Skip to main content

Gullsteinur

 

CCF 133 C

TSB A 73

 

1 Gullsteinur stendur innan høgaloft,

ristir á sínar ramsar,

bóndin stendur og lýðir á,

hann hoyrir hvussu rúnir dansa.

 

Lítum upp á bóndan,

meðan hann dansar eina rímu!

 

2 “Hoyr tú, ríki bóndi,

og tú aktar væl dreingir tínar,

tað er á hvørjari jólanátt,

teir eru í stovu míni.

 

3 Eg fekk meg so ónt eitt slag

út av tí hvassa spjóti,

hevði [eg] ikki gjørt fyri bóndans skuld,

tá skuldi eg slagið ímóti.

 

4 Eg fekk meg so ónt eitt slag

út av tí silvurskál,

hevði eg ikki gjørt fyri bóndans skuld,

skuldi eg svikið teirra mál.

 

5 Eg fekk meg so ónt eitt slag

út av tí silvurkannu,

hevði eg ikki gjørt fyri bóndans skuld,

sjálvur skuldi eg heintað sanna.

 

6 Eg havi aktað fárini tíni

frá bjørgum og bláum skorum,

gev mær henda lítla *veður,

sum spælir í reyðum koti.”

 

7 “Hevur tú aktað fárini míni

frá bjørgum og bláum skorum,

tú fært ikki henda lítla *veður,

sum spælir í reyðum koti.

 

8 Siglt havi eg í fimtan ár

á teimum fálkum so fríða,

onga so havi eg skipaleigu fingið,

nú leingist mær at bíða.”

 

9 “Gakk tú teg til strandar oman,

hav ikki við tær fleiri,

stíg so inn á snekkjuborð,

og har liggur tín skipaleiga!

 

10 Gakk tú teg til strandar oman,

fátt verður tær á vási,

tak tú teg hitt lítla skrín,

sum lykilin stendur í lási!

 

11 Har stendur í eitt silvursteyp,

tað stendur á fýra føtur,

hoyr tú, ríkur bóndi,

har hevur tú fullgóðar bøtur!

 

12 Har liggur í ein silkidúkur,

fáar finnur tú slíkar,

tað sýaði hon Inga, dóttir mín,

tá hon sat heima píka.

 

13 Hildgerð eitur kona mín,

tað ynniligasta sprund,

sjálvur eiti eg tann góða Gullstein,

sum garðin eigur í Grund.”

 

Lítum upp á bóndan,

meðan hann dansar eina rímu!

 

CCF 133 C

TSB A 73

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4)

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 94.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 215.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.