Skip to main content

Kongurin út í Spann

 

autocad 2000 software buy importing poser to autodesk buy autocad land desktop 2008 autocad drawing properties to windows explorer autodesk actrixCCF 93 B 

TSB E 43 

 

(“Skjáldmann kongur í Spann”) 

 

1 Eina veit eg rímuna, 

inni hevur ligið leingi, 

Skallurin býður til kvøldarleik,  

rímar um reystar dreingir. 

 

2 Frægur føddur á Fraklandi,  

hann festi sær konu mæta,  

gat við henni ungan son,  

fátt man slíkum sæta. 

 

3 Hann fór frægur í orlogsferð 

alt fyri uttan gleim, 

allir vendu hestum við, 

men hann kom ikki heim. 

 

4 Hann fór frægur í orlogsferð, 

har læt hann sítt lív, 

aftur kom maður á kvøldmálum 

at biðja tað væna vív. 

 

5 Tað er enn, sum ofta er,  

tað dimmir í grønari lund,  

har kom maður á kvøldmálum 

at biðja tað væna sprund. 

 

6 Tey vóru ikki leingi saman,  

til tey gótu svein,  

hann var á góðum stundum gitin,  

so var hann borin í heim. 

 

7 Frúgvin læt seg við barni ganga 

níggju mánar taldar, 

til at hennara stund[um] leið, 

hon føddi ein svein so baldan. 

 

8 Frúgvin læt seg við barni ganga  

níggju mánar sínar,  

til at hennara stundum leið,  

hon føðir ein svein so fínan. 

 

9 Tað er enn, sum oftum var,  

dult er *døpult mein,  

frúgvin er gingin í høgaloft,  

hon føðir ein ungan svein. 

 

10 Sveipar hon hann í klæði væl,  

komin til góðar at evna,  

síðan læt hon presti bera,  

Tíðrik bað hon nevna. 

 

11 Sveipar hon hann í klæði væl, 

væl skal ríkum falla, 

síðan læt hon presti bera, 

Tíðrik bað hon kalla. 

 

12 Barnið varð borið frá kirkju heim  

aftur for móður sín,  

meiri læt hon røkta tað,  

enn alt sítt gull í skrín. 

 

13 Barnið varð borið frá kirkju heim 

aftur for móður song, 

meiri læt hon røkta tað 

enn alt sítt gull og lond. 

 

14 Vuksu upp í ríkinum  

báðir á eini høll,  

Herint vappar villur á fold,  

men Tíðriki untu øll. 

 

15 Leiktu teir á hallargólvi,  

mong eru dømin ónd,  

Tíðrikur fell á grúgvu fram,  

og hann fekk mein í hond. 

 

16 Tíðrikur gár for faðir sín,  

staddur av illum verki:  

"Meg hevur bróðir mín felt til jørð,  

tí beri eg blóðismerki." 

 

17 Hann tók upp ein rísakveistur, 

letur ivri kenna, 

kvistaði Herint á holdið mjúkt, 

so blóð tók um at renna. 

 

18 Herint snúðist av hallini út, 

hann bar tár á kinn, 

og so búgvin gongur hann 

fyri sína móður inn. 

 

19 "Eg eri stoyttur og stúpaður  

og sipaður út á dyr,  

Tíðrikur yngri og fjølgaður betri,  

eg kom í heimi fyrr."  

 

20. "Faðir tín so ríkur maður, 

hann vil teg lata læra, 

Tíðrikur ungur á aldri er, 

hann kann ikki við at fara." 

 

21 Herint stendur á hallargólvi, 

tingini tekur hann vara, 

Tíðrikur situr for faðir síns borð, 

hann letur hann listir læra. 

 

22 Herint stendur á hallargólvi, 

ræður nú so at svara: 

"Faðir mín, lova mær upp um borð, 

eg vil tað sama læra!" 

 

23 "Hoyr tú, Tíðrikur, sonur mín, 

tú skalt konstir njóta, 

Herint ætlar tær annað at sinni, 

bein í tær at bróta." 

 

24 Herint gár fyri sína móður, 

alt fór eftir vónum: 

"Hvat man feila mín sæli faðir, 

hann kallar meg ei sín son?" 

 

25 "Hoyr tað, mín hin sæli son, 

tað vil eg tær siga, 

hvat tín faðir til tín sigur,  

skalt tú hoyra og lýða!" 

 

26 "Eg eri bæði sligin og bardur, 

mangan rísin fingið, 

eiga vit báðir faðir ein,  

skuldi tað ei so gingið." 

 

27 Svaraði hansara sæla móðir 

fyrsta orðið tá: 

"Bæði eiga tit faðir ein 

og móður líkaso." 

 

28 "Eru vit báðir frá einum hjarta 

og báðir av eins mans lendum, 

skuldu vit báðir líkir verið, 

líka brøður og frændur." 

 

29 "Tú skalt teg við svørðum øva, 

síðan dyst at  ríða, 

Tíðrikur skal tín harri vera, 

hann ber kinn so fríða." 

 

30 "Eri eg ei eitt óektabarn, 

komin her til fostur, 

so skal eg tó í borgum byggja, 

njóta mítt lekiplástur." 

 

31 Herint snúðist av hallini út, 

sveipar at [sær] skinn, 

og so búgvin gongur hann  

fyri sína fostru inn. 

 

32 "Tú ert følin og illa lamdur,  

mist hevur tú tín blóma,  

hvøssu livir heiman høll,  

vil tín faðir teg fjóna?" 

 

33 "Tíðrikur situr for faðirs borð, 

hann letur hann listir læra,  

eg bjóði mær til sama at gera,  

hann gitur ei til at svara. 

 

34 Hoyr tú, Agata, fostra mín,  

hvat eg spyrji teg,  

eiga vit báðir faðir ein,  

so dyl tað ei for meg! 

 

35 Hoyr tú, Agata, fostra mín, 

sig mær satt ífrá: 

eiga vit báðir faðir ein 

og móður líkaso?" 

 

36 Tað var Agata, fostra hans,  

leikar við lógvum tveim:  

"Hildan svinna úr Agdardal  

er móðir at báðum tveim." 

 

37 "Hví eri eg so fjónaður,  

sum eg var burtur úr ætt,  

eri eg tá eitt óektabarn?  

Eg havi tað ikki frætt. 

 

38 Tungt er tað í verðini  

at liva í heimi kalda,  

ikki at vita faðir og móðir  

og allar ættir taldar." 

 

39 Tað var Agata, fostra hans,  

hon rodnaði sum eitt droyra:  

"Tú ert ungur á aldrinum,  

tú kanst einki ónt at hoyra." 

 

40 Herint stendur á hallargólvi,  

sortnar sum ein mold: 

"Her skalt tú síggja reyðar rípur  

á mítt hvíta hold." 

 

41 "Skal eg tær, mín fosturson, 

frá tínum faðir siga, 

tú ert ungur og óstiltur, 

tú mást væl yvir tí tiga. 

 

42 Faðir tín fór í orlogsferð  

alt fyri uttan gleim,  

allir vendu hestum við, 

men hann kom ikki heim. 

 

43 Faðir tín fór í orlogsferð, 

har læt hann sítt lív,  

aftur kom maður á kvøldmálum  

at biðja tað væna vív. 

 

44 Har kom maður á kvøldmálum  

at biðja tað væna fljóð,  

hann var tín faðirs banamaður  

mitt á aldanskóg." 

 

45 Herint heim í hallir fór,  

hann ber kinn so bleika,  

tað var fult í níggju vintur,  

eingin sá hann leika. 

 

46 Herint gongur í borgini,  

hugsar um tann váða,  

visti ikki, hvussu hann skuldi  

góðar sømdir fáa. 

 

47 Herint gongur í borgini,  

tung man sorgin vera,  

visti ikki, hvussu hann skuldi  

fullar hevndir gera. 

 

48 Tíðrikur situr [for] breiða borði,  

talar til faðir sín:  

"Sendið Herint í bryggjarhús  

at tappa os mjøð og vín!" 

 

49 Enntá mátti Herint  

at tappa mjøð og vín,  

bera tað so høviskliga  

inn fyri bróður sín. 

 

50 Tað var ungi Herint,  

fann upp á tey ráð,  

legði seg sjúkur á seingina,  

sum hansara faðir lá. 

 

51 Herint so til orða tekur:  

"Nú er á faðir at heita,  

eina bøn, ið eg teg biði,  

hana skalt tú mær veita. 

 

52 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,  

lat tað líka tær,  

lat meg við tína síðu hvíla  

eina nátt ella tvær!" 

 

53 Herint vaknar á miðjari nátt,  

tá var kvirt í høll,  

fregnaðist hann í hvørji vrá,  

um sovnaði vóru øll. 

 

54 Hann tók niður eitt búgvið svørð,  

har á veggi hekk,  

sipaði til so brádliga,  

høvur av hálsi gekk. 

 

55 Varpaði hann kroppin á sundið út,  

var í huga glaður,  

hann var aftur í síni song,  

áðrenn lýsti dagur. 

 

56 Varpaði hann kroppin á sundið út,  

snarasta sum hann kann,  

hann var aftur í síni song,  

áðrenn sólin rann. 

 

57 Inn kom hansara sæla móðir, 

skuldi drykkju bera: 

"Veitst tá nakað, Herint, 

hvar tín man faðir vera?" 

 

58 "Tað var árla um morgunin, 

sólin roðaði í tind, 

faðir mín fór á skógvin burt 

at fanga hjort og hind. 

 

59 Faðir mín tók sítt svørð í hond, 

ring og brynju fríða, 

reyðan hjálm og hálsband til, 

hann skuldi á skógvin ríða." 

 

60 Bíðaði hon í vintur,  

bíðaði hon í tveim:  

"Nú man faðir tín deyður vera,  

hann kemur ikki heim." 

 

61 Tað var um ein árla morgun,  

sólin tekur at branda,  

dreingir fóru á leikvøll út 

eftir fornum vanda. 

 

62 Løgdu sínar leikirnar 

fast av móði saman, 

báðir harðir í huga vóru, 

har var einki gaman. 

 

63 Báðir harðir í huga vóru, 

vóru hvør annans javni, 

settust so á grønan vøll, 

tá var einki av gamni. 

 

64 Herint so til orða tekur, 

smílist undir lín: 

"Hvør skal fara í vínkjallara 

at blanda mjøð og vín?" 

 

65 Tíðríkur so til orða tekur: 

"Tað er lítil bót, 

tú skalt fara í vínkjallara 

og falla mær til fót." 

 

66 Har var eingin skemtarleikur, 

har var einki gaman, 

so fóru teirra fundir at, 

at báðir bóru saman. 

 

67 Herint trívur um eikina  

rívur upp við rót, 

Tíðrikur fann á grønum vølli  

skaft av einum spjóti. 

 

68 Tíðríkur brá sítt spjótaskaft, 

mikla møði fekk,  

so sló hann til Herint, 

at fótur av liði gekk. 

 

69 Herint trívur um eikina,  

letur gott alvi kenna,  

reiggjaði henni háðuliga,  

Tíðrikur fekk í ennið. 

 

70 Tíðríkur liggur á grønum vølli,  

blóðigur hann var,  

tá kom maður á leikvøll fram,  

hann aftur í borgir bar. 

 

71 Hilda so til orða tekur, 

tað var mest av sút: 

"Seta skal teir í luktar borgir 

og ikki náa út." 

 

72 Tólv vóru teir sveinarnir,  

yvir teim skuldu ráða,  

hvørgin skuldi annan sjá,  

og hvørgin náa frá. 

 

73 Hilda stendur í glasgluggum  

eina morgunstund,  

hon sær skip eftir havi koma  

inn fyri grøna lund. 

 

74 Hilda stendur í glasgluggum  

eina morguntíð,  

hon sær skip eftir havi koma  

inn fyri grøna líð. 

 

75 Higar ið teirra snekkjan  

kendi fagurt land,  

læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand. 

 

76 Læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur Skjáldmann kongur  

sínum fótum á land. 

 

77 Tað er frúgvin Hilda,  

sveipar at sær skinn,  

og so búgvin gongur hon  

fyri Tíðrik, son sín, inn. 

 

78 Tað er frúgvin Hilda,  

sló so upp í gleim:  

"Hetta man vera faðir tín,  

ið kemur av ferðum heim. 

 

79 Hoyr tað sæli sonur mín,  

latst í silki fín,  

tú skalt fara til strandar oman  

at fagna faðir tín!" 

 

80 Tíðrikur leyp á gangaran sín,  

niður til strandar rendi,  

vendi aftur á miðjari leið,  

tá hann fólkið kendi. 

 

81 "Tú ert teg so ríkur, 

tú ert teg so reið, 

hvat feilti tær, sonur mín, 

hví vendi tú aftur á leið?" 

 

82 "Hatta var ikki faðir mín, 

higar kom í land, 

hatta var Árnir Tigdarson 

og kongurin út í Spann. 

 

83 Hatta var ikki faðir mín,  

higar kom til lands,  

hetta var reystur Skjáldmann kongur  

og Árnir, frændi hans. 

 

84 Árnir er ein avrekskempa,  

tílíkan eingin sá,  

hann kemur ikki ørindaleysur  

higar á land til vár." 

 

85 Ganga teir frá strondum niðan  

ríkir menn og reystir,  

lunnar brustu, og jørðin skalv,  

teir settu knørr í neystið. 

 

86 Ganga teir frá strondum niðan,  

herin vóru klæddir,  

reyðargullhjálm á høvdi bóru,  

vóru av ongum ræddir. 

 

87 Mitt í miðjum grasagarði  

aksla teir síni skinn,  

og so báðir ganga teir  

í høgar hallir inn. 

 

88 Frúgvin so til orða tekur,  

kann væl tungu skilja:  

"Hvat eru tykkra ørindi,  

hvat tykjast tit vilja?" 

 

89 Svaraði Árnir Tigdarson:  

"Fátt man slíkum sæta,  

jallin fór í orlogsferð  

skatt av landi taka. 

 

90 Hann fór frægur í orlogsferð  

skatt av landi fá,  

hann vá mín hin sæla faðir,  

á Birtingskógv hann lá. 

 

91 Tí eri eg til landa komin, 

væl til víggja stá, 

hegna undir meg Húnaborgir 

og so títt gull og fæ." 

 

92 Tá svaraði Skjáldmann kongur  

fyrsta orðið tá:  

"Nú skalt tú mín frilla vera,  

flyta borgum frá." 

 

93 Frúgvin gekk í høgaloft,  

so er greint fyri mær:  

"Hoyr tú, Tíðrikur, sonur mín,  

hvat troystar tú tær?" 

 

94 Tíðrikur upp frá borði steig  

av so grimmum huga:  

"Eg skal ríða í bardagin  

og vita, hvat eg man duga." 

 

95 Frúgvin snúðist haðan burt  

við sínar sútir tungar,  

so gekk hon í hallina inn  

inn fyri Herint unga. 

 

96 "Sit væl, Herint, sonur mín,  

við allar tínar sveinar,  

kongurin vil os neisur vinna  

og so mína æru kleina." 

 

97 Herint, so til orða tekur,  

frá man frættast víða:  

"Eg skal fara á grønan vøll,  

ein dyst mót honum ríða." 

 

98 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í fjøll,  

løgdu sínar bardagar  

skamt frá kongins høll. 

 

99 Herint so til orða tekur,  

tann gæviligi drongur:  

"Hvat vilt tú við Árnir berjast  

ella við Skjáldmann kong?" 

 

100 Tíðrikur so til orða tekur,  

sær gjøgnum grønar lundar:  

"Eg skal ríða mót Skjáldmann kongi,  

tú mót Árnir unga." 

 

101 "Ríð fram, Árnir, frændi mín, 

kjós tær gull og fæ, 

tú hevur ofta staðið bí, 

so, vænti eg, verður í dag!" 

 

102 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teim,  

sum neistar av árni fúka. 

 

103 Riðu saman á grønum vølli,  

av dró barnagaman,  

eldur reyk av svørðunum,  

tá eggjar bórust saman. 

 

104 "Hoyr tú, Árnir Tigdarson, 

hvat eg spyrji teg, 

hví ert tú so vreiður komin 

higar á land til meg?" 

 

105 "Hoyr tú, ungi Herint,  

eg vil sømdir fá,  

eftir Tigdar, faðir mín,  

á Birtingsskógvum lá." 

 

106 Árnir ríður á grønum vølli,  

kappin tann hin reysti,  

átjan alin ryggur hans  

upp frá saðil og hesti.  

 

107 Hann var allur í stáli klæddur, 

einki svørð kundi skeina, 

saðil hans og hestbúni 

av reyðargulli reina. 

 

108 Riðu saman á grønum vølli,  

øllum tókti undur,  

setti skaft mót saðilbugum,  

spjótini gingu sundur. 

 

109 Tað var Árnir Tigdarson,  

sínum svørði brá,  

hjálmin niður av høvdi hans  

hann kleyv í lutir tvá. 

 

110 Svaraði ungi Herint:  

"Nú tekur dagur at líða,  

nú er nakið høvur mítt,  

tað man í hjarta svíða." 

 

111 Herint gav so vænt eitt høgg, 

øllum tókti undur, 

hann kleyv Árnirs góða hest 

í tógva lutir sundur. 

 

112 Hann var lærdur á listum væl,  

svørð í hondurn kasta,  

hjó so Árnirs høvur av  

á víðan vøll at kasta. 

 

113 Tá fekk hann tað reyðargull,  

ið Árnir hevði at ráða,  

saðil hans og hestbúna  

og fullar kistur tvá. 

 

114 So var Herint illa møddur,  

er mær greint ífrá,  

eg svørji tann eið við mína trúgv,  

á víðum vølli lá. 

 

115 So ríður reystur Tíðrikur,  

mikil var mannatrongd,  

høggur so títt pá báðar hendur,  

hann ruddi fyri sær gongd. 

 

116 So ríður reysti Tíðrikur  

víðan vegin fram,  

klývur hvønn um tvøra,  

ímóti honum rann. 

 

117 Klývur hvønn um tvøra,  

ímóti honum rann,  

eftir stóð tá Skjáldmann kongur  

við sín triðja mann. 

 

118 Kongurin gav so vænt eitt høgg,  

letur á reiði renna,  

Tíðrikur sat í saðli fastur,  

letur gott alvi kenna. 

 

119 Kongurin gav so vænt eitt høgg  

av so grimmum huga,  

Tíðrikur sat í saðli fastur,  

væl mundi drongur duga. 

 

120 Kongurin gav so vænt eitt høgg,  

øllum tókti undur,  

hesturin fell í kníggjum niður,  

skøftini gingu sundur. 

 

121 Tíðrikur brá sín brand á loft,  

tað av góðum treysti,  

so sló hann til Skjáldmann kong,  

hann fell av sínum hesti. 

 

122 Tað var hin sterki Tíðrikur,  

hann var til handar ei sein,  

bastaði reystan Skjáldmann kong,  

bæði armar og bein. 

 

123 Hann legði niður á grønum vølli 

alt tað valdra lið, 

sjálvan kongin á hondum tók, 

men honum gav hann grið. 

 

124 Tók hann reystan Skjáldmann kong,  

bant hann hann so fast,  

ei var smáur líntvongur,  

honum á beinum brast. 

 

125 Tíðrikur so til orða tekur,  

frá man frættast víða:  

"Heilur og sælur, bróðir mín,  

vit skulu um gullið stríða!" 

 

126 "Eg eri meg so illa møddur, 

er mær ei á tí *hól, 

eg havi vogið ta reystkempu, 

mætari enn hundrað tólv." 

 

127 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

128 Høgga títt og líva lítt,  

troða jørð um kálva,  

bjargamál sang í hvørjum hamri,  

vørildin tók at skelva. 

 

129 Herint gav so stórt eitt høgg,  

tað var alt so fast,  

svørðið sat í hjálmi fast,  

í tógva lutir brast. 

 

130 Tá var ungi Herint  

staddur í stórum vanda,  

sundur gekk hans góða svørð  

millum hans beggja handa. 

 

131 Tíðrikur brá sín brand á loft 

av so góðum treysti, 

so sló hann til Herint, 

hann fell av sínum hesti. 

 

132 Tá fekk hann tað reyðargull,  

Herint hevði at ráða,  

saðil hans og hestbúna  

og fullar kistur tvá. 

 

133 Tíðrikur fekk tað reyðargull  

alt fyri uttan sorg,  

síðan riðu brøður tveir  

aftur í sína borg. 

 

134 Tíðrikur situr í hásæti,  

talar til fanga sín:  

"Antin skalt tú lívið láta  

ella ekta móður mín." 

 

135 Tað var reystur Skjáldmann kongur,  

tók sær frú at festa,  

snarliga læt til brúdleyps ætla,  

læt ei longur fresta. 

 

136 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

hirðin var so fegin  

sum tann fuglur, á viði situr,  

væri á ljósum degi. 

 

137 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu bæði í eina song  

kongurin og hans vív. 

 

138 Drukkið varð teirra brúdleypið  

snart og ikki leingi,  

reið so mangur hovmann til  

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

139 Herint letur tingið seta,  

fell so væl í lag,  

sigldi so til Rúmaríki  

pá tann sama dag. 

 

140 Riðu teir í Rúmi norð  

sigst í hesum tátti,  

so gingu teir í hallina inn 

og inn fyri keisar Otto. 

 

141 Keisarin situr í gullstóli, 

klæddur í silki smá: 

"Hvat vilja raskir rispaladreingir 

higar á land til vár?" 

 

142 Bóru sínar sakir upp, 

hvøssu tað mundi vera: 

"Keisarin, sig os rættin av, 

tað fellur tær til at gera!" 

 

143 "Herint skal í borgum byggja,  

hann er eldri á aldri,  

Tíðrikur skal av landi út  

at vega í váknaskjaldri. 

 

144 Vóru tit báðir í einum víggi, 

báðir í eini neyð, 

so skal tað til helvtar fara, 

bæði gull og eyð." 

 

145 Tíðrikur sigldi av landi út  

pá tann sama dag, 

kongin førdi hann við sær 

frægur í huga glaður. 

 

146 Tíðrikur sigldi av landi út 

bæði við sáma og sátti,  

settist aftur í stólin tann,  

ið Skjáldmann kongur átti. 

 

147 Hann læt byggja borg og breyt,  

grundir og múrar fastar,  

hann er eingin í verðini,  

ið gitur tann kongin lasta. 

 

148 Hann læt byggja borg og breyt  

múrar og fastar grundir,  

hann var eingin í verðini,  

tað ovurvinna kundi. 

 

149 Hann læt byggja borg og breyt  

við svørð og váknaskildri,  

har kom mangur reystur kappi,  

honum tjena vildi. 

 

150 Hann legði undir seg birtingar,  

bæði gull og lond,  

har skrivar so mong ein frægdarkempa  

við gull og vovin tong. 

 

151 Tíðrikur situr á Brattingsborg,  

tykist ei litið duga,  

hann er eingin í verðini,  

ið torir hann fullvæl skoða. 

 

152 Tíðrikur situr í síni høll  

alt fyri uttan sorg,  

glaður ríður Herint  

aftur í faðirs borg. 

 

CCF 93 B 

TSB E 43 

 

Handrit: Jóannes Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, nr. 86.  

 

Útgávur:   

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, s. 283. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1970-1982.  

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 146. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 83. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Susanne Jensdatter (1790-1857),  Skálavík, 1827. 

E 43 Skjáldmann kongur í Spann (Man kills stepfather to revenge father’s death)

Pápi Herint er dripin, og móðir hansara, Hilda, giftist øðrum manni. Við honum fær hon sonin Tíðrik.

Stjúkfaðirin tekur egna son sín framum og fer illa við Herinti. At enda hevnir Herint seg, drepur stjúkfaðirin og fjalir líkið. Hann kemur eisini til ilnar við Tíðrik og særir hann. Hilda noyðist at skilja teir sundur.

Skjáldmann kongur í Spania og riddarin Árni Tigdarssonur koma at hertaka landið. Kongur vil hava Hildu til hjákonu sína. Hon sigur sonunum frá, og báðir fara at berjast fyri henni. Herint drepur Árna, og Tíðrikur vinnur á Skjáldmanni.

Síðani koma Tíðrikur og Herint til ilnar. Teir fara til rómverska keisaran og biðja hann taka dagar teirra millum. Sum hin elsti skal Herint taka við borgini, og Tíðrikur noyðist at rýma frá jarðarognunum. Restin av ognini skal býtast javnt millum teirra.

Tíðrikur noyðir Skjáldmann kong at giftast við Hildu.

á føroyskum: CCF 93 B (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Kongurin út i Spann”.