Hørpu ríma
CCF 136 F
TSB A 38
1 Komu tveir biðlar í ein garð,
- biður tygur renna –
bóðu moy, enn yngri var.
- Rúnarmenn, gerið tær at jomfrú góð,
biður tygur renna,
tólv ærligar, teir rúnarmenn.
2 Tá yngru teir tá bóðu,
tá eldru teir forsvóru.
3 Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sólin skín í líð.
4 Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða í grót.
* * *
Hon rættir upp sína ljósu hond:
“Sæla systir, hjálp á land!”
* * *
“Meðan tær *líkar tað illa,
skulum vit aldri stilla.”
Teir slógu sína harpu av magni,
brúðurin sprakk av harmi.
* * *
Teir slógu sína harpu av móði,
- biður tygur renna –
brúðurin fleyt í blóði.
- Rúnarmenn, gerið tær at jomfrú góð,
biður tygur renna,
tólv ærligar, teir rúnarmenn.
CCF 136 F
TSB A 38
Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4). V.U. Hammershaimb skrivaði upp í 1861.
Útgávur:
1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 108.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 172.
Heimild: Helst úr Streymoy. V.U. Hammershaimb (1819-1909), prestur í Kvívík, 1861.