Flúgvandi biðil
CCF 127 B
TSB A 44
1 Tað býr ein jomfrú pá várt land,
hon er seg so biðlavánd.
2 Hon vil ikki hava tann mann,
uttan hann hevur veingir og flúgva kann.
3 “Mín kæra móðir, legg mær ráð,
hvøssu eg skal ta jomfrú fá?”
4 “Gakk tú teg til smiðju,
tú lat tær veingir smíða!
5 Tú lat tær veingir av hvítasilv[ur] beslá,
forgylla letur tú báðar tá!
6 Tá ið tú hevur smíðað teir av,
flúgv tá yvir tað salta hav!”
7 Hann gekk seg til smiðin,
hann læt sær veingir smíða.
8 Hann læt sær veingir av hvítasilv[ur] beslá,
forgylla læt hann báðar tá.
9 Tá hann hevði smíðað teir av,
tá fleyg hann yvir tað salta hav.
10 Hann fleyg seg so høgt í træ,
hann sá ikki nátt fyri ljósan dag.
11 Hann fleyg seg so høgt í ský,
hann kom niður for jomfrúins bý.
12 Hann fleyg seg so høgt í loft,
hann kom niður for jomfrúins port.
13 Jomfrúin hugsar við sjálvum sær:
“Tílíkan vildi eg kjósið mær.”
14 Meira hon sær ynskti,
tað meira fuglurin flyktist.
15 Hann settist á hennara ljósa fang,
hann spældi við hennara reyðargullband.
16 Hann tók í hennara ljósu hond,
hann leiddi hana so í loftið fram.
17 Tey lógu har ta longu nátt,
svóvu lítið, men snakkaðu kátt.
18 Tey lógu har ta longu nátt,
snakkaðu mang[t], men svóvu fátt.
CCF 127 B
TSB A 44
Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).
Útgávur:
1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 75.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 180.
Heimild: Úr Sandoy: Kristiane Rasmusdatter (1849-1934), Skálavík. Kristian Joensen (1843-1924) av Sandi skrivaði, 1873.