Skip to main content

Brúnsveins vísa

 

essay write service custom essays writing business plan writers in cape townCCF 119 B

TSB D 259

 

1 “Hoyr tú, Hvítmoy, søta mín!

- med junga -

í morgin fari eg at biðja mær vív.”

- Alfagurt ljóðar mín tunga,

lystir meg í dans gá med junga,

brúnt er mítt silkihár,

mjøllhvít so eri eg sjálv.

Alfagurt ljóðar mín tunga.

 

2 “Entin tú biður tær konu ella moy,

Krist gevi hana við æru doy.

 

3 Hvat skal eg skeinkja for brúður tín?

eg havi eingi skarlak ný.”

 

4 “Og so skalt tú skeinkja for brúður mín,

ikki tár av eygum tín.”

 

5 Og hann gekk seg til næsta bý,

keypti henni skrúður og skarlak ný.

 

6 Hann keypti henni akslaspennir,

niður yvir allan stakkin stendur.

 

7 Settu tey brúður á brúðarbonk,

væna Hvítmoy bar fram skonk.

 

8 Fyrsta bikar hon bar yvir borð,

tá breyt hon sín harras orð.

 

9 Annað bikar hon bar fram,

tárini av hennara eygum rann.

 

10 Triðja bikar hon bar inn,

tá rann henni tár á kinn.

 

11 Alt hon skonkti, og alt hon bar,

alt kom niður, sum Brúnsvein var.

 

12 Fylgdu tey brúður í brúðarhús,

væna Hvítmoy bar fram ljús.

 

13 Settu tey brúður á songarstokk,

væna Hvítmoy dró av sokk.

 

14 Hvítmoy smelti hurð í gátt:

“Far væl, Brúnsvein, hav góða nátt!”

 

15 Tá ið tey høvdu ligið eina lítla stund,

begynti brúðurin at spyrjast um.

 

16 “Hvat var tað fyri kloystravív,

ið heila dagin skonkti vín?”

 

17 “Tað var mín yngsta systir,

nýkomin út av kloystri.”

 

18 “Aldrig så jeg noget klostrebarn

fælde så mødige tår af harm.

 

19 Tað dugir einki at dylja,

hatta man vera tín helja.

 

20 Trý gangir hevur mín faðir meg gift,

alt havi eg fyri heljum skift.

 

21 Tú tak tær ljósu liljugrein,

før meg til mín faðir heim!

 

22 Tú tak tær ljósu liljuvand,

tú før meg á mítt faðirsland!”

 

23 Hann tók ta ljósu liljuvand,

hann flutti hana á sítt faðirsland.

 

24 Hann tók ta ljósu liljugrein,

- med junga -

hann førdi hana til sín faðirs heim.

- Alfagurt ljóðar mín tunga,

lystir meg í dans gá med junga,

brúnt er mítt silkihár,

mjøllhvít so eri eg sjálv.

Alfagurt ljóðar mín tunga.

 

CCF 119 B

TSB D 259

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access 4).

 

Útgávur: 

1. Danmarks gamle folkeviser V, s. 7.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 26.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 32. bind, s. 121.

 

Heimild: Úr Eysturoy: Olevine Susanne Johannesen  (1848-1927), Nesi. Joen Hans Jacob Petersen, Saltnesi, skrivaði upp, meðan hon kvað, 1873.