.”

 

Konungssons snekkjan

hon gár væl og fram.

 

CCF 88 B

TSB E 69

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 350

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 17

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter (1771-1851), Vági