Biðilin
download autodesk algor simulation professional 2011 autodesk inventor professional autodesk maya unlimited v2009 autodesk autocad 2017 autocad add purge to recoverCCF 115 B
TSB D 130
1 Síðla um aftanin, rím fell á,
- undir hvítan saðil -
tá loysti eg út mín gangara grá.
- Har mín gangari rennur ígjøgnum skógvin.
2 Upp á bakið eg steig, og burtur eg reið
so myrkan skógvin, so tranga eina leið.
3 So myrkan skógvin, so tranga eina gøtu,
tað gjørdi eg helst fyri jomfrúnnar sakir.
4 Eg bant mín hest við valknútagrein,
gekk so innan høgaloft at skemta við ein.
5 Vænt var vívið, í seingini lá,
allir hennara sjey brøður hildu vakt uppá.
6 Vaknaði ein, ið yngstur var av teim,
hann rópar so hátt yvir sjey brøður sínar.
7 “Vit hava ein so undarligan gest,
hvat heldur er hann prófast, ella er hann prest?”
8 “Hann er eingin prófast, hann er eders mág,
í morgin lata vit hans høvur av slá.
9 Hans høgru hond og hans vinstra fót,
slíkt taka menn í sømdir góð.”
10 So reið eg mær haðan burt,
og hvørki misti eg mín hond ella fót.
11 Ikki misti eg mítt skøna, unga lív,
- undir hvítan saðil -
bæði árla og síðla var hon mín.
- Har mín gangari rennur ígjøgnum skógvin.
CCF 115 B
TSB D 130
Handrit: Savn Hammershaimbs, AM, Access.4, 1848.
Útgávur:
1. Danmarks Gamle Folkeviser , VII bind s. 217-218.
2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 5.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 133.
Heimild: Úr Suðuroy: Tummas Jógvansson , Tummas við Kráir (1815-1887), Vági, 1848.